Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 177 - 16. september 2008 ] Bartal Eliasen um dystin: Hvat hava hesi stigini at siga fyri ÍF? - Hesi trý stigini hava alt at siga fyri ÍF, tey eru kærkomin í stríðnum móti niðurflytingini. Hvat gera tit rætt í dag? – Vit spæla skjótt fram- eftir vøllinum, og tað vísti seg at rigga sera væl. Vit vardu eisini væl fyri í dag, og lótu ikki EB/Streym koma til opnar kjansir, og taktikk- urin riggaði til fulnar í dag. Vit hava eisini havt yvirvág móti EB/ Streymi, so hví ikki eisini hesaferð. -rn Egil á Bø um dystin: - Tað skuldi bara ikki verða í dag. Vit skapa nógvar kjansir, men bólturin fer bara ikki inn í málið í dag. Eru nervarnir farnir at spæla inn? - Nei, tað haldi eg ikki at teir eru. Vit spæla væl í dag, flyta bóltin nógv og skapa nógvar kjansir. Tað manglar bara at fáa bóltin í málið í dag. Er talan um eitt ÍF- kompleks? - Tað vil eg ikki siga beinleiðis. Tað er altíð ringt at spæla ímóti ÍF, og teir eru kanska teir ringastu mótstandararnir, sum vit hava havt í ár. Vit hava vunnið ein dyst av trimum móti teimum, men tann dystin kundu vit eins væl tapt, so tað vísir seg at verða ótrúliga hart móti ÍF. -rn ÍF megnaði tað eingin annar hevur klárað í ár, nevnliga at koppa EB/Streymi á heimavølli. Einsamalla málið kom longu í 11 minutti, tá Bartal Eliasen setti bóltin í málið við brotssparki Fótbóltur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Dysturin var ikki meira enn 11 minuttir gamal, tá Mikkj- al Thomassen gjørdi brots- spark, sum Bartal Eliasen trygt setti í netið. Henda byrjanin var alt annað, enn hvat EB/Streymur hevði vónað. Eftir hetta legði EB/ Streymur stórt trýst á ÍF, men megnaði sjálvdan at koma fram til veruligar kjansir. Mest royndu EB/Streym- ur seg við at senda bóltin upp um verjuna og til Arn- bjørn Hansen. Eftir fleiri miseydnaðar royndir við hesum, legði Hans Pauli Samuelsen ein góðan bólt uppum verjuna hjá ÍF, har Arnbjørn Hansen gjørdist leysur og stútaði bóltin móti málinum, men Andras Gango í málinum hjá ÍF fekk vart fyri. ÍF effektivir og væl skipaðir Eftir at ÍF hevði lagt seg á odda í 11. minutti, legði EB/Streymur eitt langt, stórt trýst á ÍF. Men veru- ligar málkjansir komu teir sjálvdan til. Í 26. minutti hevði Hans Pauli Samuelsen eitt gott langskot úr 25 metrum, sum fór júst fram- við stongini. Síðan fekk ÍF luft aftur eina løtu. Eftir gott smáspæl frameftir vøllinum, kom eitt innlegg eftir jørð úr høgra borði, og ÍF fekk skot á, sum tó fór uppum. EB/Streymur royndi áhaldandi at legga bóltin høgt inn til Arnbjørn Han- sen inni í brotsteiginum, men hetta vísti seg at verða skeivur taktikkur móti eini verju, sum Bartal Eliasen er partur av, umframt aðrar luftsterkar leikarar. Næstan allar luftduellirnar vann ÍF, og sum heild fekk EB/ Streymur sera lítið burtur- úr. Tá 43. minuttir vóru farnir, kom EB/Streymur til ein góðan kjans. Bólturin var spældur oman í høgra horn, og eftir gott smáspæl, varð bólturin lagdur aftur eftir av hornalinjuni til Leif Niclasen, sum stóð í góðari støðu. Hann smekkaði eis- ini til, men í síðstu løtu fekk Bartal Eliasen kasta seg fyri bóltin, og tískil varð einki mál. Í fyrsta hálvleiki vístu ÍF seg at verða sera væl skip- aðir í verjuni, og hóast EB/ Streymur hevði havt bóltin nógv mest, megnaðu teir sjálvdan at gerast farligir. Harafturímóti vísti ÍF seg at verða sera effektivir og megnaðu sum oftast at fáa skot á, tá teir fóru frameftir við bóltinum. EB/Streymur trýstu So skjótt sum annar hálv- leikur fór í gongd, legði EB/Streymur aftur eitt áhaldandi trýst á verjuna hjá ÍF. Í 48. minutti fekk EB/Streymur tríggjar kjans- ir í sama viðfangi, eftir at Leif Niclasen hevði spælt seg sjálvan leysan í vinstra borði og lagt bóltin inn. Men ÍF og Andras Gango fingu vart fyri. Longu minuttin eftir var tað Levi Hanssen, sum setti ein ÍFara av í vinstra borði, rak inneftir og legði bóltin inn framvið mállinjuni. EB/ Streymur fekk skot á í tveimum royndum, men báðar ferðirnar bjargaði Andras Gango á mestsum mirakuløsan hátt. Í 51. minutti var bólturin í BE/Streymamálinum enn einaferð, men Eiler Rasmus- sen hevði floytað fyri rang- støðu. Fimm minuttir seinni, hevði Sasa Jovanovic eisini eina roynd eftir kontraspæl, men skotið fall mitt á René Tórgarð. Hans Pauli Samuelsen svaraði aftur við beinleiðis frísparki, sum fór hálvan metur framvið stongini, og í 64. minutti royndi Dánjal Davidsen seg við langskoti, eftir at hann hevði sett tveir leikarar av. Talan var um eitt frálíkt langskot úr 30 metrum, sum hevði beina kós móti samankomingini, men á mest ótrúliga hátt fekk Andras Gango bjargað við einari hond. Tveir minuttir eftir royndi Arnbjørn seg við einum heilfluktara, men skotið fór uppum. Mundu skorað, men sóu reytt Tá 66. minuttir vóru farnir, gjørdust ÍF knappliga sera vandamiklir. Teir spældu seg fram í høgra horn, settu ein leikarar av, og løgdu bóltin eftir jørð inn til Nenad Saric, sum úr 11 metrum høgdi til. Bólturin brast á tvørtræðiði og út í spæl aftur. EB/Streymur streyk avstað við bóltinum, og spældu bóltin til Hans Paula Samuelsen, sum var um at gerast púra leysur. Jonn Thomsen brúkti neyðbremsuna, og hálaði hann niður, og Eiler Ras- mussen hevði einki annað val enn at geva honum bein- leiðis reyða kortið. Longu tríggjar minuttir eftir, mundi verið galið. Hans Pauli Samuelsen stóð miðskeiðis millum miðlinj- una og brotsteigin hjá ÍF, sendi ein bólt inn í brots- teigin til Arnbjørn Hansen, sum setti høvið á bóltin, bert fimm metrar frá máli- num. Men enn einaferð var Andras Gango sum ein køttur, og fekk jústað bóltin framvið málinum. Eftir hetta høvdu EB/ Streymar sæð skriftina á vegginum, og máttu ásanna, at tað skuldi bara ikki verða í dag. Bæði liðini skiftu út, men søgan var tann sama. EB/Streymur trýsti, men fingu ikki mál, og ÍF royndi seg við kontra. Eftir næstan seks minuttir av yvirtíð, blásti Eiler Ras- mussen dysti av, og ÍF hevði megnað tað, eingin annar Videomál til Aganevndina Starvsnevndin hjá FSF hevur á fundi gjørt av, at trý mál um møguligt leikbann verða send til Aganenvina. Talan er um hendingar eftir dystirnar millum Víking og B68 og Víking og B36, har 3-2 sendingin hjá Sjónvarpinum vísti hendingar, sum ikki vórðu revsaðar av dómaranum. Aganevndin virkar eisini sum discipliner-nevnd, og kann nevndin eftir áheitan frá Starvsnevndini taka mál upp til viðgerðar. Enn er ikki greitt, um ella nær Aganevndin fer at viðgera málini. Tungt hjá Tottenham Sum einasta lið í ensku Premier League eigur Tottenham enn fyrsta sigurin til góðar. Í gjár spældi Tottenham á heimavølli móti Aston Villa, og hetta gekk ikki betur enn næstbest. Nigel Reo-Coker og Ashley Young skutu gestirnar upp á 2-0, áðren Darren Bent stutt fyri leiklok minkaði til 2-1. Nærri enn tí sama kom Tottenham tó ikki. EB-Streymur-ÍF 0-1 (0-1): Heimaskansin fall ÍF EB/S Arnbjørn hevði fleiri royndir upp á málið, men inn vildi bólturin ikki. Hendan fekk Gango fatur í Mynd: Sofus D. Johannesen