Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 178 - 17. september 2008 Løgmaður ásannar, at Tjóðveldi fekk boðini um uppsøgnina av politiska samstarv­ inum á ein óvirðiligan hátt og at støðan eisini er óvirðilig fyri løgmansembætið Politikkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað kom ikki bara óvart á almenningin, tá Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrra­ dagin frá eini løtu til aðra sleit politiska samstarvið við Tjóðveldi. Eisini landstýris­ fólkini hjá Tjóðveldi stóðu sum kánus, tá tey fingu boðini á leið samstundis sum fjølmiðlarnir. Tískil fingu tey heldur onga tíð at umráða seg, áðrenn fjølmiðlarnir komu kropp á kroppi at fregnast eftir teirra viðmerk­ ingum til uppsøgnina. Óvirðiligur máti Løgmaður ásannar, at tjólveldisfólk fingu boðini á ein óvirðiligan hátt og harmast um, at hetta setti tey í eina keðiliga støðu mótvegis almenninginum. Hinvegin dugir hann illa at síggja, hvussu hann kundi handfarið støðuna øðrvísi. ­ Eg sigi ikki, at tey ikki kundu havt fingið boðini ein tíma fyrr. Hinvegin er tað onki óvanligt í, at slíkar uppsøgnir koma brádliga og ikki eru til diskussión. Tað eru treytirnar, politik­ arar mugu liva við, tá polit­ iski turbulensurin er so stór­ ur, sum hann hevur verið, sigur Jóannes Eidesgaard. Eisini viðgongur løgmað­ ur at tað er sera óvirðiligt, at tað nú sær út sum at eitt klandur um skrivstovur gjørdi enda á samgonguni. ­ Hetta snúði seg í veruleikanum ongantíð um eina skrivstovu. Kjarnin í málinum var, at ivi varð sáddur um mynduleikin hjá landsins hægsta embæti, og tað kann eg, sum løgmaður, ikki liva við, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vil nevniliga fram­ vegis vera við, at varaløg­ maður Høgni Hoydal hevur handlað móti boðunum hjá løgmanni, hóast Høgni Hoydal ferð eftir ferð hevur víst hesum aftur. Fyrsta veruliga royndin at lýsa føroyskan ungdóm vísundaliga er nú komin út í bók Nýggj bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Bókin Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Fir­ ouz Gaini er úrslit av fyrstu vísundaliga kanningini av føroyskum ungdómi. Bókin er ein stytt útgáva av ph.d­ ritgerð hjá antropologinum Firouz Gaini. Endamálið við at stytta ritgerðina til bókaútgávu er at gera hana atkomiligari fyri ein breiðan lesaraskara. Íkast til kjak Føroyskur ungdómur hevur ikki áður verið fyrimál hjá fólki, ið granskar føroyska samfelagið. Úrslitini av granskingini hjá Gaini, sum nú finnast í bókaútgávu, umboða sostatt fyrstu veru­ ligu royndina at ungdómin í landinum vísindaliga. Endamálið við verkætlanini hevur verið at hyggja nærri at ungdóminum í landinum í dag úr einum mannfrøði­ ligum sjónarhorni. Føroyskur ungdómur liv­ ir í einum opnum, fram­ komnum og miðlaríkum samfelagi, ið stendur í eini skiftistíð, har kjakast verður um virðir og normar, ið ymiskir samfelagsbólkar knýta seg til. Ungdómurin í dag livir undir øðrum fortreytum enn foreldraættarliðið gjørdi, og tað er av týdningi, at vit fáa eina dagførda lýsing av hesum samfelags­ bólkinum. Fyri at skilja tey ungu (og trupulleikar, tey hava at dragast við) noyðast vit at kanna, hvussu mentan, livikor og familjuviðurskifti teirra eru. Mentanarligi samleikin hjá ungdóminum er settur saman av lokalum og globalum stílum og siðum, og er hetta nakað, ið eyð­ kennir seinmodernitetin, ið hevur sett sín dám á føroyska samfelagið síðan umleið 1990. Hetta er ein høvuðshypotesa í ritinum. Bókin vendir sær til øll, ið hava áhuga fyri ung­ dómslívi og ungdómsment­ an í Føroyum; bæði ung og foreldur, granskarar og lærarar, ráðgevar og námsfrøðingar. Bókin er eitt vísindaligt íkast til kjakið um skúla og læring, frítíð og mentan í Føroyum í dag og í framtíðini. Tað er forlagið Fróð­ skapur, sum hevur givið út bókina Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Firouz Gaini, Ph.D. í mannfrøði. Nýggja bókin hjá Firoux Gaini vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri føroyskum ungdómslívi Løgmaður: Óvirðilig støða Bók um føryskan ungdóm Ynskja kvinnur í Landsstýrið Demokratia og Javnstøðunevndin heita á eina nýggja samgongu um at arbeiða fyri einum jøvnum kynsbýti í landsstýrinum. Áheitan. Hetta verður gjørt í skrivi, sum í gjár varð sent politisku flokkunum frá Demokratia og Javnstøðunevndini. Í tíðindaskrivinum verður millum annað sagt, at Javnstøða millum kyn er av grundleggjandi týdningi fyri allari samfelagsmenn­ ing, eisini í Føroyum. Royndir higartil vísa tíverri, at Føroyar ikki eru eitt lokkandi samfelag fyri føroyingar uttanlands. Talið á teimum føroyingum, sum velja sítt móðurland frá, veksur í hvørjum, og tað eru serliga kvinnurnar, sum ikki ynskja at liva og virka í okkara samfelagi. Eitt javnari kynsbýti, har politiskar avgerðir verða tiknar, hevði óivað økt um hugin hjá hesum kvinnum at vent heimaftur. Demokratia og Javnstøðunevndin vóna tí, at føroysku kvinnurnar verða væl umboðaðar í nýggja landsstýrinum, bæði landi og fólki at frama. -ave- »Skrivstovumálið« hevur í sett bæði løgmann og Tjóveldi í eina óvirðiliga støðu, viðgongur Jóannes Eidesgaard, løgmaður Óluva Klettskarð fær løn í fýra mánaðir Hóast Óluva Klettskarð bert sat í starvinum sum landsstýriskvinna í menta­ málum í einar tvær vikur. Fær hon løn í fýra mánaðir. Hetta kemst av, at hon var sett í starv 30. august, og sambært lógini um samsýning til lands­ stýrisfólk, skal hon fáa løn fyri næsta arbeiðsmánaðin við afturvirkandi megi. Tað hevur við sær, at hon fær løn fyri allan septemburmánað, samstundis sum hon fær løn í tríggjar mánaðir eftir, hon er farin frá. Hevði hon hinvegin havt fyrsta arbeiðsdag 1. septembur, hevði hon bert fingið sokallaðu bíðilønina, sum er løn í tríggjar mánaðir. Men sum nú er, fær hon løn í fýra mánaðir fyri at arbeiða í góðar 14 dagar.