mikudagur 17. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 178 - 17. september 2008
»Taka tygum undir
við at Hvannasunds
kommuna og Klaks
víkar kommuna verða
lagdar saman í eina
kommunu?«, ljóðar
spurningurin. Í kvøld
fæst svarið uppá
henda
Fólkaatkvøða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hvannasund: Í morgun
klokkan 10 læt valhølið í
skúlanum á Fossánesi upp.
Í dag skulu íbúgvararnir í
Hvannasunds
kommunu
nevniliga taka støðu til,
hvørt kommunan skal fara
upp í Klaksvíkar kommunu
og sum seinni verður til ta
stóru Norðoya Kommunu.
Fyrsti veljarin kom fimm
minuttir eftir at valhølið lat
upp, og tann næsti eina lítla
løtu seinni. Ikki fyrrenn eft
ir klokkan 20 í kvøld verður
greitt, um fólkið hevur
somu hugsan sum meirilutin
í bygdaráðnum sum fegin
vil leggja saman við Klaks
vík.
Líkt er til, at fólkið í
kommununi
gera
sína
skyldu, tá val hava verið
hildin. Vanliga er valluttøk
an uppá 90 prosent til
kommunuval og løgtings
val.
Í kommununi búgva 436
fólk, og av hesum hava 321
teirra valrætt í dag – 190 í
Hvannasundi, 128 í Norð
depli og 3 í Múla.
Ein av limunum í valstýri
num, Súsanna Christiansen
upplýsir, at higartil eru inn
komnar 14 brævatkvøður.
Tilgongd
Í eina tíð hevur verið arbeitt
við hesi ætlanini, og hava
nógvir fundir verið hildnir
millum umboð fyri báðar
kommunurnar.
Ein ætlan um eina til
gongd varð gjørd, og eftir
henni skuldi fyrst ein borg
arafundur haldast mána
kvøldið og síðani skuldi
fólkaatkvøðan
haldast
í
kommununi.
Eftir at úrslitið av fólka
atkvøðuni verður greitt í
kvøld, skal bygdaráðið við
gera tað á einum eykafundi
í annaðkvøld. Og síðani
verður næsta og avgerandi
stigið tikið.
Verður tað so sum meiri
lutin í bygdaráðnum ætlar
og sum býráðið í Klaksvík
ætla, verða tær fimm bygd
irnar í Hvannasunds komm
unu partur av Klaksvíkar
kommunu á nýggjárinum.
Avgerðin um saman-
legging fellur í dag
321 veljarar hava atkvøðurætt
til fólkaatkvøðuna. Her koma
tveir teirra á valstaðið
Gullak Nýggjagarð úr Hvannasundi var annar veljarin, ið
greiddi atkvøðu á valstaðnum
Valstýrið til reiðar at taka ímóti veljarunum – vinstrumegin
Súsanna Christiansen, Ásla Sørensen og Gunnvør Eliasen
AIG bjargað frá húsagangi
Troyggjusponsorurin hjá Manchester United, American Internatio
nal Group, hvørs partabrøv kavaðu mánadagin, er bjargað frá húsa
gangi av amerikanska centralbankanum. Partabrævakursurin fall
mánadagin við 61 prosentum, men nú fær AIG eitt lán frá ameri
kanska centralbankanum upp á 444 milliardir krónur, móti at
bankin yvirtekur 80% av AIG, skrivar euroinvestor.dk. Avtalan er
ein roynd at forða fyri tí órógvi, sum hevur rakt altjóða fíggjar
marknaðirnar í kjalarvørrinum av kollapsinum hjá íløgubankanum,
Lehman Brothers.
Pensjónsfeløg undir trýsti
Meðan fíggjarkreppan leikar í, hava danir orsøk at bera ótta fyri
pensjónsuppsparingini. Tí kreppan kann enda við, at geva nøkrum
av pensjónsfeløgunum álvarsamar trupulleikar, ljóðar. Hjá Forsik
ring og Pension fylgir forstjórin, Per Bremer Rasmussen, væl við
gongdini. – Tað eru hend nøkur drastisk partabrævakursfall í
longri tíð. Eingin veit, hvat hendir, men tað er greitt, at um parta
brævakursirnir framhaldandi falla, so kann eg ikki útilokað, at eitt
felag kann fáa trupulleikar, sigur Per Bremer Rasmussen sambært
dr.dk