mikudagur 17. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 178 - 17. september 2008
SkrivStovumálið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað vóru eini tænastuboð
frá Hoydal, sum førdi til, at
brotið var inn í eina skriv
stovu í Tinganesi.
Tað framgongur av einum
uppriti hjá stjóranum á løg
mansskrivstovuni, Marjuni
Hanusardóttir,
sum
hon
hevur skrivað 5. september.
Tað er hon sjálv sum nevn
ir hendingina eitt innbrot.
Vit hava nú fingið innlit í
skjølini, sum eru til taks í
sambandi
við
nógv
umstrídda skrivstovumálið
í Tinganesi, sum løgmaður
sigur, var dropin, sum fekk
bikarið at flóta yvir, so at
hann segði samgonguna við
Tjóðveldið upp.
Í uppritinum sigur Marjun
Hanusardóttir, at hon var
inni á gólvinum hjá Herlufi
Sigvaldsson, virkandi aðal
stjóra í uttaríkisráðnum “í
sambandi við, at uttanríkis
ráðið hevur brotið seg inn í
skrivstovuna hjá Peturi Pet
ersen og sett Bjørn Kunoy í
hesa skrivstovu”.
Marjun Hanusardóttir fór
at tosa við aðalstjóran, “tí
henda avgerð teirra gongur
beint ímóti avgerðini hjá
løgmanni, ið varðar av ogn
unum í Tinganesi”.
Marjun Hanusardóttir sig
ur, at hon vildi hava at vita,
hvussu hetta hekk saman.
HS (Herluf Sigvaldson)
greiddi mær frá, at hann
hevði fingið munnlig tæn
astuboð
frá
landsstýris
manninum, Høgna Hoydal,
um at syrgja fyri at fáa BK
(Bjørn Kunoy) inn aftur í
skrivstovuna hjá PP. HS
hevur síðani givið boð um
at fáa atgongd til skrivstov
una og givið BK munnlig
tænastuboð um at seta seg
har í morgun.
Herluf Sigvaldsson vildi
ikki fortelja henni, hvør
hevði brotið lásið upp og
sett nýtt lás í.
Men “hann legði dent á,
at hann altíð fer at gera tað,
sum hansara landsstýris
maður gevur sær boð um”
“Hann hevði eisini sum
rættur embætismaður greitt
landsstýrismanninum
frá,
hvat ein slík gerð kundi
elva til politiskt”.
Hetta er ikki einasta
orrusta, sum er um umrøddu
skrivstovu, tí sama dag, 5.
september, skrivar Kristi
anna Sjóvará upprit “um
hending í sambandi við
læsta skrivstovu 1. septem
ber 2008”
Hon skrivar:
Sunnudagin 31. august
2008 gav løgmaður boð um
at gera skrivstovu klára til
Petur Petersen, fyrrverandi
aðalstjóra, og at tað skuldi
vera skrivstovan, sum Bjørn
Kunoy, fulltrúi, var fluttur
inn í. Marjun Hanusardóttir,
løgmansstjóri, skuldi tosa
við Herluf Sigvaldsson,
virkandi aðalstjóra, og biðja
hann
geva
BK
(bjørn
Kunoy, blm.) boð. Til tess
at geva BK møguleika at
flyta síni ting sjálvur, var
bíðað til seinni um kvøldið,
áðrenn tingini hjá BK vóru
flutt í granna skrivstovuna,
har BK hevði havt skriv
stovu beint frammanundan.
Mánamorgun 1. septem
ber (umleið kl. 8.30) hoyrdi
eg áhaldandi larm á ovaru
hæddini. Eg fór tí upp at vita,
hvat var áfatt. Tá stendur ein
lásasmiðjur og borar í lásið
til skrivstovuna, sum var
fyrireikað til PP. BK hyggur
at. Eg spurdi hvat var áfatt,
og at soleiðis var ikki rætt at
bera seg at. BK segði, at
hann hevði fingið boð frá
sínum stjóra at bora lásið
upp, so hann kundi sleppa
inn á skrivstovu sína, og at
hann var sera ónøgdur og
illur, at hansara lutir uttan
hansara samtykki vóru fluttir.
Eg spurdi um hann ikki hevði
fingið nøkur boð um hetta, tí
eg visti at Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, hevði givið boð til
Høgna Hoydal, landsstýris
mann, og at M. Hanusardótt
ir hevði tosað við H.
Sigvaldsson. Tað kendi BK
einki til, men fór í staðin eftir
avtaluni millum løgmann og
HH (Høgna Hoydal, blm.)
frá februar mánað. Tá eg
fekk at vita, at HS og HH
vóru inni á skrivstovuni, fór
eg yvir at spyrja, um løg
maður ikki hevði tosað við
HH. Jú, løgmaður hevði sent
sms, men HH (Herluf Sig
valdsson, blm.) var ikki samd
ur við løgmann, segði hann.
HS og eg fóru út á gong
ina, har BK bað lásasmiðin
halda fram at bora, meðan
eg bað hann steðga til málið
var greitt. Sylindarin í lásin
um var nú oyðilagt, og ong
in slapp sostatt inn á tómu
skrivstovuna. HS bað lása
smiðin senda rokningina til
UR. Víðari segði HS við
einum smíli, at løgmaður
fór at hava ein trupulleika,
tá fjølmiðlarnir fingu at
vita um hetta mál.
Tann 3. september skrivar
Høgni Hoydal til Jóannes
Eidesgaard:
Eftir tær sera margháttligu
hendingarnar seinastu dag
arnar er øllum greitt, at
okkurt álvarsligt skal gerast
til tess at rætta viðurskiftini
í Tinganesi.
Eg kann í fyrsta lagi,
hvørki góðtaka ella liva við,
at starvsfólk verða viðfarin
soleiðis, at tey verða koyrd
úr síni skrivstovu uttan
nakra ávaring, semju ella
grundgeving. Hetta er ein
heilt óhoyrd framferð, sum
sjálvsagt setir djúp spor í
alt arbeiðslag og viðgerðina
av týdningarmiklum málum
í embætisverkinum.
Í øðrum lagi er sera ilt at
síggja nakra grundgeving
fyri, at teir hølistrupulleikar,
sum vit sita við, har leiðandi
starvsfólk als onga skriv
stovu hava, verða gjørdir
uppaftur
truplari,
hóast
fleiri høli standa tóm í
Skansapakkhúsinum.
Og
eg endurtaki, at eg havi ong
an trupulleika av at sita í
interimistiskum umstøðum
á loftinum til tess at kunna
arbeiða, til ein varandi
loysn er funnin á hølisviður
skiftunum.
Heldur ikki kann eg á
nakran hátt skilja, at hetta
kann fara fram millum polit
iskar samstarvsfelagar –
ella at tað yvirhøvur er eitt
mál, ið verður viðgjørt á
politiskum stigi.
Vit hava ovmikið av polit
iskum málum at loysa og
stríðast við, og skulu á ong
an hátt nýta orku til at stríð
ast um tílíkar spurningar.
Ein avtala varð gjørd og
undirskrivað av okkum báð
um í februar mánaði um,
hvussu vit skipaðu okkum
við starvsfólki og hølum í
Tinganesi til vit fingu eina
varandi loysn á hølisviðurs
kiftunum. Longu tá tyktist
støðugt sum at okkurt órann
sakiligt
stríð tók
seg
upp, hóast tað skjótt kann
staðfestast,
at
tað
eru
ikki hølir ella fermetrapláss,
ið vanta í Tinganesi, í teirri
fyribilsloysnini, vit gjørdu
av at gera.
Hetta var tað, sum eg
ynskti at fáa lagt á borðið á
fundi millum allar tengdar
persónar, tá ein slík opin
tvístøða, tók seg upp.
Tað eydnaðist so ikki í
gjár, men eg heiti enn eina
ferð á teg um beinanvegin
at hava ein slíkan fund, har
embætisfólkini eru við, so
takast kann um rótina á trup
ulleikanum. Tí uttan mun
til, um okkara ráð sita ann
að á mánanum og hitt í Vík
arbyrgi – so skal samstarvast
og greið viðurskifti valda
um uppgávur og mál.
Mær tykir hetta sum eitt
stríð um territorium, vald,
ótta fyri at missa, gomul
stríðsmál o.s.fr. Og tað má
vera okkara skylda, at fáa
viðgjørt tað opið og koma
víðari.
Tað er óneyðugt at siga,
at fortreytin fyri at fáa við
urskiftini í rættlag nú, er, at
støðan viðvíkjandi hending
ini mánamorgunin, verður
normaliserað beinanvegin.
Eg havi tí gjørt av, at tað
starvsfólkið, ið hevur verið
fyri órætti, sjálvandi má fáa
sína skrivstovu aftur í morg
in árini – og at tit ístaðin
kunnu nýta mína skrivstovu
til tykkara starvsfólk, so
ongin verður fyri órætti av
hesum.
Eg geri klárt at flyta
beinanvegin.
Samstundis seta vit alla
orku inn til at loysa hølis
tørvin varandi sum skjótast.
Dagin eftir, tann 4. sep
tember, skrivar løgmaður
aftur til Høgna Hoydal:
Fyri stutt at taka samanum
fundin týsdagin á skrivstovu
míni:
Høgni Hoydal kundi ikki liv
Løgmaður tók eina skrivstovu frá einum fulltrúa í uttanríkisráð
num hjá Høgna Hoydal og tað vildi Høgni Hoydal ikki góðtaka.
Tí gav hann boð um at starvsfólkið hjá uttanríkisráðnum skuldi
hava skrivstovuna aftur, tí annars kundi hann ikki liva við sær
sjálvum. Tað endaði við at lásið varð borað út. Vit prenta sam
skiftið um umstríddu skrivstovuna niðanfyri, so at lesarin sjálvur
kann gera sær eina meting av støðuni
HA vil samráðast
Hells Angels og kriminellu innflytara
bandar í Keypmannahavn hava eftir øllum
at døma lagt vápnini fyri eina stund og
vilja í staðin tosa saman. Tað vil verju
advokaturin, Thorkild Høyer, vera við. –
Eg kann vátta, at HA hevur seriøsar ætlanir
um at fáa málið loyst. Eg kann ikki siga
nakað meiri ítøkiligt, men tað er mín
greiða kensla, sigur han við politiken.dk
Vantandi donsk útgerð
drap enskar hermenn
Tveir enskir hermenn doyði tí donsk útgerð ikki megnaði at
fyribyrgja, at ein fjarstýrd bumba kundi brast.
Hetta er komið fram í Bretlandi um eina hending í Helmand
økinum í Afghanistan í septembur í fjør, tá tveir enskir
hermenn doyðu. Bilurin hermenninir koyrdu í hevði ikki útgerð
til hetta, men valdu at fylgjast við einum donskum bili, í teirri
trúgv, at danski bilurin vardi teir. So var ikki og bilurin fór í
luftina. Nú hava bretar avgjørt at øll bretsk akfør mugu hava
tílíka verju.