mikudagur 17. september 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 178 - 17. september 2008
va við sær sjálvum
Tað er løgmaður, ið varð
ar av ognunum í Tinganesi.
Hetta merkir, at tað er hann,
ið stendur fyri og skipar
hølisnýtsluna.
Eg havi í góðari tíð sagt
tær, at vit máttu finna hósk
andi høli til Petur Petersen.
Tá eingin loysn varð funn
in, havi eg fráboðað tær
avgerð mína. Henda avgerð
stendur við.
Fortreytirnar fyri avtaluni
frá februar um fyribils høl
isnýtslu eru av givnum
orsøkum burtur.
Eg eri fúsur at skipa so
fyri, at víst verður á skriv
stovur í Tinganesi, sum utt
anríkisráðið sum eina fyri
bilsloysn kann nýta.
Í løtuni verður arbeitt við
at finna eina langtíðarloysn
fyri ráðini, sum í dag eru í
Tinganesi. Eitt av ráðunum
verður at flyta úr Tinganesi.
Tað vendi eg aftur til.
Sama dag, tann 4. septem
ber, svarar Høgni Hoydal
løgmanni aftur.
Góði Jóannes
Takk fyri svarið, sum eg
nústaðni havi sæð, tí eg
havi pakkað telduna saman
í gjár, tá eg tømdi skrivstov
una hjá mær, og eri farin á
netið heimanífrá.
Eg havi sum áður nevnt
ongan trupulleika av at fáa
staðfest heilt aðrar loysn
ir ella umbøn um at vit fara
heilt út ella sita hvar sum
helst. Bara vit fáa lagt
greitt, hvør grundgevingin
er, og hvussu til ber at sam
starva og samskifta millum
ráðini uttan hesar persóns
og valdskonfliktir.
Havi bara ikki orð fyri,
hvussu vónsvikin eg eri av,
at slíkt sum hetta kann
henda og tað er ótrúligt, at
tað ikki skal bera til at fáa
tingini at rigga á tí praktiska
planinum. Her liggur annað
handan skræðuna, og tað er
tað, sum eg haldi vit hava
skyldu at gera nakað við, tí
tað oyðileggur politiska
arbeiðið og samstarv mill
um embætisfólkini.
Eg havi frá byrjan av
sagt, tá tú hevur spurt um
hølir:
Sjálvandi vil eg fegin
finna loysnir, men eg havi
onki pláss at vísa á tvørt
urímóti havi eg onki pláss
til høgt sett embætisfólk,
meðan hølir annars standa
tóm í Skansapakkhúsinum.
Tað eiga at vera stjórar
nir, ið standa fyri øllum slík
um praktiskum spurningum
og teir mugu samskifta og
samráðast um loysnir.
Um okkurt politiskt ligg
ur aftanfyri umbønina um
hølir, so vil eg fegin lata
mína skrivstovu til tað og
fara í eitthvørt tømt høli, so
vit ikki skapa órógv millum
starvsfólkini.
Og
undir
øllum umstøðum er jú talan
um interimistiska loysn.
Eg havi sum fráboðað
tikið avgerð um, at eg noyð
ist at rætta ta skeivu hend
ing, sum hevur sett eitt
starvsfólk út, ið onki hevur
við hetta mál at gera, hóast
aðrar og minst líka góðar
hølisloysnir eru klárar og
settar fram til nýtslu.
Annars kann eg ikki liva
við mær sjálvum. Kenni
meg niðurgjørdan og traðk
aðan á og kann ikki góð
taka ta vantandi virðingina,
ið eg havi kent í hesum støð
um, tá praktisk viðurskifti
og arbeiðsbýti millum ráð
ini hava verið á skrá.
Kenni meg sum ein óvæl
komnan gest í Tinganesi,
og kenni meg eyðmerktan
sum eitt slag av geykaunga,
ið tekur búgv í reiðrinum
hjá øðrum og roynir at
skúgva „veruligu“ ungarnar
til viks.
Sum formaður í størsta
flokki á tingi og samgongu
flokki, vil eg ikki finna meg
í at verða tosaður til sum
ein óargaligur skúladrongur
og fáa munnligar skor
fleingjur meðan starvsfólk
hoyra og enntá frá embætis
fólki (og her hugsi eg ikki
um hendingina, sum eg
tíverri nevndi fyri tær, og
har starvsfólkið hevur biðið
um umbering, ið eg ikki
helt vera neyðuga, tí slíkar
reaksjónir eru orsakaðar av
absurdum støðum millum
starvsfólkini).
Yvirhøvur haldi eg tað
vera óhoyrt, at rætturin til
landsins ognir og umsiting
arfæ verður settur upp sum
nakað, ið eg skal biða um
ella góðtaka boð um og
har eg skal kenna øsing og
orðsettan ótta fyri, at eg vil
gera meg inn á nakran ella
vil taka nakað frá nøkrum.
Soleiðis kendi eg tað, tá
starvsfólkabýtið skuldi ger
ast, tá málsøkjabýtið skuldi
staðfestast, tá fíggjarlógin
skuldi gerast og so aftur
nú eftir eitt annars eftir
mínum tykki gott tíðarskeið
í
samstarvinum
okkara
millum síðani í summar.
Avgerðin um at stovna
Uttanríkisráð er ein undir
skrivað politisk avtala og er
ásett í málsøkjakunngerð
og fíggjarlóg. Tað merkir,
at øll fyrisitingin skal virða
hesa avgerð og virka fyri, at
avgerðin kann útinnast í
verki uttan at vit skulu
berjast fyri at vera til.
Hetta er eftir mínum
tykki eisini uppgávan hjá
løgmanni og hansara fyrisit
ing og skyldan hjá eini
miðfyrisiting, sum hevur
orðað nøkur mál, sum eg
havi sera ilt við at síggja
nakað aftur av, í tí, sum eg
havi upplivað higartil í hes
um tvístøðum um hølir og
mál og samstarv.
Eg vil minna á, at høl
istrupulleikarnir eru ein
bráðfeingistrupulleiki
hjá
Uttanríkisráðnum, har eg
ikki hava nakað pláss at
vísa á til míni starvsfólk.
Samstundis vil eg minna á,
at avtalan um hølisviður
skifti og starvsfólkabýti frá
februar var als ikki úrslit av
mínum ynskjum, tí eg vildi
frá fyrsta degi fegin nýta
loftið í Skansapakkhúsinum,
til ein varandi loysn varð
funnin. Og tað undrar meg
stórliga, at avtalan ongantíð
hevur verið hildin og nú
verður søgd upp uttan
grundgeving.
Fari at spyrja, um eg skal
tulka tað soleiðis, at avtalan
um starvsfólk heldur ikki
er galdandi?
Í dag havi eg, sum tú
helst veitst, tosað við embæt
isfólkini á Løgmansskriv
stovuni. Har appeleraði eg
staðiliga til, at vit í friðar
ligheit rættaðu hendingina,
sum nú elvdi til opið stríð
og gjørdi greitt, at eg fegin
vil tosa opið um undirliggj
andi konfliktirnar og gjarna
fari út úr Tinganesi, um tað
hjálpir nakað.
Tað var kanska skeivt av
mær at fara beinleiðis til tíni
starvsfólk, men tá tú ikki
vilt tosa við meg um málið,
helt eg tað kortini vera rætt.
Tey vístu til, at tey máttu
boð frá hægri stað, men
annars helt eg, at prátið var
rímiligt og vísti, at alneyðugt
er at tosa um trupulleikarnar
opið og at fólk fáa høvi at
siga sína erligu hugsan við
hvønn annan.
Eg havi givið mínum
stjóra boð um at fáa rættað
hendingina og at samskifta
við stjóran á løgmansskriv
stovuni um hetta og annars
at finna varandi loysnir.
Eri farin úr míni skriv
stovu, sum eg allatíðina
havi bjóðað sum loysn, og
siti nú uppi í fundarrúmin
um.
Fari eftir hetta ikki aftur
at gera meg til part av lutum
í umsitingarligum og hølis
spurningum, uttan tá tað
snýr seg um politiskar rað
festingar og fíggjarspurn
ingar.
Haldi, at slíkt eigur at
loysast eina og aleina sum
sakligt samskifti og samráð
ing
millum
stjórar
og
embætisfólk út frá fryml
inum:
Hvør er tørvurin til tess
at uppgávurnar verða loyst
ar og starvsfólkameingið
fullnýtt og virt?
Hvat er ynskiligt við
atliti til umboðan og upp
gávur hjá ráðunum?
Hvar kann samstarvast
um felags funksjónir og
peningur sparast?
Vinarliga Høgni
Fríggjamorgunin hendir so
aftur tað, at lásið í umrøddu
skrivstovu er skift. Eyðun
Luid skrivar til Marjuna
Hanusardóttir at hann hevur
kannað, hvat í er hent við
hurðini hjá Peturi Petersen.
Sylindarin er boraður út og
nýggjur sylindari, sum vit
ikki hava lykil til, er ísettur.
Hetta eru tey skjølini,
sum eru til taks í málunum.
Kortini
skal
leggjast
afturat, at eitt skjal er eisini
sum vísir, at tá ið samgongan
varð skipað, varð semja
gjørd ímillum Høgna Hoy
dal, sum tá var landsstýris
maður í uttanríkismálum og
Jóannes Eidesgaard, løg
mann, um, hvørji høli og
hvørji starvsfólk, uttanríkis
ráðið skuldi hava til taks og
eftir tí, er hendan umstrídda
skrivstovan ein partur av
uttanríkisráðnum.
Umframt hesi skjølini, hev
ur eisini eitt ávist sms sam
skifti verið ímillum Høgna
Hoydal og løgmann um mál
ið og tað hevur Høgni Hoy
dal latið okkum fáa innlit í.
Sambært Høgna Hoydal
nevnir løgmaður á leið 10.
august, at Petur Petersen
skal hava skrivstovuhøli.
Høgni Hoydal svaraði, at
hann hevði ongi høli, men
at hann bjóðaði Peturi Peter
sen sína egnu skrivstovu.
Løgmaður sms’ar 31.
august
”Havi givið LMS (løg
mansskrivstovuni,
blm)
boð um at gera skrivstovuna
klára til Petur Petersen. Tað
verður tann skrivstovan,
sum Bjørn Kunoy var flutt
ur inn í.”.
Høgni svarar sama dag
”Nei, tað gongur ikki.
Hetta verður reint kríggj
millum starvsfólkini, og vit
hava Hákun uttan nakra
skrivstovu yvirhøvur. Vit
mugu finna sakligar loysnir
rundan um eitt borð. Petur
kann heldur taka mína skriv
stovu.”
….onki svar
Høgni sms’ar aftur 1.
september
”Vit mugu hava ein
kreppufund í morgin áðr
enn. Hetta kann ongin bjóða
fólki. Bjørn farin til hús í
dag, Hákun onga skrivstovu,
nýtt fólk byrjar fyrsta dagin
í UR (uttanríkisráðnum
blm) – og Petur drigin inn í
eitt stríð, sum ongin skilur.
Havi ongantíð verið úti fyri
nøkrum líkinandi. Eg veri
har út beint eftir 8.”
Hetta eru síðstu skjølini,
vit hava fingið hendur á í
málinum.
Sosialurin í morgin:
Høgni Hoydal:
Løgmaður fór
út um mark
Tað var ikki eg, ella nakar annar í uttanríkisráðnum,
sum breyt inn já løgmanni. Fyrsta innbrotið var á eina
skrivstovu hjá uttanríkisráðnum. Tað sigur Høgni
Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður um umstríddu
skrivstovuna. Vit fingu eina viðmerking frá honum
beint fyri døgverða í dag,
men tað var so seint, at
tað eydnaðist ikki at fáa
hana í blaðið í dag, áðrenn
tað fór til prentingar. Men
í samrøðuni, sum vit
prenta í morgin, sigur
hann, at løgmaður fór út
um sínar heimildir og
hann heldur, at tað er
ófatiligt, at málið nú er
snarað til, at tað er hann,
sum er trupulleikin
Tíðindadeildir lagdar saman
Íslendska kringvarpið fremur nú somu bygnaðarbroyting sum tað
føroyska, tí í gjár kunngjørdi aðalstjórin, Páll Magnússon, at
tíðindadeildirnar hjá útvarpinum og sjónvarpinum eru lagdar saman, og
at skipanin kemur í gildi beinanvegin. Samstundis varð fráboðað, at
Óðinn Jónsson, sum hevur verið tíðindaleiðari í útvarpinum, skal standa
á odda fyri teirri samanløgdu deildini. Um endamálið við at leggja
saman segði stjórin, at samanleggingin skal styrkja tíðindatænastuna í
útvarpinum, sjónvarpinum og á alnótini.
Krónan ikki skyldina
Hóast íslendska krónan er viknað munandi teir
seinastu mánaðirnar og tykist óstøðug samanborið
við onnur gjaldoyru, hava íslendskir útgerðarmenn
ongan skund til at fara frá krónuni og at velja annað
og tryggari gjaldoyra ístaðin fyri. Talsmaðurin hjá
útgerðarmonnunum, Friðrik J. Arngrímsson, sigur við
bløðini, at væl er krónan óstøðug, men tað er kortini
ikki hennara skyld, at íslendski búskapurin er so
ótryggur. Tann frágreiðingin liggur hjá teimum, sum
stýra peningaviðurskiftunum, sigur hann.