Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 178 - 17. september 2008 Við løtuna í fiski-og tilfeingismálaráðnum í morgun vissaði Tórbjørn Jacobsen sínar fyrrverandi starvsfelagar um, at avgerðin hjá løg- manni um at siga sam- starvið við Tjóðveldið upp, stingur djúpari enn lyklarholið í Tinganesi. - Løg- maður hevði ikki rygg til at rudda upp arvin eftir sær sjálvum í samgonguni undan hesari, segði fyrrverandi landsstýrismaðurin Farvæl Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun var Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi lands­ stýrismaður í fiski­og til­ feingismálaráðnum og segði sínum fyrrverandi starvsfeløgum farvæl. Løt­ an fór fram í kantinuni, har væl av fólki vóru savnað. Tórbjørn Jacobsen segði sínum fyrrverandi starvs­ feløgum, at hann gjøgnum fjølmiðlarnar fekk at vita, at dagar hansara og hjá Tjóðveldinum í Tinganesi vóru taldir. Stutt eftir fekk lands­ stýrismaðurin so í brævi at vita frá løgmanni, at hann var loystur úr starvi. ­ Her stóð bert, at eg var loystur úr starvi, og eingin tøkk var fyri gott samstarv, segði hann í løttum tóna. Tórbjørn segði, at málið um samgonguslitið av løg­ manni er gjørt til at mál um, hvør hevur lirkað eitt lás upp í Tinganesi ella ikki. Í stuttum segði fyrrver­ andi landsstýrismaðurin, at málið byrjaði, tá ein fulltrúi í uttanríkisráðnum kom aftur av havrættarráðstevnu í Evropu. ­ Tá fulltrúin Bjørn Kun­ oy kom aftur á sínar dyr í Tinganesi, stóð navnið Petur Petersen á hurðini, sam­ stundis sum trúnaðarskjøl hjá Bjørn lógu og sløddust um alt Tinganesi, sum Tór­ bjørn Jacobsen tók til. Stórar vónir Fyrrverandi landsstýrismað­ urin segði, at hann í februar sum nývaldur í landsstýrið hevði stórar vónir um tey mál, sum flokkarnir í sam­ gonguni vóru komnir til sættis um og høvdu sett út í kortið. ­ Eg hevði vónir um, at vit fóru at megna at fremja hesi mál, soleiðis at vit kundu fáa eina optimala og burðardygga fiskivinnu til gagns fyri vinnuna sjálva og alt samfelagið. Hann segði, at endamálið við einum vælskipaðum og lívfrøðiliga burðardyggum fiskivinnupolitikki í fyrsta lagi hevði til endamáls at gera føroyska búskapin sjálvberandi. Við løtuna í fiski­og til­ feingismálaráðnum vissaði Tórbjørn Jacobsen sínar fyrrverandi starvsfelagar um, at avgerðin hjá løg­ manni um at siga samstarvið við Tjóðveldið upp, stingur djúpari enn lyklarholið í Tinganesi, sum hann tók til. ­ Tá krubban er tóm, bítast hestarnir. Við fram­ skrivingum fer komandi fíggjarlóg at hava eitt hall uppá 400­500 miljónir krónur. Tórbjørn legði aftrat, at ráðið, sum hann umsat, er ikki orsøkin til stórar eyka­ útreiðslur á fíggjarlógini, men er innanfyri karmin av sáttmálabundnum lønarút­ reiðslum. Fyrrverandi landsstýris­ maðurin segði seg onga løtu ivast í, at tað serliga er avtalan í samgonuskjalinum um skerjingar í ríkisveiting­ ini, sum er høvuðsorsøkin til, at løgmaður segði sam­ starvið við Tjóðveldið upp. ­ Løgmaður hevði ikki rygg til at rudda upp arvin eftir sær sjálvum í samgong­ uni undan hesari, legði Tórbjørn aftrat. Hann segði, at nú er so líkt til, at aðrir flokkar koma at stýra heimastýrinum í koloniini Føroyar, sum hann tók til. ­ Gerhard Lognberg er aftur í hitanum hjá Javnaðar­ flokkinum, og mangt bendir á, at almennar ognir nú skulu seljast fyri at fíggja ein Sandoyartunnil. Dugnalig fólk Tórbjørn Jacobsen nýtti eisini við løtuna í morgun høvi at takka fyrrverandi starvsfeløgum sínum í fiski­ og tilfeingisráðnum fyri gott samstarv. ­ Eg haldi, at vit hava havt eitt sera gott samstarv. Tit eru fryntlig, dugnalig og arbeiðssom, og eg hevði ynskt, at eg fekk stundir at lært tykkum betur at kenna. Fyrrverandi landsstýris­ maðurin segði, at tá hann í sínari tíð gjørdist landsstýr­ ismaður í undirvísingar­og mentamálum, hevði hann ikki somu kenslu, sum nú hann hevur verið á ovastu rók í fiski­og tilfeingismála­ ráðnum. ­ Tá eg byrjaði í undirvís­ ingar­ og mentamálaráðnum, hevði eg siglt í 30 ár, har neyðugt alla tíðina hevði verið við ”disiplini”. Eg fekk eitt sindur av einum sjokki, tá eg sá, at tað kundi ganga rúm tíð á morgni, áðrenn eg sá nakað serligt til starvs­ fólkini – og longu klokkan 14.30 var lítið fólk eftir í ráðnum. Kanska var tað eg, sum gamal sjómaður, ið ikki dugdi so væl at venja meg við ”flekstíðir”. Tað var kanska trupult hjá einum nýggjum landkrabba at skilja hetta, sum hann tók til. Samstundis, sum Tór­ bjørn rósti øllum sínum fyrrverandi starvsfeløgum í fiski­ og tilfeingismálaráð­ num, helt hann fyri, at Rógvi Reinert er ein góður, greiður og dugnaligur aðal­ stjóri. ­ Í eini nøgdsemiskann­ ing her í ráðnum er komið fram, at kunningin kundi verið betri. Kanska er Rógvi Reinert í so nógv av tí gamla skúlanum, men eg ivist onga løtu í, at hetta verður betri, segði hann skemtandi. At enda segði Tórbjørn Jacobsen, at skuldi tað hent, at boð vórðu eftir honum í fiski­og tilfeingisráðnum eina aðru ferð, hevði hann ikki sagt nei takk. Tórbjørn greiður Rógvi Reinert, aðalstjóri, segði, at hóast Tórbjørn Jacobsen úteftir kann vera harðmæltur, so er oftast meira enn ein persónur í sama persóni. ­ Soleiðis er eisini við Tórbirni. Hann dugir væl at taka tað skemtiliga og stuttliga við, tá hart leikar á, og tað ger tað viðhvørt lættari at fáa úrslitini fyri dagin. Aðalstjórin segði, at fyrr­ verandi landsstýrismaðurin hevur verið góður at arbeitt saman við á nógvum økj­ um. ­ Hann er greiður, og tú veitst, hvat tað er, hann vil. Tær nýtist ikki at leita í toku eftir tí, sum hann miðjar eftir, og tí er lætt at leggja ætlanir og stinga út í kortið saman við honum. Rógvi Reinert segði, at hetta hevur verið ein áhugaverd tíð saman við Tórbjørn Jacobsen. Bíligari bensin Shell í Danmark lækkar prísin fyri ein litur bensin við 50 oyrum frá í morgin. Prísirnir fara tá at verða 10,85 krónur fyri oktan 92 og 10,91 fyri oktan 95. Eisini oljuprísurin fer at lækka í Danmark í morgin. Tá lækkar prísurin við 15 oyrum niður í 10,13 krónur. Eisini Statoil lækkar bensinprísin við 48 oyrum og oljuprísin við 15 oyrum. Harvið merkist nógv fallandi ráoljuprísurin nakað aftur hjá brúkarunum. Ein tunna av ráolju á Brent­noteringini kostaði mikudagin 92,86 dollarar. Arbeiðsloysið veksur í Onglandi Talið á arbeiðsleysum bretum hevur ikki verið so høgt síðani 1999, og tað leggur nýtt trýst á Gordon Brown, forsætismálaráðharra. Arbeiðsloysið í Stórabretlandi er í øðrum ársfjórðingi vaksið til 5,5 prosent, upplýsir stjórnin. Í alt vóru 1,72 milliónir í Bretlandi uttan arbeiði og tað undirstrikar, at fíggjarkreppan hevur bitið seg fasta í Bretlandi. Hesi tølini koma fram bert fáar dagar undan stjórnarflokkurin, Labour, heldur sín ársfund í Manchester. Tobbi segði farvæl Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiski-og tilfeingismálum segði sínum fyrrverandi starvsfeløgum farvæl í morgun. Her taka Tórbjørn Jacobsen og Rógvi Reinert, aðalstjóri, í hondina á hvørjum øðrum Mynd: Álvur Haraldsen