Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 178 - 17. september 2008 - Eg havi onga ábend- ing fingið um ein kjans sum fíggjar- málaráðharri, og fái eg eina slíka áheitan, taki eg ikki av, sigur Bárður Nielsen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Beinanvegin sum nýggjar samráðingar fóru í gongd, byrjaðu ymsar søgur at ganga. Ein teirra var, at fær Sambandið fíggjarmál, verður nýggi fíggjarmála­ ráðharrin Bárður Nielsen. Men hesum vísir Bárður sjálvur aftur. ­ Eg fór burtur úr politikki fyri hálvumøðrum ári síðani, og tað verður ikki í bræði, at eg fari uppí aftur. Hvat so hendir einaferð í framtíðini ber ikki til at siga nakað um, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at hann hevur tosað við leiðaluna í Sam­ bandsflokkinum, men har er eingin ábending komin um, at flokkurin ynskir at fáa hann út í Albert Hall. ­ Tað, at eg havi tosað við flokkin, er av berum forvitni og einki annað. Míni boð hava verið rímiliga greið allan vegin ígjøgnum hesum viðvíkjandi, sigur Bárður Nielsen. Henda leysasøgan er sjálvandi eisini upp á forkant við veruleikan, tí sambært teimum trimum floksformonunum er einki avgjørt enn um nakað málsbýti, og tí er heldur ikki víst, at Sambands­ flokkurin fær fíggjarmál. Men undir øllum umstøð­ um vísir Bárður greitt aftur, at hann er eitt møguligt fíggjarmálaráðharraevni hjá Sambandsflokkinum. Bárður Nielsen. Ikki eitt evni sum fíggjarmálaráðharri Bárður ikki í Albert Hall - Eg veit væl, at í politikki skal man bara taka ein dag í senn, men eg eri ógvuliga vónbrotin av mátanum, samstarvið varð sagt upp, sigur Óluva Klettskarð POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hon fekk ikki meiri enn tvær vikur í illa gitna menta málaráðharrastólinum. ­ Ikki tí, stólurin var fínur at sita í, men tíðin gjørdist so stutt, at eg ikki rættiliga fekk sett meg inn í øll mál­ ini, sigur Óluva Klettskarð. Og uppsøgnin kom sum snarljós av klárum himli. ­ 20 minuttir í trý byrjaðu fjølmiðlafólk at ringja fyri at fregnast um, hvat var á vási, nú løgmaður hevði kalla inn til tíðindafund. Vit royndu so at finna út av hvat hendi, men fingu einki at vita fyrr enn løgmaður ringdi fimm minuttir í trý og boðaði frá uppsøgnini, sigur Óluva Klettskarð. Hon hevði annars sett seg so væl inn í starvið, sum tilbar, og hevði gjøgnum­ gingið flestu málini saman við fráfarandi mentamála­ ráðharranum, Kristinu Háfoss. Og tað somuleiðis við góðum treysti, at hon fór undir starvið. ­ Eg hevði als onga ábend­ ing fingið um, hvat fór at henda. Alt hendi so knapp­ liga, at man fekk í veruleik­ anum ikki stundir at reagera, sigur Óluva Klettskarð. Veit ikki hvat hendir At samgongan skuldi slitna so knappliga kom sum nevnt púra óvart á Óluvu Klettskarð. ­ Eg má viðganga, at tað var ikki júst hetta, eg hevði væntað, tá eg játtaði at taka við sum mentamálaráðharri. So man kennir seg ein sindur býttan, tá heta hendi, sigur hon. Tað var tað nú so nógv umrødda lásamálið í Tinganesi, sum Sosialurin í síðstu viku avdúkaði, ið var beinleiðiðs orsøkin til, at løgmaður segði upp samstarvið við Tjóðveldi. ­ Men eg kann ikki ímynda mær, at tað var veruliga orsøkin til uppsøgnina. Har má okkurt annað og meira liggja aftan fyri, og hvat tað er, kann eg bert gita um, sigur Óluva Klettskarð. Tá Sosialurin tosaði við hana í morgun, gjørdi hon seg til reiðar at taka starv sítt upp aftur sum studenta­ skúlalærari á Kambsdali. Og hvat annars hendir, dugur hon ikki at siga nakað um. ­ Eg eri jú ikki í tinginum longur, so eg veit einki um politisku viðurskiftini í dag, sigur Óluva Klettskarð. Viðvíkjandi løn fyri tíð­ ina sum landsstýriskvinna í mentamálum veit hon einki at siga. ­ Tað er heldur ikki tað, ið eg hugsi mest um, sigur Óluva Klettskarð, sum nú er fyrr­ verandi mentamálaráðharri. Óluva ógvuliga vónbrotin Óluva Klettskarð fekk bert góðar tvær vikur í mentamálaráðharrastólinum Gerhard við í samráðingunum Stóri ivin í sambandi við ABC­samráðingarnar hevur verið, hvar Gerhard Lognberg stendur. Hann váttar í morgun, at hann tekur lut í samráðingunum. – Sjálvandi samráðist eg við Javnaðarflokkinum, men tað verður alt avgerðandi, um eg fái nakað við í sam­ gonguskjalið um Sandoyartunnilin. Fái eg tað, er tað óført, og fái eg einki við, er støðan hin sama, sum hon var framman undan, sigur Gerhard Lognberg. Hann letur annars væl at gongdini í samráðingunum. – Vit byrjaðu klokkan hálvgum tíggju í morgun, og eg vænti, at vit halda fram allan dag, segði Gerhard Lognberg tá vit tosaðu við hann í morgun.