mikudagur 17. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 17. september 2008
13
Framløga í Miðlahúsinum
11. september 2008
Eg eri boðin at hava
framløgu sum forkvinna
í Javnstøðunevndini. Tí
havi eg fyrst og fremst
hugt at viðurskiftum í
kanningini, sum kunnu
hava ávirkan á, at so
nógvar kvinnur velja at
halda seg burtur úr
Føroyum
Smb. tølum frá Hagstovuni
hava menn verið í meiriluta í
FØ seinastu 80 árini.
Hetta er einki eindømi fyri
Føroyar. Á øllum smáplássum
kring Norðuratlantshav eru í
dag færri kvinnur enn menn.
Tær rýma á stór pláss, tí at tær
fáa ikki nóg nógvar arbeiðs
møguleikar í fiskivinnusam
feløgunum. Tær kenna seg
skerdar í hesum samfeløgum,
og tí rýma tær til størru býirnar.
Tær fáa útbúgving og størv,
sum eru í størru býunum, ikki á
smáplássunum.
Kvinnurnar flyta fyrst til
høvuðsstaðin í landinum og so
til høvuðsstaðin í ríkinum. Úr
provinsini til stórbýin. Hetta er
neyvan serføroyskt.
Og kanningin, sum vit við
gera í kvøld, vísir eisini, at tey,
sum koma heim, bæði kvinnur
og menn, vilja, nógv tey flestu,
búgva í Tòrshavn. Tey hava
ongar planir um at flyta út á
bygd. So tað er meginøkið ella
stórplássini, sum vinna í kapp
ingini um íbúgvar.
Vit hava eitt útoyggjafelag,
sum stríðist fyri at útoyggjar
skulu yvirliva (allarhelst í mun
til Havnina), og vit hava
Norðuratlantsbólkin, sum hevur
tikið eitt áhugavert stig til at
finna útav, hvussu vit fáa fólka
talið at veksa í FØ við at fáa
fólk at venda heimaftur, soleið
is at føroyska samfelagið kann
mennast og kanska enntá
yvirliva.
Tradisjónin
Nógv av teimum spurdu halda,
at samfelagið er ov konserva
tivt. Men hetta tykist ikki hava
stórvegis týdning fyri, um tey
flyta heimaftur ella ei.
Ja, vit liva í einum sera tradi
sjonellum samfelag. Lønar
munirnir millum kynini eru
risastórir. Menninir vinna peng
arnar, og kvinnurnar arbeiða
niðursetta tíð, ella arbeiða
heima við hús. Og familjan
eitur maður, kona og 2,7 børn.
Eru vit støk, eru vit ónormal.
Fyri ikki at tosa um, hvis vit
eru samkynt.
Og so eru vit sannsýnligvís
eisini heimleys, tí at tey fægstu
hava ráð til tak yvir høvdið við
einari inntøku. Her manglar
politisk raðfesting í denn grad.
Kristna trúgvin spælir ein
stóran leiklut. Her er ein munur,
at yvir 90 prosent av útisetun
um: ongantíð ella sjálvdan eru
til guðstænastur/á møti. Kristin
dómurin er eisini nógv til staðar
í politikki. Hetta man vera lítið
tiltrekkjandi hjá fólki, sum ikki
búgva í FØ.
Og so kann eg ikki lata vera
við at nevna tað. Frá 1948 (ja
langt áðrenn tað, sjálvandi), tá
ið tingið bleiv lóggevandi, og til
dagin í dag (við sera fáum
undantøkum) hevur føroyski
politikarin verið í kallkyni, og
nakað væl til aldurs komin.
Hetta sæst væl og virðiliga
aftur í teimum politisku rað
festingum, sum higartil hava
verið gjørdar í Føroyum.
Til fyri sera stuttari tíð síðani
vóru næstan eingi konufólk at
síggja í almenna rúminum. Men
nú eru tær (guðhjálpimær) so
smátt byrjaðar at stinga nøsina
fram og blanda seg, bæði í
leiðslu á almennum arbeiðs
plássum og í politikki. Innan
leiðslu í privata vinnulívinum
og í nevndum, sum geva nógvar
pengar, eru kvinnur tó enn so
gott sum ósjónligar. Men hesin
spurningur verður eisini nógv
umrøddur í okkara grannalond
um, har kvinnur eisini eru frá
verandi innan leiðslu og í nevnd
um í privata vinnulívinum.
Havi eitt sindur ilt við at
skilja orsøkina til tær fráverandi
kvinnurnar í politikki. Tí her
hjá okkum, sum í øllum fiski
vinnutjóðum, hevur kvinnan
einsamøll koyrt biksina heima,
meðan maðurin hevur verið til
skips. Við so nógvum valdi á
heimafrontinum, hví hava før
oysk konufólk so ikki, sum tey
íslendsku, verið meira virkin í
politikki? Hesin spurningurin
kundi verið áhugaverdur at
viðgjørt.
Børn hava tað gott og trygt í
FØ. Tey eru trygg, og kunnu
sjálvi renna, har tey hava hug.
Og tey flestu foreldur hava
bakland sum ommur og abbar,
sum gleðiliga taka sítt tørn.
Men baksíðan av medaljuni við
at liva í einum lítlum samfelag
er manglandi anonymitetur,
sosialt eftirlit, og annars næstan
eingi av teimum tilboðum, sum
eru í stórbýnum.
Tí Føroyar eru ein provins, og
blíva ongantíð til stórsamfelag,
við teimum fyrimunum og vans
um, sum stórsamfelagið hevur.
Kanska er tað lættari fyri
kvinnurnar at bróta mynstur
uttanfyri Føroyar. Kanska er tað
tankin um tær tradisjonellu
kynsrollurnar, sum eftir lønar
muninum og eftir kvinnuligari
luttøku á arbeiðsmarknaðinum
at døma, enn trívast væl í Føroy
um, sum er frástoytandi. Í Dan
mark og aðrastaðni er kanska
lættari fyri konufólk at velja
júst tann lívsformin, sum tær
ynskja, enn tað er í pinku
landinum Føroyum.
Hvat kann gerast?
Viðvíkjandi konservativa sam
felagnum er tað viktugt alla
tíðina at mýkja karmarnar fyri
tí normala. Tað er viktugt, at so
nógv sum møguligt (eisini
kvinnur) stinga nøsina fram og
blanda seg, eisini uttanfyri
heimið. Í almenna kjakið, í
politikk, í leiðslu, á arbeiðs
marknaðinum. Alla staðni. So
at tað ikki longur verður
‘ónormalt’ at hoyra konufólk
við áskoðanum.
Undan løgtingsvalinum í
januar vóru evni sum vælferðar
tænastur, kvinnutrot og javn
støða nógv umrødd. Hetta
hongur saman. Og snýr seg um
politiskar raðfestingar. Og um
viljan til eitt vælferðarsamfelag.
Politiski myndugleikin eigur,
í nógv størri mun enn higartil,
at arbeiða meira virkið fyri at
fáa javnstøðu innførda í øll løg
í samfelagnum. Hetta kann
gerast uppá nógvar mátar. Men
tað krevur politiskan vilja og
raðfestingar.
Her er ov mikið at tríva í:
lønarmunir millum kyn,
hvussu ber til at kombinera
familjulív og arbeiðslív,
undirvísingartilfar í
fólkaskúlanum. Og eg kundi
hildið fram.
Sum er, er Demokratia so
gott sum tað einasta tiltakið á
javnstøðuøkinum, umframt
Javnstøðunevndina.
Demokratia arbeiðir við at fáa
fleiri kvinnur at taka lut í
politiskum avgerðum.
Úrslitið av arbeiðinum hjá
Demokratia hevur nógv at siga
fyri, hvussu politisku
raðfestingarnar verða í
Føroyum frameftir. Og harvið
nógv at siga fyri, hvussu nógv
fólk tíma at búgva her í
framtíðini.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Kvinnuundirskot og
konservativa samfelagið
Tíðargreinin
tíðargreinin
Kristianna Winther Poulsen,
forkvinna í javnstøðunevndini