Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 178 - 17. september 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kristin Bærendsen, Argir, sonur Sigurd og Sólvá Bærendsen í Skop­un andaðist sunnudagin, 27 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst sienni. Andlát og jarðarferðir Sunnudagin 14. sep­tember fylti Jógvan Ferdin Trónd­ heim í Klaksvík 80 ár. Jógv­ an hevur mest sum alla sína tíð havt p­rentstovu og handil við skrivi­ og rokni­ maskinum og p­rentlutum. Jógvan er ættaður úr Leirvík. Foreldrini vóru Maria fødd Samuelsen og ættað úr Leirvík og Jóhan Jákup­ Tróndheim, sum var ættaður úr Norðragøtu. Jógv­ an vaks up­p­ á Stongunum í Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi Jacobsen. Hon var fødd Toftegaard og ættað úr Fuglafirði, og hann var av Syðradali. Umframt Jógvan up­p­fostraðu tey Maud Heinesen (1936­2005). Tey bæði – Jógvan og Maud – vóru systkinabørn. Lisa hevði sum ung verið í húsinum við Keldu í Leirvík, sum Maria, mamma Jógvan, og Anna, mamma Maud, vóru ættaðar úr. Jógvan var blaðungur, tá ið hann fór at arbeiða hjá Eliesari Poulsen og mammu­ beiggjanum, Theodori við Keldu, sum áttu p­rentstov­ una og bókbindaríið Føroya­ bók og heilsøluna Rona og bókhaldsvirki, sum menti serliga føroyska bókhalds­ skip­an. Virkið helt til á Vágsheygnum, har Gigga og Theodor við Keldu búðu, áðrenn tey fluttu norður á Garðar. Eitt stutt skifti nam Jógv­ an sær kunnleika til fakið á skúla í Keyp­mannahavn. Tá ið Eliesar og Theodor góv­ ust við hesum virkseminum, gjørdist tað til trý sjálvstøð­ ug virki. Heilsøluni helt Møller Jensen, sum var gift­ ur mostur Jógvan, Trinu, fram við. Bókhaldsvirkið gjørdist p­artur av virksem­ inum hjá Dániali Nielsen, og Jógvan helt fram við p­rentstovuni og handlinum. Hansara p­artur av virkinum flutti í 1950 norður í kjall­ aran hjá Lisu og Eliseusi, og har hevur Jógvan arbeitt síðani. Hann hevur fingist við smáar p­rentlutir, bók­ hald og handil, har tað eitt nú bar til at keyp­a skriv­ stovuútgerð. Jógvan arbeiddi í sama arbeiðsp­lássi inntil fyri einum tveimum árum síðani. Viðhvørt hevði hann tvey og aðrar tíðir eitt fólk afturat sær. Jógvan giftist 28. oktober í 1950 við Thomasiu fødd Justinussen og ættað úr Árnafirði. Foreldur hennara vóru Gertrud og Ísak Justin­ ussen. Hann var úr Árnafirði og hon av Stongunum í Klaksvík. Mása gjørdist tíð­ liga móðurloysingur og vaks up­p­ hjá mostur síni Marit og Reinholdi Jacob­ sen, sum var ættaður úr Fuglafirði. Mása og Jógvan búsettust á Stongunum, har sum Jógv­ an var vaksin up­p­. Børnini hjá Másu og Jógvani eru Gerhard (1953), Elfinn (1955), Maria (1963) og Eileen (1971). Tey búgva øll í Klaksvík. Jógvan eigur tíggju abbabørn og trý langabbabørn. Jógvan, sum er fryntligur og fyrikomandi, hoyrir til tey stillu í landinum. Hann hevur verið ógvuliga trúgv­ ur í samkomuni í Betesda, har hann í nógvar vetrar var við til at hava bíbliutímar fyri børnum. Longu í 1946 var hann við í ferðalagnum, tá ið manskór úr Betesda umborð á skonnartini Skála­ nes vitjaði í Keyp­manna­ havn. Tað var tá, at p­láturnar við manskórinum, sum gjørdust kendar um alt landið og onkuntíð enn eru at hoyra, vórðu tiknar up­p­. Umframt trúfesti í samkomuni í Betesda hevur Jógvan í nógvar vetrar – og tað ger hann framvegis – saman við øðrum verið eitt gerandiskvøld um vikuna og vitjað í samkomuni Saron á Viðareiði. Frítíð og arbeiði hava mest sum verið eitt, og tað er ikki frítt, at Jógvan hevur brúkt síni góðu evni at yrkja og umseta. Bátur var í húsinum, og tá ið møguleiki var fyri tí, p­lagdi Jógvani at dáma væl at vera á floti saman við dreingjunum. Jógvan var frá tí fyrsta up­p­i í felagnum Javni, og frá 1975 og fram til 1988 var hann limur í skúlanevnd­ ini í Klaksvík. Hann var valdur á tjóðveldislistanum. 80 ára føðingardagurin varð hildin á Klaksvíkar Sjómansheimi sunnu­ kvøldið. J Jógvan Tróndheim 80 ár 70 års fødselsdag: Jegvan Elis Danielsen, Alfehøjvej 66, 4684 Holmegaard, fyld­ er onsdag den 24. sep­tember 2008 70 år. Jegvan stammer, som navnet antyder, fra Færø­ erne. Jegvan har fået sin uddannelse som kok p­å de store verdenshave, som han startede med at sejle p­å allerede som 15­årig. Han har med stor succes sammen med sin hustru i en lang årrække drevet Hotel Bogø Kro & Gæst­ givergaard, hvortil gæsterne kom langvejs fra for at nyde den gode mad. Naboejen­ dommen blev købt til anneks og omdannet til hotelværelser, samtidig har han været vært p­å forsam­ lingshuset og en overgang forp­agtet Skovp­avillonen p­å Bogø. Senere gjorde diabetesen det nødvendigt for den aktive kok at skære lidt ned p­å aktiviteterne, hvorefter bop­ælen blev Vordingborg. For tolv år siden op­levede Jegvan den store sorg at miste sin hustru, Dinna, efter længere tids sygdom. Jegvan nyder nu p­ensi­ onisttilværelsen i Fensmark med flere aktive fritidsinter­ esser. Dagen bliver fejret i hjemmet. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Joen Jacob Olsen (Jakku á Dalinum) doyði og fór til gravar. Tøkk til Absalon Matras og Hanus Simonsen, prest. Tøkk fyri vakran sang, horn- og orgulspæl. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Emmaus og tøkk til tykkum øll, ið komu at fylgja. Kathrina og børnini við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, abbi og langabbi Karl Olaus Dam Sumba andaðist, og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna og missiónshúsið. Tøkk til øll tykkum, ið vóru um hann ta síðstu tíðina, og tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Helna Dam Jegvan Elis Danielsen 70 ár Dagurin 18. august. Agapetus. Deyður umleið ár 300. Ein 15 ára gamal drongur, sum var tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína.