mikudagur 17. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 17. september 2008
15
tíðindi
Støðugt hækkandi
brennievnisprísirnir
noyða vísindafólk
kring allan heimin
at kanna aðrar orku
keldur. Elbilurin er
einki nýtt hugtak á
heimsmarknaðinum,
men heldur ókent
er tað í Føroyum.
SEV og felagið Sp/F
Baldursbrá skipa
6. oktobur fyri
kunnandi tiltaki í
Norðurlandahúsinum,
har júst hetta verður á
skránni
VARANDI ORKA
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Í Danmark verður miðvíst
arbeitt fram móti at skifta
dálkandi akførini úr við
náttúruvinarligar el-bilar. Í
verandi løtu er granskingin
komin fram til, at bilarnir
megna í ein vissan mun at
koyra við elorku, og partvíst
við vanligum brennievni.
Hetta merkir at motorurin
slær til tá nógv orka skal til.
Og í undanbrekkum løðir
hann upp aftur.
Torben V. Holm, ið er
projektleiðari hjá DONG í
Danmark, verður við til til-
takið í Norðurlandahúsin-
um, og kemur at greiða frá,
hvussu arbeitt verður við at
menna loysnir og tøkni,
sum kemur at stuðla skift-
inum frá olju til el.
Sum flestum kunnugt er
náttúrliga tilfeingið av olju
avmarkað, og minkandi
goymslurnar hava við sær
ógvuligar
príshækkingar.
El-bilurin kann roknast sum
framtíðar
ferðsluhátturin,
ið kemur at kollvelta dálkin
gartrupulleikarnar,
ið
heimurin stríðist við í dag.
Løð bilin ístaðin
fyri at fylla á
Fyri elfelagði SEV er tað
av stórum týdningi at fylgja
við menningini á júst teirra
øki. Núverandi menning
innan bilar sær út til at hava
nýggj krøv til orkufram-
leiðararnar við sær. Um bil-
arnir verða settir til streym
á løða á SEV tænastustøðum,
um nøkur ár, liggur enn
opið í kortum.
Áhugin
hjá
privat
persónum á slíkum bilum
er ymiskur, og avhongur,
sum so nógv annað av pen-
ingaligum
viðurskiftum.
Verður grøn orka nýtt til at
framleiða elið, ið er orkan
hjá bilunum, kann væntast
at ein nýggjur avgjaldspolit-
ikkur verður at skoða. Týdn-
ingurin av at vera eitt »grønt
land« er í vøkstri, í alheims
høpi, og tí kann hugsast at
hendan menning kemur at
hava ávirkan á nógv øki.
Náttúruvinarligir bilar
húðRøKt
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Úr botninum á Deyðahavin-
um á húðina hjá føroyingum.
Felagið Volare Føroyar, ið
heldur til í Syðrugøtu, flytir
inn og selur heilsugóðar
vørur úr Ísrael. Við Maur-
ensu Mohr á odda hevur
Volare Føroyar virkað í
tíggju ár. Felagið selur røkt-
andi vørur, bæði í krem- og
djús-formi. Vørurnar eru
ríkar á vitaminir og miner-
alir, heili 26 ymiskar eru at
finna. Serstakliga heilsu-
góða plantan Aloe Vera, ið í
langa tíð hevur verið nýtt til
ymiskar røktandi og lekj-
andi viðgerðir, er eitt av
høvuðsevnunum í vørunum.
Sera ríku mineralirnar úr
Deyðahavinum verða somu-
leiðis nýttar til framleiðsl-
una.
Til Føroya at kunna
Hjúnini Melomad, David,
ið er uppfinnarin av hesi
røktini, og kona hansara
Zitti, eru í hesum døgum í
Føroyum og kunna um
hesar vørur. Tey eru úr Ísra-
el, og hann hevur heili 30 ár
á baki innan hesa vísindina
og er eisini triðja ættarlið
av granskarum í familjuni.
Við sær hevur hann bæði
søgur og myndir av úrslit-
um, ið fólk hava upplivað
eftir at hava nýtt hesa við-
gerð. Húðsjúkur sum eksem
og psoreasis hava verið
viðgjørdar. Maruensa Mohr
hevur samstarvað við hann
øll hesi árini, har hon hevur
umboðað hetta í Føroyum.
Væl umtókt millum
føroyingar
Umframt bara heilsugóðar
vørur, umfatar úrvalið eisini
vakurleikarøkt, tannrøkt og
tílíkt. Viðgerðarhátturin er
bæði við inntaki av djúsi og
somuleiðis meiri vanligari
húðrøkt, sum eittnú krem.
Vørurnar verða ikki ein-
ans seldar í Føroyum, men
eisini í grannalondum okk-
ara. Volare Føroyar sam-
starvar beinleiðis við fram-
leiðaran, so talan er ikki um
nakra handilsketu ella um
millumlið.
Vørurnar eru væl umtókt-
ar í Føroyum og marknaður-
in er góður. Týdningarmikið
er at fáa vørurnar fram, tí,
sum Maurensa Mohr sjálv
segði, - Tey, sum brúka tað
– brúka tað aftur.
Húðrøkt úr Miðeystri
Náttúruvinarligu bilarnir
tykjast at vera framtíðin
innan ferðslumenning
Miniralir og vitaminir úr botninum á
Deyða havinum vera nýtt í húðrøktini
frá Volare Føroyar