mikudagur 17. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 178 - 17. september 2008
Operatión
Dagsverk
Annika Hedegaard Isfeldt
23. juli
Í dag var fyrsti dagur í
Kaima – ein dagur við
stórum upplivingum.
Vit eru býtt upp í tríggjar
bólkar, sum í eina viku skulu
vitja hvør sína bygd fyri at
gera okkum eitt inntrykk av
gerandisdegnum og ment
anini her. Í okkara bygd,
Kaima, búgva fólkasløgini
hausa og fulani síðu um síðu
og hetta hevur mangan elvt
til trupulleikar.
Undir eini samrøðu við
læraranum í bygdini, kom
sonurin hjá fulanileiðaran
um ein túr framvið og
bjóðaði okkum til navna
seremoni. Tá ið vit komu til
fulanibygdina, vóru øll sera
gestablíð og glað um, at vit
vóru komin. Unga vakra
mamman bjóðaði okkum
inn í smáttu sína fyri at
síggja nýføddu, lítlu, rukk
utu gentuna. Hóast unga
aldurin, hevði mamman
longu trý smá børn at taka
sær av.
Fólkavøksturin í Niger er
tann størsti í heiminum
(3,3% um árið) og kvinn
urnar fáa her í miðal 912
børn. Tað er lívsneyðugt at
eiga nógv børn herniðri, so
man altíð hevur onkran at
hjálpa sær í tí dagliga
arbeiðinum og kanska eisini
tekur sær av einum, tá ið
man verður gamal. Tá ið
imamurin var komin fram
til smáttuna, fóru allir menn
irnir saman yvir til nakrar
hyttur, har sjálv navna
seremoniin var. Kvinnum
er ikki loyvt at vera við til
hetta, so vit vóru tí eftir hjá
ungu mammuni og bíðaðu
spent eftir at hoyra hvat
navn, imamurin hevði valt
til ta lítlu gentuna.
Tá ið vit søgdu ungu
mammuni farvæl fyri at
fara heim til døgurða, segði
tulkur okkara, sum hevði
verið við til navnasere
moniina, henni navnið hjá
lítlu gentuni. Hon flenti
hart – hetta var nokk ikki
júst navnið, hon hevði
viljað givið dóttur sína.
Í einum landi, har tað
nærum ongantíð regnar,
steðgar alt upp, tá ið regnið
so endiliga kemur. Hetta
sóu vit, tá ið vit seinni um
kvøldið komu aftur fyri at
luttaka í navnaveitsluna.
Nógvir gestir vóru longu
farnir til hús og fólkini í
lítlu bygdini sótu nú saman
og taldu gávurnar upp.
Sjálvi høvdu vit tikið sápu
við fyri 3000 CFA (30 kr.)
sum gávu til mammuna. Eg
hevði havt eitt ynski um, at
vit skuldu keypa teimum
okkurt meira enn hetta,
men ein innføddur hevði
greitt okkum frá, at sápa
fyri 30 kr var ein fín gáva.
Tá ið vit góvu gávuna,
mátti eg eisini ásanna, at
hann nokk hevði havt rætt
øll jublaðu so nógv, at vit
næstan vórðu illa við av
hesum. ”Evropa bjargar
heiminum, Evropa bjargar
okkum øllum” róptu tey
aftur og aftur – og so byrjaði
ballið aftur fyri at vísa stóra
taksemi teirra. Sjálvandi
skuldu vit gentur vera við
til at læra nigerskan dans
og royna allar prýðislutir
teirra. Tey vóru so ivrig, at
vit næstan ikki mundu
sloppið avstað aftur.
24. juli
Klokkan var ikki meira enn
farin av fimm í morgun, tá
ið Jon, sum er journalist
praktikantur hjá Care, vakti
meg. Hóast vit seinastu
dagarnar eru vaknaði rætti
liga tíðliga av nógvu morg
unljóðunum, men hetta var
so fyrsti dagur, vit vórðu
noydd til at fara eins tíðliga
upp og niger’arir, tí vit
skuldu út til Kaima fyri við
okkara egnu eygum at
síggja, hvussu ein morgun
sær út har.
Tá ið vit komu út til
bygdina var klokkan farin
av seks og ferð var longu á
øllum í bygdini – einki eitur
at sova leingi her; man fer
upp, tá ið sólin kemur upp
og man leggur seg, tá ið
sólin fer niður. Tey hava
einki elektrisitet og sovitíðin
fylgir
døgnrytmuni
hjá
sólini. Sum tann kvinnufor
kemparin eg nú einaferð
eri, tók eg mær stundir til at
hava nakrar morgunsam
røður við kvinnur í fleiri
aldrum um serstøku viður
skifti teirra. Í Niger vita
allar kvinnur, at pláss teirra
er í heiminum og arbeiði
teirra er at passa og verja
familjuna. – Eg hevði verið
eydnuríkasta
kvinnan
í
heiminum, um eg orkaði at
taka mær av manni og børn
um mínum, men soleiðis er
veruleikin her tíverri ikki.
Eg noyðist at arbeiða hart
allan dagin og havi ongantíð
frí – uttan tá ið eg sovi.
Arbeiði er fyri meg bert ein
náttúrligur
partur
av
lívinum.
Eftirmiddagin brúktu vit
aftur saman við læraranum
í skúlanum. Hesa ferð hevði
hann tikið nakrar næmingar
við, sum vit sluppu at práta
við um skúlagongdina og
teirri dreymar um fram
tíðina. Tað er áhugavert at
síggja,
hvussu
øðrvísi
skúlabørnini eru í mun til
hini børnini í bygdunum,
sum ikki sleppa at ganga í
skúla. Munurin á teimum
skúlaðu og teimum óskúl
aðu børnunum er m.a., at
tey fyrstnevndu eru meira
skikkilig, duga franskt og
har afturat hava tey eisini
lært um heilsu og etikk. –
Eg vil vera lærari, segði ein
11ára gamli drongur. – Eg
vil brúka mína vitan og
Nærmynd av Niger
Studentahjálparfelagsskapurin Operatión Dagsverk fer hetta skúlaárið at stuðla
afrikanska landinum Niger. Í hesum sambandi vóru umboð fyri høvuðsskrivstovuni hjá
felagsskapinum í Niger í juli mánaði, har tey í tvær vikur hava vitjað landið í samband
við nýggju OD-kampagnuna
Á stórfundinum í desember í fjør avgjørdu føroyskir og
danskir OD-bólkar í felag við atkvøðugreiðslu, at OD-
hjálpin í ár skal fara til afrikanska landið Niger, ið er fjóðra
fátækasta land heimsins.
Í 2003 fór yvirskotið av søluni frá Børnenes Julekalender í
Danmark til at byggja skúlar til børn í Niger, sum OD fara
at arbeiða víðari við við m.a. at halda hesar við líka og
gera teir størri. Tað eru hesir skúlar, hjálparfelagsskapurin
vitjaði í juli mánaða.
Saman við hjálparfelagsskapinum Care, sum í mong ár
hevur verið við til at menna Niger, fer OD at byggja 19
nýggjar flokksstovur til børn í Maradi-umráðnum.
FAKTA
Hetta er annar partur úr ferðafrágreiðingini