Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 178 • 17. sept. 2008 6. partur Trúarfrælsið skuldi roynast Slíkar skipanir, sum tær ið nú høvdu fingið ræðið í Etiopia, vilja altíð siga seg verja trúarfrælsið, hóast tað ofta sæst tað mótsetta. Eg helt, at eg skuldi frá byrjan av nýta høvið til at royna trúarfrælsið. Tá ið eg fór ørindi á skrivstovur og líknandi gekk eg runt og gav teimum traktatir og bíbliupartar. So søgdu tey við meg: “Veitst tú ikki, at tú hevur ikki loyvi til hetta?” Eg svaraði: “Men tey siga jú í radio, at tað er trúarfrælsi. Tey siga væl ikki ósatt!” So flentu tey bara og tóku ímóti. Undir kommunistatíðini brúktu vit framvegis hvørt høvi at boða evangeliið. Eina ferð fór eg til Addis Abeda úr Arba Minch, tað vóru 500 km við bussi. Bussarnir eru altíð so stúgvandi fullir av fólki. Øll tosa við hvønn annan. Tann, sum situr í einum sessi frammarlaga í bussinum, kann venda sær á og tosa við onkran tilvildarligan aftanfyri. Tann sum sat næst við spurdi, hvør ein er, um mann er giftur, hvussu nógv børn ein eigur og tílíkt. Ein vanligur spurningur var, “hvat skal tú gera í Addis Abeba?” “Eini ørindi,” var vanliga svarið, og tað var eisini fult nøktandi. Í hesum bussinum vóru øll møgulig fólk, og eg kendi ongan av teimum . Tá ið eg ferðaðist tá í tíðini, hevði eg altíð eina tasku við bíbliupørtum og traktatum, sum eg býtti út í bussinum. Eg visti, at hetta kundi eisini kosta mær, um illa vildi til. Men eg hugsaði, at teir siga, at tað er trúarfrælsi. Gud hevði sent meg út higar, og hetta mátti eg vísa í verki. So eina ferð ætlaði eg mær at byrja at býta tilfarið út. Tá steðgaði bussurin nokkso ofta at byrja við. So hugsaði eg, at eg skuldi bara bíða til tað gjørdist langt til næsta støðgin. Men júst á seinasta stoppistaðnum áðrenn tað skuldi koyrast leingi út í eitt, komu tveir menn inn við nógvum strikum á økslini inn í bussin. Hetta vóru menn, sum høvdu eina høga støðu í stýrinum. Eg visti, hvat ið teir fóru at halda um mítt ætlaða tiltak. Eg má viðganga, at eg fekk eitt sindur av hjartabankan og hugsaði nógv um, hvat ið eg skuldi gera. Men tá ið vit høvdu koyrt eina løtu, kom eg til ta niðurstøðu, at hesir menn hava eisini fyri neyðini at hoyra gleðiboðskapin. Tað stendur eisini í bíbliuni um ikki at vera ræddur. So hugsaði eg eisini, at øll hesi menniskjuni í bussinum eru ein missiónsmark. Tað vóru eini 70 fólk í bussin­ um. Eg reisti meg og fór at býta hesar bíbliupartar út. Øll tóku ímóti, smíltust og takkaðu. So nærkaðist eg hesum monnunum, teir sótu nakað aftarlaga í buss­ inum. Eg hugsaði sjálvsagt um, hvussu tað mundi fara at ganga, tá ið eg kom til teirra sessir. At enda kom eg til teirra, hugdi í eyguni á teimum og segði: “Gerið so væl. Hetta er Guds orð.” Teir smíltust, takkaðu fyri og tóku ímóti. Her var eingin grund til stúran. Songur til arbeiðið Aftur til gerandisdagin. Vit eru komin til februar 1975. Fólkið í Konso er nú úti á økrunum allan dagin og veltir. Tey arbeiða í felag og syngja meðan tey velta. Songurin hoyrist nú her rundanum dagin langan. Hetta sigur nakað um arbeiðsgleðina hjá teimum. Her er so turt nú, sum eg neyvan havi sæð tað fyrr. Grasið er avsviðið, og jørðin næstan skríggjar eftir vætu. Bøn okkara til Guds var, at regntíðin, sum nú skjótt fór at byrja, skuldi gerast góð. Úti í mongum bygdum stóð nú so illa til, hvat mati viðvíkir, at hjálpi­ arbeiðið fór nú aftur í gongd. Tað var Kirkens Nødhjælp í Noregi, sum aftur stóð fyri hjálpi­ arbeiðinum. Tær undanfarnu Elsa Jacobsen: Ágangurin tekur dik á seg Nú byrjar eitt heilt nýtt tíðarskeið í Etiopia. Keisarin er fallin og nú skulu vera nýggjar og betri tíðir, sigst. Men hesar nýggju tíðirnar komu at minna um bæði Hitler og Stalin. Hetta komu Elsa, hennara næstu og samstarvsfólk eisini at síggja uppá nærmastu hond Mengistu Haile Mariam, leiðarin í Etiopia 1974-1991. Hann var eitt bølmenni av teimum ringastu Fólkini vóru ófør at arbeiða, og altíð sungu tey Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo