mikudagur 17. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 178 • 17. sept. 2008
tríggjar vikurnar høvdu teir
fraktað eina rúgvu av korni
higar við lastbilum. Kornið varð
keypt í Arussi, einum landsparti
sunnanfyri Addis Abeba. Landið
er so stórt, at tað kundi væl vera
turkur eina staðni og ikki í øðrum
støðum. Tað ráddi um at fáa so
nógv korn sum gjørligt higar,
áðrenn regnið byrjaði. Tá verða
vegirnir so uppbloyttir, so tað er
ikki framkomandi við lastbilum.
Vanligt er annars, at tað eru
tvær árligar regntíðir. Tann fyrra
og longra er í mars apríl, mai
og juni. Tann seinna og styttra
er í september og oktober.
Regntíðirnar kundu tó verða sera
óregluligar.
Nýggj kirkja
Nýggja kirkjan í Konso varð vígd
sunnudagin 2. mars 1975, og var
tað ein stórur dagur fyri okkum
øll. Fólk vóru komin ymsastaðni
frá, so kirkjan var fullsett og
meira enn tað. Nógv fólk sótu
uttanfyri.
Kirkjan er einføld og hugnalig.
Á framvegginum, sum er málað
ur við vøkrum grønum liti, er
festur ein stórur trækrossur.
Talarastólurin, altarborðið og
beinkirnir eru eisini av lakeraðum
viði. Beinkirnir vóru komnir úr
yrkisskúlanum, sum missiónin rak
í Arba Minch. Alt var sostatt til
reiðar til dagin.
Tað kundu sita 7800 fólk inni,
men tá sótu tey trongt. Tað vóru
umleið 4000 limir í Mekane Yesus
kirkjuni í Konso landspartinum.
Umframt hesa kirkjuna vóru eisini
kirkjur í fleiri av bygdunum.
Máttu sáa fýra ferðir
Vit eru í mai. Regntíðin byrjaði
seinni enn vanligt hesaferð, so
summi sáaðu upp til fýra ferðir,
áðrenn tað fór at regna av álvara.
Hvørja ferð tað fór at næla, varð
tað sviðið av sólini, av tí at eingin
væta var.
Tveir seinnapartar í eini viku
regnaði, so tað munaði. Jørðin
sum nú leingi hevði verið skróv
turr, drakk vætuna í seg og skjótt
spretti grasið her uttanum. Av
tøkunum rann vatnið niður í brunn
arnar, sum nú allir vóru tómir.
Um tað helt áfram ein mánað
afturat, skuldi grøðin farið at
verið tolulig, hóast akrarnir sóu
misjavnir út sum var.
Ikki tørvur á meira
hjálpiarbeiði
Vit eru komin til august 1975.
Hjálpararbeiðið var nú hildið
uppat hesaferð. Tað hevði regnað
bara væl hesa regntíðina, og
akrarnir sóu heilt toluligir út. Nú
fór fólkið at klára seg við sínum
egna korni tað, sum eftir var
av árinum. Vit hildu tó fram á
klinikkini at býta út mjólkapulvur
og greytamjøl til teirra, ið tørvaðu
tað.
Vit fingu boð um at koma út til
eina bygd, sum eitur Abaroba,
av tí at har gekk ein so ring
eygnasjúka í bygdini. Skúli,
fyristøðumaðurin, koyrdi meg
hagar. Tað tekur ein tíma at
koyra. Tá ið vit komu fram, var
ein hópur av fólki komin saman
og bíðaði eftir okkum. Tað vísti
seg, at serliga nógv børn vóru
álvarliga sjúk í eygunum, og
nøkur vóru enntá næstan blivin
blind. Heilivágurin er pensilin og
salva.
Vit góvu viðgerð til meira
enn 100 fólk við eygnasjúku,
meginparturin vóru børn. Síðan
lærdu vit tey, hvussu tey í mong
um førum kundu fyribyrgja eygna
sjúku. Nógv fólk hava eygnasjúku
í teimum flestu bygdunum. Tær
nógvu flugurnar gera sítt til at
bera smittuna ímillum manna.
Flugurnar eru ein rættulig plága.
Hagtølini vístu, at á klinikkini
høvdu vit 39.921 viðgerðir í 1974.
Hetta svaraði til 130 um dagin, tá
ið sunnudagar verða tiknir frá.
Fari til Arba Minch
Í 1977 eri eg komin til Arba Minch
eftir at hava verið í Føroyum í
farloyvi. Arba Minch merkir “40
keldur.” Her er nóg mikið av vatni
og tað er eisini gott. Býurin liggur
500 km sunnanfyri Addis Abeba
og 90 km norðanfyri Konso.
Vegurin úr høvuðsstaðnum higar
til Arba Minch er góður. Áfram til
Konso høvdu teir eisini bøtt væl
um vegin. Arba Minch gjørdist
fyri nøkrum árum síðani lokali
høvuðsstaðurin í landspartinum.
Ein dagin fór eg til Konso. Eg
slapp við einum lastbili og fekk
hann at taka búnyttirnar hjá mær
í Konso higar til Arba Minch.
Stuttligt var at hitta kenningar og
vinir í Konso. Á klinikkini var nógv
at gera sum áður.
Missiónsstøðin í Arba Minch
liggur fyri seg sjálva millum
tveir býir, og vit, sum arbeiddu
á sjúkrahúsinum, búðu tætt
við. Tað vóru tá tveir læknar og
tvær útlendskar sjúkrasystrar.
Yrkisskúlin er eisini her.
Tað eru einir 10 minuttir at
ganga av sjúkrahúsinum niðan
á sjálva missiónsstøðina. Har
er kirkjan og skúlaheim er fyri
umleið 130 ungfólk, sum ganga
í skúla her í býnum og á hand
verkaraskúlanum hjá missiónini,
har ungir etioparar fáa høvi til at
læra træ og jarnsmíð. Í býnum er
stórur barnaskúli og hægri skúli
við. Tað búðu umleið 8.000 fólk
her í Arba Minch, tá eg var har.
Nú eru tey 50.000. Fólk flyta úr
bygdinum til býin at fáa arbeiði
sum so nógva staðni um allan
heimin. Hetta er tó ikki altíð
eydnan. Ofta eru trupulleikar
bæði at fáa arbeiði og nakað at
búgva í.
Á sjúkrahúsinum vóru 70
sengur, sum altíð vóru upptiknar.
Barnadeild og blóðbanki eru kom
in afturat, síðan eg fór haðani.
Umframt tey, sum eru innløgd á
sjúkrahúsinum, komu um 100
200 fólk um dagin til viðgerðar
á klinikkini, sum er partur av
sjúkrahúsinum.
Landslagið er avbera vakurt
her. Eystur eftir síggja vit útyvir
eitt stórt vatn og fjallarøðir bæði
norður eftir og suður eftir móti
Konso. Vestanfyri okkum eru
hægri fjøll, sum fyri tað mesta
eru skógvaksin heilt niðan
ígjøgnum. Missiónsstøðin liggur í
umleið 1400 metra hædd. 50 km
hiðani í vestan millum Gidole og
Arba Minch í 2200 metra hædd
liggur Geresse, har sum Doris
arbeiðir.
Kommunisman ger
vart við seg: Missións
húsið verður stongt
Her kann verða nevnt, at tað
er ikki nógv, eg skrivaði um
kommunistiska stýrið í mínum
brøvum heim. Tað ráddi um at
vera ansin, so sleppast kundi
Kirkjan í Konso
Gudstænasta í Konso. Á fremsta beinki sæst Hans Jacob Ellingsgaard, sum vitjaði í Etiopia í 1973. Hann var tá
formaður fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið
Sjúkrahúsið í Arba Minch, har Elsa arbeiddi