mikudagur 17. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 • 17. sept. 2008
MIÐvIkaN
27
undan óneyðugum trupulleikum.
Men í hesi greinarøð verða hesi
viðurskifti gjølla umrødd, soleiðis
sum vit upplivdu tey.
Tað var so við og við, at vit
merktu kollveltingina, serliga
við sínum ágangi móti teimum
kristnu. Tá ið vit eru komin til
1977 merkja vit hana rættuliga.
Hetta er eisini árið, tá ið tann
víttgongdi Mengistu Haile
Mariam tryggjar sær endaliga
valdið.
Nú varð missiónshúsið her
í býnum, sum Mekane Yesus
kirkjan eigur, stongt. Uppslag
varð sett á dyrnar um, at kristi
ligar samkomur vóru bannaðar
í framtíðini. Eisini varð sagt, at
allar bíbliur skuldu verða tiknar
frá fólki og brendar á báli.
Tað var bóndafelagið, sum
gav hesi boð, men nú var tað
ikki vist, at hetta varð sett í verk
beinanvegin, tí lógirnar søgdu
framvegis, at trúarfrælsi var í
landinum. Bóndafeløg vóru skipað
av nýggja stýrinum og vóru ein
liður í “nærdemokratiinum”
sum vera skuldi. Hesi feløg
vóru tískil forlongdi armurin hjá
myndugleikunum.
Vit gingu framvegis runt her á
sjúkrahúsinum og býttu út lesnað.
Øll, sum dugdu at lesa, vildu hava
bíbliur. Ein, sum átti tvær bíbliur
heima, ynskti eina afturat. Ofta
vóru bíbliur niðurgrivnar so tær
kundu finnast fram, um bíblian
heima var tikin av myndugleikum.
Tað vardi heldur ikki leingi,
at samkomuhúsið var stongt í
hesum umfari. Kirkjan fekk húsini
aftur, og myndugleikarnir góvu
teimum kristnu rætt til at halda
áfram við samkomum.
Men ein sunnudag kom ein
hópur av ungdómum og órógvaði
í missiónshúsinum, meðan møti
varð hildið. Síðan tóku teir lykilin
og stongdu húsið aftur.
Eisini hesa ferð fingið tey
húsið aftur, og sunnudagin eftir
var fult hús til møti. Nógv fólk
stóðu uttanfyri vegna plásstrot.
Tora ikki at syngja
Í juli 1979 vitji eg Doris Heinesen
uppi í Geresse, sum bæði er ein
býur og ein landspartur. Útsýnið
var avbera vakurt. Luftin her uppi
er munandi kaldari enn niðri í
Arba Minch.
Doris kom sum áður greitt frá
til Etiopia í 1971. Hon kom til
Geresse í 1974 til eina missións
støð, sum Dansk Lutkersk Miss
ióninsforening hevði ábyrgdina
av. Sum aðrastaðni eru her í
økinum fleiri tjóðbólkar. Men sum
í nærum hvørjum landsparti er
eisini minst ein amahariskur býur.
Doris hevur frá byrjan av upp
bygt klinikkina í Geresse. Um
hetta hevur hon greitt soleiðis
frá:
“Tá ið vit vóru komin til
Geresse á fyrsta sinni, fór eg
beinanvegin at rigga klinikkina
til. Fyrst av øllum pakkaði eg
tey ymisku sløgini av medisini
upp. Síðan tók eg ímóti teimum
fyrstu sjúklingunum í gongini
og køkinum heima hjá mær
sjálvum. Fyrsta dagin kom ein
sjúklingur, annan dagin komu 9,
triðja dagin 30 og fjúrtan dagar
seinni komu 72 sjúklingar at fáa
viðgerð. Eg hevði ongar útlærdar
hjálparar, men eg hjálptist kortini
við teir, eg hevði. Fyrstu vikuna
var tað húshjálpin, sum hjálpti
mær. Síðan fekk eg til hjálpar
ein av arbeiðsmonnunum hjá
Erik Birch Andersen, sum bygdi
missiónsstøðina. Hesin maður
gjørdist kortdrongur hjá mær.
Hann gav hvørjum sjúklingi eitt
kort við navni og nummari á.
Hann hevði gingið fýra ár í skúla
og hevði lært so mikið, at hetta
riggaði.
Dorit Larsen hjálpti mær eisini.
Hon var gift við Frits Larsen
leiðara á støðini. Hon hevði ikki
lært til sjúkrasystir, men hon
hjálpti mær við tablettunum og
dugdi eisini at binda um sár. So
fekk eg ein nýggjan hjálparmann.
Hann gekk í 7. flokki og var
eftir umstøðunum væl skúlaður.
Klinikkin varð seinni flutt niður
í bilskúrin, sum gjørdist eitt
hugnaligt viðgerðarhøli. Uttanfyri
settu vit beinkir at sita á. Tað
vóru skjótt umleið 100 fólk til
staðar, tá ið andakt varð hildin.
Higar vóru fólk eisini borin á
børu. Summi komu eisini ríðandi
á múldjóri. Ein dagin stóðu fýra
múldjór “parkeraði” uttanfyri.”
Muldjór er avkom av hesti og esil.
Tey eru sera áhaldandi og treyst,
men kunnu ikki sjálvi fáa avkom.
Sum tað skilst hevur Doris verið
einsamøll á støðini sum fakfólk
innan sjúkrarøkt, og tað kann
sigast, at hon hevur gjørt eitt
slóðbrótandi arbeiði í Geresse.
Vit vóru í bygdini Monne. Tað
var bratt at ganga oman í dalin.
Ein hópur av kvinnum og børnum
komu saman, og vit høvdu eitt
gott møti.
Í Monne hevði verið kirkja, sum
tó var forfallin. Ein dagin Doris
kom oman í bygdina at hava
kvinnumøti var kirkjan burturtikin.
Viðin í kirkjuni hevði bóndafelagið
tikið til ein skúla, sum eisini varð
nýttur til politiskar fundir.
Fongslað jólamorgun
fyri ikki at fara á
politiskan fund í
kirkjutíð
Eg eri nú aftur í Arba Minch. Fólk
komu langvegis frá fyri at fáa
hjálp. Vit høvdu um hesa tíðina
seks sjúklingar frá Geleb, sum
liggur í útsynningshorninum av
Etiopia. Tá ið eg kom til Etiopia
høvdu vit bert hoyrt um Geleb, har
livihátturin var nógv aftanfyri tað,
sum annars var galdandi. Ongin
her dugdi málið hjá teimum,
so tað var bara við teknum,
vit royndu at fáa samband við
tey. Tey fingu øll skurðviðgerð
og fóru heim í vikuna eftir við
einum missiónsflogfari, sum
tey eisini komu higar við. Hetta
var so langt burtur, at tað var
neyðugt at flúgva. Tað var ein
hvítsunnusamkoma í Svøríki, sum
rak missiónsvirksemi millum hesi
fólk. Tey sendu ofta sjúklingar til
okkara.
Víða hvar verða mong fongslað
fyri sína trúgv á Jesus. Hetta
komu vit eisini at merkja meira
og meira.
Jólamorgun 1979 var ein hópur
av fólki, sum vóru í kirkju her, sett
føst, tí tey ikki vóru komin til ein
politiskan fund, sum var settur at
vera í kirkjutíð.
Eg fór sjálv í kirkju hendan
morgunin. Komin niðan móti
kirkjuni sá eg, at tað stóðu her
menn á vakt uttanfyri. Eg fekk tá
at vita, at eini 200 fólk, sum vóru
komin í kirkju í góðari tíð fyri at
fáa pláss, vóru handtikin og førd
í fangahús. Hini, sum vóru á veg í
kirkju, rýmdu í ræðslu. Tann dagin
var eingin gudstænasta. Sunnu
dagin eftir vóru tað bert 50 fólk,
sum høvdu vágað sær í kirkju.
Tey flestu av teimum tiknu
sluppu skjótt leys aftur, men
nøkur sótu longur. Millum tey
tiknu vóru eisini Jóhannes og
Jákup. Vit koma í komandi parti
at greiða frá, hvussu Elsabet
upplivdi hetta.
Eg spurdi ein av vaktarmonnun
um, sum kom á sjúkrahúsið við
fangum til sjúkraviðgerðar: “Hví
forfylgja tit teimum kristnu?” “Tí
kristindómurin hóskar ikki saman
við politikkinum, sum vit føra”.
segði hann. Sannleikin sagdur við
fáum orðum.
Tey, sum sótu fyri sína trúgv,
vórðu eisini stemplað sum landa
svíkjarar. Hetta var tað, sum tey
minst av øllum vilja vera. Tey
vóru líka góð við sítt land, sum øll
onnur.
Missiónshúsið niðri í býnum
varð aftur tikið og nagli settur í
hurðina. Kirkjan á missiónsstøðini
varð framvegis opin. Men tað var
ógvuliga umráðandi hjá teimum
ráðandi at leggja politiskar fundir
í kirkjutíð, og tað var tvungið at
møta upp. Roynt varð so at broyta
kirkjutíðina, men tá varð í skundi
ein annar politiskur fundur settur
somu klokkutíð, sum øll eisini
høvdu skyldu at koma til.
Samtíðis sum sagt varð, at teir
einki hava ímóti kristindóminumn,
og øll kunnu trúgva, sum tey vilja,
varð hetta gjørt. Bíbliur, sang
bøkur, sangbond við kristiligum
innihaldi og musikkinstrument,
sum nýtt vórðu til gudstænastur,
vórðu tikin frá teimum trúgvandi
heima hjá teimum sjálvum.
Tað er kølið viðhvørt í Geresse. Tá lívir væl við einum skinnplaggi
Kirkjan í Konso varð eitt skifti tikin til politisk endamál. Her hava teir hongt
fløgg og slagorð frammanfyri krossin
Ein partur av missiónsstøðini í Arba Minch við kirkju, skúlum og íbúðarhúsum