Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 178 • 17. sept. 2008 Her skal verða greitt frá eini serligari lagnu, sum eg minnist væl, og hetta var Orkaydo Hann var føddur í eini bygd í Suður Etiopiu í Konso. Hann átti fleiri systkin. Foreldrini vóru heidningar. Orkaydo var øðrvísi enn hini systkini. Hann var sjúkur. Knapp­ liga kundi hann detta niður, har sum hann stóð. Hetta hevur verið epilepsi. Tað er fastgrógvið í hugsunar­ hátt teirra, at henda sjúka er orsakað av illum andum, og at hon smittar. Tessvegna tora fólk ikki so mikið sum at nerta við slíkar sjúklingar. Orkaydo fekk ongan kærleika sum barn. Øll róku hann burtur, tá ið hann nærkaðist hinum smáttunum í bygdini. Foreldrini sýndu honum kortini góðsku, so frætt sum tey kundu. Nú høvdu tey frætt, at útlend­ ingar vóru komnir til Konso, einar tvær dagsferðir burtur. Kanska var har hjálp fyri Orkaydo. Ein dagin kom pápin berandi við soninum til klinikkina. Orkaydo sá neyðarsligur út við stórum búki og klønum ørmum og beinum. Høvdið var fult av sárum. Til støddar var hann sum ein fimm ára gamal drongur, men hann var vist nøkur ár eldri. Hann hevði fingið ov lítið at eta, og var tí heilt niðurundirkom­ in. Orkaydo stóð og helt í pápan­ um. Eyguni vóru full av ræðslu, samstundis sum tey hungraðu eftir kærleika. Hann varð lagdur inn á klinikk­ ina til kanningar. Tað vísti seg, at Orkaydo hevði fleiri sløg av ormum í búkinum, tuberklar í húð­ ini á høvdinum umframt epilepsi. Hann kom nú undir viðgerð. Pápin sat hjá honum teir fyrstu dagarnar. Men ein dagin var hann ikki at síggja. Fólk søgdu, at hann var rýmdur heim. Orkaydo lá nú einsamallur millum fremmand fólk. Hann græt og rópti eftir pápa sínum. Tað ringasta var, at sovæl starvsfólk sum aðrir sjúklingar við avvarðandi ikki vístu honum ta umsorgan, sum tey áttu. Hetta lá so djúpt í teimum. Tey vóru rædd fyri at verða smittað. Eg royndi at gera teimum greitt, at henda sjúkan ikki smittaði. Eisini tók eg Orkaydo upp í fangið fyri at vísa teimum, at eg var ikki bangin fyri at verða smittað av sjúkuni. Einki hjálpti. Men kona prestin var góð við Orkaydo. Hon vaskaði hansara klæði og gav honum mat. Tað gloymdi eg henni ongantíð. Ein dagin kom hon til mín og segði, at øll søgdu við seg, at hon mátti gevast at passa Orkaydo, annars fór hon at fáa sjúkuna, sum hann hevði. Eg segði, at hon mátti ikki lurta eftir slíkum. Orkaydo plagdi at koma oman til mín hvønn morgun, áðrenn eg fór til arbeiðis. Hann settist á trappuna og rópti: “Aye”, sum merkir mamma. “Ja, hvat vilt tú Orkaydo,” spurdi eg. “Eg vil hava kjøt og breyð,” segði hann. Tað fekk hann so. Hann var dagligur gestur heima hjá mær, men hann svav á klinikkini. Tað gingu tvey ár. Pápin kom ikki aftur. Eingin visti, hvar hann búði. Vit royndu at fáa løgregluna at leita eftir honum. Men hetta var ikki møguligt uttan at geva mutur, og tað vildu vit ikki. Her var heldur eingin skráseting ella fólkayvirlit. Orkaydo gjørdist betri. Sárini á høvdinum vóru lekt, og hann var nú væl í holdum. Vegna sína sjúku og ta viðferð, sum hann hevði fingið, var hann ikki so frammarlaga sum børn í hansara aldri. Hvønn morgin sat hann og lurtaði eftir Guds orði, tá ið andaktir vóru. Hann dugdi nú fleiri sangir um Jesus uttanat. Ein klinikk var ikki rætta staðið at vaksa upp hjá einum barni. Hann fekk ikki kærleika frá starvsfólki og øðrum vegna sína sjúku. Tá ið hann ikki tók tablettirnar so regluliga, sum hann átti, fekk hann stundum herðindi. Tíðin nærkaðist til, at eg skuldi fara heim. Eg heitti á fleiri um at taka sær av Orkaydo, men eingin vildi. Eg søkti um pláss fyri honum á barnaheiminum hjá missiónini, men har var yvirfylt. Pápin kemur og rýmir Sum sagt royndu vit uttan úrslit at fáa fatur í pápan. Men knapp­ liga ein dag kemur hann. Tey koma rennandi eftir mær, at nú máttu eg ikki lata pápan fara avstað, fyrr enn hann tók Orkaydo við sær. Eg fór út og sá Orkaydo standa og halda í pápan. Hann var sjálvandi glaður um, at pápin var komin. “Tað var gott, at tú komst,” segði eg við hann. “Vit hava leitað leingi eftir tær. Orkaydo er nú frískur. Eg fari nú heim til Føroyar, og hann kann ikki vera her longur. Tú mást taka hann heim við tær”. Pápin settist niður og stórgræt. “Eg kann ikki taka hann,” segði hann. “Vit kunnu ikki ansa eftir honum, øll ræðast hann”. “Tað er eingin onnur loysn,” segði eg. “Hann er títt barn. Tú mást royna at vera góður við hann”. Vit fóru so at gera hann til. Hann fekk klæðir, eitt sindur av mati og tablettir fyri nakrar mánaðir, sum hann skuldi taka dagliga. So skuldi hann koma aftur at fáa fleiri tablettir. Eg stóð og hugdi, tá ið teir fóru. Orkaydo helt við aðrari hondini í pápan, sum um hann var bangin fyri, at hann skuldi fara frá sær. Við hinari veittraði hann til okkara. Tað var ikki sørt, at tárini trýstu seg fram í eygunum á mær, har eg stóð og veittraði aftur. Eg hevði verið so nær knýtt til hans­ ara hesa tíðina. Hvussu mundi framtíðin fara at laga seg fyri honum? Orkaydo kemur aftur Seinnapartin sama dag eru vit í ferð við at rudda upp og leggja til rættis ymiskt til næsta dag. Eg siti við skriviborðið og geri skránna. Ein kend rødd hoyrist: “Aye!” Og inn gjøgnum dyrnar kemur Orkaydo við pjøkanum í hondini. “Ja, men, Orkaydo, hví kemur tú aftur?” spurdi eg bilsin. “Pápi slepti mær, tá ið vit vóru komnir nakað á leið,” segði Orkaydo, “far tú aftur til trúboð­ ararnar segði hann við meg. Tú kanst vera hjá teimum. So rann hann avstað, og eg fann hann ikki aftur”. Hvat var nú at gera? Alt tað sama um aftur. Orkaydo fór í song um kvøldið. Nakrar dagar seinni fór eg avstað heim til Føroyar. Tað var ringt at fara frá Orkaydo í tí støðu, hann nú var í. Eg legði Orkaydo í Guds hendur, og bað hann senda onkran higar, sum sum vildi vera góð við hann. Tað var sjúkrasystirin, sum kom aftaná meg, eisini. Eftir eitt ár heima kom eg aftur til Etiopia, har eg skuldu arbeiða í Arba Minch. Dagin eftir, at eg var komin, fór eg ørindi til Konso. Eg visti at Orkaydo framvegis var har, og var sum vera man spent uppá at síggja hann. Eg fór niðan á klinikkina og sá hann standa har. Hann var blivin nógv meira dølskur, men hann kendi meg kortini. “Ayje, hví var tú so leingi burtur?” spurdi hann. Eg prátaði við hann eina løtu, men hann var ikki so prátingarsamur sum fyrr. Hann var mestsum sløknaður sálarliga. So fór eg aftur til Arba Minch. Átta dagar seinni frætti eg, at Orkaydo var deyður. Hann var dottin niður í eina stóra holu, og var hetta hansara bani. Hann var tá um 10 ára gamal og varð jarðaður omanfyri klinikkina. Eitt stutt og stríggið lív var komið at enda. Eingin av hansara egnu spurdu nakrantíð eftir honum. Orkaydo var bert ein av teimum óteljandi, sum liva í hjálparloysi og sum bíða eftir hjálp. Orkaydo, sum eingin tordi at vera góður við Næstu ferð: Í komandi parti verður meira greitt frá um ræðuleikarnar undir kommunistastýrinum. Tá fara vit at hava eina frásøgn um Tshay Tolessa um hvussu hon upplivdi stýrið. Hetta er ikki lesnaður fyri sartar sálir! Orkaydo fekk eina harða lagnu. Hann er t.v. á hesi myndini Her verður farið á flot