mikudagur 17. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 17. september 2008
eisini hjálpa øðrum at læra
okkurt, tí tað er tað týdn
ingarmiklasta í lívinum. –
Tað vil eg eisini, segði ein
annar og áðrenn samrøðan
var av, høvdu allir hinir
dreingirnir eisini gjørt av, at
teir sjálvandi vildu vera
lærarar.
25. juli
Vit hava nú skilt týdningin
av skúlagongd, segði fulani
leiðarin, tá ið hann varð
spurdur um, hvussu hann sá
upp á skúlan. Skúlin hevur
bæði givið børnunum nógva
vitan, umframt at hann
hevur styrkt um sambandið
millum
fulaniararir
og
hausaririr.
Tað tykist ei heldur sum,
at eins stórir munir eru á
hausa og fulanibørnunum
og tað hevur verið áður –
fulanibørnini
droyma
í
øllum førum eisini øll og
um at gerast lærarar... Næst
an for gott til at vera satt –
hvør tímir at vera lærari? ;)
Fyri at síggja eina aðra
síðu av Niger, fór eg
seinnapartin saman við Jon
frá Care til eina lokala
heilsuklinikk. Jon var har
sjálvur um morgunin, har
hann við egnum eygum sá
máttloysi í eygunum hjá
læknanum, tá ið hann enn
eina ferð noyddist at stað
festa, at hann heldur ikki í
dag
fekk
hjálpt
øllum
teimum stúrandi mammun
um og grátandi børnunum.
Í 2007 gjørdi nigerska
stjórnin í samstarv við Uni
cef eitt nationalt heilsu
programm, sum førdi við
sær, at man fór at byggja
klinikkir kring landið fyri
at betra um ringu heilsu
umstøðurnar. Hóast hetta
hevur gjørt ein stóran mun,
manglar enn nógv at verða
gjørt fyri at gera ein muna
góðan bata – ikki eru nóg
nógvir læknar og útbúgv
ingarstøðið sum heild má
verða nógv hægri, um vend
skal koma í. Meðan vit sótu
og tosaðu við yvirsjúkrarøk
tarfrøðingin á klinikkini,
kom ein pápi knappliga
rennandi við lítla soni
sínum, sum var sera sjúkur
av malaria. Eyguni trillaðu
runt í høvdinum á honum
uttan at kunna fokusera og
samrøðan hjá okkum varð
avbrotin eina løtu. Sjúkra
røktarfrøðingurin gav hon
um eina sproytu og nakrar
tablettir og lovaði, at drong
urin fór at hava tað nógv
betri í morgin – fyri einum
ári síðani hevði eitt tílíkt
lyfti ikki verið møguligt at
givið her.
26. juli
Síðsti dagur í Kaima – tað
er faktiskt nokkso syrgiligt,
at vit nú skulu heim aftur.
Vit hava verið úti í bygd
ini fyri at siga farvæl við
nýggja heim og nýggju
afrikansku vinum okkara.
Vit høvdu gávur við okkum
til øll tey, vit hava tosað við
og eru komin at kenna
seinastu dagarnar. Tey vóru
øll sera takksom og ein
kvinna bjóðaði okkum eina
hønu fyri at vísa takksemi
sítt.
At læra nakað av einari
mentan at kenna, sum er so
nógv øðrvísi enn heima, er
nakað, man bert sjáldan fær
møguleika fyri. Hóast stóra
fátækradømi eru øll so
gestablíð
herniðri.
Tað
hevur verið so lætt at falla
til, at tað virkar ordiliga
løgið at skula avstað aftur
longu til Maradi.
28. juli
Eg haldi, eg eri blivin eitt
sindur sjúk... Tað er sum, at
vit øll frá ODsekreteria
tinum skulu ígjøgnum eina
sjúkraperiodu – vit taka
hvør sítt tørn. Fleiri mánaðir
eru farnir, síðan heystað var
herniðri og tískil eru nógvar
bakteriur í matinum – og
hetta tola okkara vestur
lendsku búkar ikki serliga
væl, sær tað út til.
Eg varð illa fyri í gjár
kvøldið og varð tí verandi
eftir á hotellkamarinum hjá
okkum, har streymurin var
farin fyri 117. ferð. Batt
arí’ini í lummalyktini hjá
mær blivu brúkt upp í Gabi
og eg var tí noydd at liggja
einsamøll í myrkrinum alt
kvøldið í einari vemmiligari
song við einari rúgvu av
vemmiligum smáum djór
um, meðan eg bíðaði í fleiri
tímar eftir, at streymurin
skuldi koma aftur. Hóast
streymurin fer fleiri ferðir
dagliga, eru tey lokalu so
von við hetta, at tey ikki irri
terast um tað longur. Tvørt
urímóti er tey takksom fyri
at hava streym yvirhøvur.
Tað verður deiligt at
sleppa burtur frá hesum
vemmiliga hotellinum og
koma aftur til Niamey í
morgin. – Men at kalla hetta
eitt hotell er kanska at gera í
so nógv av. Í veruleikanum
líkist tað onkrum úr einum
vánaligum
bgysarafilmi;
hurðarnar kunnu ikki steingj
ast, so fólk koma vassandi
inn um náttina í tíð og ótíð,
WC’ini kunnu ikki skola
niður, aircondtionin regnar í
spannir fleiri staðni, lítil djór
koma úr brúsuni – eg kundi
blivið við.
31. juli
Síðsti dagurin í African
land er komin. Eg haldi ikki
ordiliga, eg havi skilt, at vit
skulu heim enn… Vekk frá
tropiska hitanum og aftur
til danska regnið – ella; eg
hopi, tað regnar í Danmark!
Eftir 45 hitastigini herniðri
og konstant at stinka av
sveitta, hopi eg innarliga, at
tað antin regnar – ella enn
betri; kavar – í Danmark.
Seinasti fundur okkara
var í dag við ein menniskja
rættindisbólk, sum Dan
mark hevur verið við til at
seta á stovn. Hóast fundurin
var sera áhugaverdur, kend
ist tað týðiliga á okkum úr
ODbólkinum, at vit nú
vóru um at troyttast av
fundum eftir at hava verið
til sovornar at kalla hvønn
dag herniðri í yvir tvær
vikur. Tað var ringt at halda
fokus og føra eina intelli
genta samrøðu, tá ið man
eftirhondini at við at detta
um av møði.
28. august
Nú er tað longu næstan ein
mánaði síðani, vit komu
heim úr Niger – tað er rætti
liga løgið at hugsa um.
Hóast eg upplivdi meira í
hesar 16 dagarnar, enn eg
nakrantíð havi gjørt áður í
lívinum, hevur tað verið ringt
at rúma øllum hesum upp
livingum sum eina heild.
Í veruleikanum skuldi eg
kanska helst enda við at
skriva okkurt um, hvussu
nógv klókari eg eri blivin
upp á heimin og lívið og
sett
spurnartekin
við,
hvussu nógv lukkuligari vit
í eru í Evropa í okkara
modernaðu
samfeløgum
við allari okkara nýggjastu
tøkni. Men eg veit ikki
rættiliga nakað um nakað
beint nú... Eg veit tó, at tað
passar, at eg eri blivin nógv
klókari innan nógv øki, eg
ikki hevði kunnað lisið meg
fram til á studentaskúlanum.
Tað er nakað, man ikki
kann lesa seg til tað má
upplivast. Upplivingarnar
skulu nokk koma upp á
pláss við tíðini.
Tað einasta eg veit við
vissu beint nú er, at Niger
verkætlanin er feitasta OD
verkætlanin
higartil
og
vónandi verður hetta eisini
tann
feitastu
OD
kampagnan nakrantíð.
21