Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 178 - 17. september 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Eitt lið av venjararum 10 av teimum, sum spældu við besta lið­ num hjá HB í 1992­ 93, hava seinni gjørt vart við seg á síðulinjuni Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tað vísir seg ofta, at fót­ bóltsleikarar hava torført við at sleppa spælinum, og seinni royna seg sum venjarar. Tað eru nakrir av teimum, sum umboð­ aðu HB í árunum 1992 og 1993 góð dømi um. Heili 10 teirra hava seinnu árini roynt seg í venjarastarvinum. 40 ára gamli Jens Erik Rasmussen er framvegis virkin sum leikari. Í 2003 stóð hann á odda fyri FS Vágum, sum sama árið flutti niður í næstbestu deildina. Kári Reynheim hevur verið venjari hjá B71 og Fram, meðan Jan Dam í fjør var nær við at lyfta FS Vágar 2004 í bestu deildina. Sverri Jacobsen var høvuðsvenjari hjá HB í bæði 1992 og 1993. Hesir 10 hava roynt seg sum venjarar. (í klombrum er viðmerkt, hvør leiklutur teirra er innan fótbólt í dag): Jóannes Jakobsen (fót­ bóltsviðmerkjari) Kári Nielsen (hjálpara­ venjari hjá B36) Rúni Nolsøe (venjari hjá HB) Jan Dam (ikki virkin í fótbólti) Kári Reynheim (ikki virkin í fótbólti) Sámal Erik Hentze (hjálparavenjari hjá HB) Sigfríður Clementsen (venjari hjá EB/Streymi) Heðin Askham (venjari hjá B36) Jens Erik Rasmussen (spælir við 07 Vestur) Julian Johnsson (spælir við Svendborg fB) FM í Triathlon verður sunnudagin. Hesu ferð verður kappast á sokallaða OL­ teininum triathlon Tíðindaskriv Sunnudagin 21. september klokkan 13 verður kappast um FM heitið í Triathlon. Fyri trimum vikum síðan bleiv kappast í tí sokallaða Sprint teininum, ið er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 6 km renning. Nú verður kappast á tí sokallaða OL teininum. Lut­ takararnir skulu fyrst svimja 1,5 km, síðan súkkla 40 km og at enda renna 10 km. Súkkla í býnum Í nógv ár hevur súkklutein­ urin verið frá Tórshavn til Kaldbak og so aftur til Tórshavn. Ein góður teinur, men fyrireikarnir ynskja nú at fáa sjálva kappingina inn í býin og tú verður súkklu­ rutan umløgd. Nýggja súkklurutan verð­ ur frá Svimjihylinum í Gundadali, oman til rund­ koyringina við Skansan. Leiðin gongur síðan niðan til rundkoyringina við Hvíta­ nesvegin, og síðan til rund­ koyringina við R. C. Eff­ ersøesgøtu. Hesin teinur er umleið 10 km, og skal tí súkklast fýra ferðir. Renningin verður á økinum kring Plantusøluna við Hvítanesvegin. Ein tein­ ur á umleið 3 km skal renn­ ast tríggjar ferðir. Málið verður við perkeringsøkið hjá Plantusøluni. Gudmund Joensen er besta boð at vinna kapping­ ina hjá monnum. Í juni mán­ að í ár megnaði Gudmund at gjøgnumføra OL teinin uppá 2 tímar og 6 minuttir. Málið hjá Gudmund er at koma undir 2 tímar, og viðrar næsta sunnudag, so er møguleiki hjá honum at seta nýtt føroyskt met. Fyri­ skipararnir av FM í triathlon vóna sjálvandi at Joan Blá­ foss og Karina Ottosen leggja leiðina til Føroya næsta vikuskifti, fyri at lut­ taka í kappingini um FM­ heitið. Verður Joan við, er hon allarhelst favorittur at vinna kappingina hjá kvinnum. Liðkapping og 1/10 triathlon Fyri at økja um áhugan fyri triathlon hevur Føroya Tri­ athlon Felag avgjørt eisini at kappast í triathlon fyri lið og í einum 1/10­triathlon fyri einstaklingar. Liðkappingin er skipað soleiðis, at ein íðkari svimur, ein súkklar og ein rennur. Eitt slag av stafett, kann ein siga. Tilsamans skulu hesi svimja 750 metr­ ar, súkkla 20 km og renna 6 km. Fólk, ið ætla at royna tri­ athlon og ikki ynskja at kappast í fleiri tímar, hava møguleika at kappast í 1/10­triathlon. Her skal íðkarin svimja 400 metrar, súkkla 10 km og renna 3 km. FTF hevur fyrr skipað fyri triathlon á hesum teini, og tá hevur undirtøkan ver­ ið heilt góð, bæði millum ung og tilkomin. Liðkappingin verður mill­ um menn, kvinnur og mix­ lið. Virkir og ítróttarfelag eru vælkomin at luttaka. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Føroya Triathlon Felag, www. triathlon.fo. Triathlon á nýggjari rutu Heimsin harðasta ítróttagrein verður triathlon rópt. Og hóast talan bert er um 1/4 ironman, so eru hálvur annar kilometur í vatni, 40 á súkkul og 10 á fótunum helst í meira lagi hjá teimum flestu Rúni Nolsøe var partur av HB-liðnum í 1992-93. Saman við níggju øðrum hevur hann seinni roynt seg í venjarastarvinum