Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 178 - 17. september 2008 ] Koyra aftur í Parkini Parken Sport & Entertainment og Grand Prix-serian í Speedway hava gjørt avtalu, sum tryggjar, at tað eisini verður kappast í Speedway í Parkini komandi fimm árini. Talan hevur verið um drúgvar samráðingar, men í tíðindaskrivi verður sagt, at báðir partar fegnast um semjuna, sum nú er funnin. Næsta koyringin í Parkini verður tó ikki fyrr enn 13. juni. Ruiz kærir Valuev Risastóri Nikolai Valuev vann herfyri dystin móti John Ruiz, tá teir báðir stríddust um rættin til tøka WBA-beltið í tungvekt. Men nú hevur liðið hjá Ruiz kært, tí tey meta, at talan var um snýt. Sagt verður, at legan hjá Valuev alla tíðina visti, hvussu dómaraatkvøðurnar fullu í hvørjum umfari sær, og at russiski risin tí hevði fyrimun. Team Ruiz hevur tí biðið týsku fyriskipararnar av dystinum um frumbondini av sjónvarpsupptøkunum, men enn eru hesi ikki útflýggjað. Talan var um satt bragd, tá Rúni Seloy og Bjørk Herup Olsen um vikuskiftið runnu seg til trý gullmerki í Danmark Frælsur Ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Undan kappingini vóru vón- irnar um heiðursmerki góð- ar. Bjørk hevði bestu til- meldingartíð á 3000 metr- um og næstbestu tíð á 1500 metrum. Rúni hevði framm- andan triðbestu tíð á 800 metrum og fjórðubestu á 1500 metrum. Men har var lítið í millum, og væntandi var, at Rúni fór at renna nak- að skjótari enn tilmeldingar- tíðirnar. Bjørk hevur runnið nógvar kappingar í ár, og sett 13 føroysk met. Hjá henni galt tí mest um at liva upp til tilmeldingina. Fyrstu kappingarnar vóru leygardagin. Rúni legði bragdliga fyri á 1500 metri- num. Tók leiðsluna beinan- vegin við einum skjótum fyrsta umfari. Hinir megn- aðu so dánt at fylgja við, so Rúni helt bara fram við fullari ferð. Hetta vísti seg at vera rætti taktikkurin, tí feltið bleiv skrætt sundur, og Rúni helt leiðsluna allan vegin á mál, og endaði greitt fremstur, 4 sekund frammanfyri nr. 2. Tíðin, sum var 4.20,49 min, er eis- ini greitt persónligt og bólkamet. Fyrsta gullmerki varð komið til høldar! Síðani var tað 1500 met- urin hjá Bjørk. Hetta bleiv ein taktisk kapping, har Bjørk mest sum allan vegin lá í hølunum á skjótu Katrine T. Væsel. Havandi í huga kappingina dagin eftir, valdi Bjørk ikki fara út í ein harðan tvídyst við sterka danan, men heldur leggja seg eftir silvurmerkinum. Tá eitt umfar var eftir av kappingini, var feltið saml- að, men nú bleiv ferðin skrúvað heilt upp. Og her vísti danin sína spurtstyrki við at vinna við góðum trimum sekundum framman fyri Bjørk, sum eisini vísti góða styrki, og endaði heili fýra sekund frammanfyri nummar trý. Ein fín kapping hjá Bjørk og eitt flott silvur- merki. Longu sunnumorgunin klokkan 10.30 var finalan á 800 metrum hjá dreingjum. Átta teir sterkastu rennar- arnir í kongaríkinum stóðu klárir til start. Men heldur ikki hesuferð vísti Rúni nakra náði. Óræddur hamr- aði hann avstað, og aftur- umlegði fyrsta umfar uppá 60 sek. Seinna umfar mink- aði ferðin nakað, og tá góðir 100 metrar vóru á mál, var tað ein, sum kom upp til Rúna, og ætlaði sær fram- við. Men Rúni spenti í aftur, og rann seg trygt fram á mál og enn eitt gullheiðurs- merki var í skjáttuni. Rúni betraði sína egnu tíð við trimum sekundum, og setti samstundi bólkamet, sum nú er 2.04.93! Á 3000 metrum skuldi Bjørk liva upp til leiklutin sum favorittur. Hennara til- meldingartíð var væl betri enn hinar, so hetta líktist mest einum avgreiðslu- spurningi. Bjørk hevur í summar umboðað Danmark á júst hesum teininum í landsdysti við hinar norður- lendsku tjóðirnar, og setti tá føroyskt met við tíðini 10.19,63 min. Harumframt vann hon í februar DM- heitið innandura á hesum sama teini. Hesuferð rann hon einsamøll á odda allan vegin, og kom á mál við tíðini 10.30,63 min. Hon var 43 sekund ella umleið 200 metrar frammanfyri nummar tvey! Eitt sannførandi gull- merki til Bjørk, og tað triðja danmarksmeistaraheitið til Bragdaíðkararnar! Seinasta kappingin á breyt í ár verður FM fyri ung. Hon verður leygardagin 27. september, og eftir hetta verður farið undir fyrireik- ingarnar til vetrarvenjing- ina. Tvær sensatiónir Cypriotiska Famagusta og rumenska Cluj-Napoca skaptu á útivølli hvør sína sensatión, tá fyrstu dystirnir í Champions League-bólkaspælinum vóru á skránni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ein sensatión, at Cypriotiska Famagusta yvir høvur kom við í Champions League bólkaspælið. Í gjárkvøldið fingu teir eisini sítt fyrsta stig í kapping- ini. Famagusta spældi á útivølli móti týska Werder Brem- en, og enn einaferð framdi cypriotisku meistararnir eitt bragd. Hesa ferð við málleysum javnleiki. Talan var annars um mest sum einvíst trýst frá týska liðnum, men í málið vildi bólturin ikki. Og eisini í Rom varð talan um sensatión. Har var rumenska Cluj-Napoca á vitjan, og teir tóku øll á bóli við einum 2-1 sigri. Alt byrjaði annars væl hjá Roma, tá Panucci legði teir á odda eftir góðum korteri, men rumenska liðið hevði als ongan hug at geva seg. Og hóast heimaliðið fyri tað nógva var spælstýrandi, so gingu mótálopini við fullari ferð, tá Napoca hevði bóltin. Og tvær ferðir kundi Emmanuel Culio gera sær dælt av hesum, soleið- is at Roma sum ikki eina ferð mátti ásanna, at liðið ikki leverar vøruna, tá mest stendur á. Úrslitini í teimum fyrstu átta dystunum í ársins útgávu av Champions League, vóru annars hesi: Bólkur A Chelsea-Bordaux 4-0 Roma-Cluj-Napoca 1-2 Bólkur B Panathinaikos-Inter 0-2 Werder Bremen-Famagusta 0-0 Bólkur C Basel-Shahktar Donetsk 1-2 Barcelona-Sporting Lissabon 3-1 Bólkur D PSV Eindhoven-Atletico Madrid 0-3 Marseille-Liverpool 1-2 Dystirnir í kvøld eru hesir: Bólkur E Manchester United-Villareal Celtic-AaB Bólkur F Steaua Bucharest-Bayern München Lyon-Fiorentina Bólkur G Porto-Fenerbache Dynamo Kiev-Arsenal Bólkur H Real Madrid-BATE Borisov Juventus-Zenit St. Peterseburg Rúni vakti ans Bragdið hjá Rúna Seloy hevur eisini vakt ans hjá Dansk Atletikforbund. Á heimasíðu teirra skriva teir soleiðis: Færing vinder dobbelt Hvidovre AM’s færøske islæt, Rúni Seloy, tog sin anden guld, da han vandt 800 meteren. Hans vindertid 2:04,93min bliver ikke dårligere af, at han også næste år er at finde blandt de 14-15 årige. Her var der et flot niveau med seks løbere under 2:10min. Bragdaði hjá Bragdinum Talan var mest sum um uppvísing, tá Bjørk Herup Olsen púrasta einsamøll stýrdi kappingini á 3000 metrum Mynd: Guttorm Sørensen