Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 178 - 17. september 2008 Stutt Sagt Petraeus ur Irak til Florida Generalurin Raymond Odierno hevur nú tikið við sum ovasti fyri teimum 146.000 amerikonsku her­ monnunum í Irak eftir generalin David Petraeus, sum hevur staðið á odda fyri hermonnunum í um­ leið hálvtannað ár. Sjálvt skiftið hendi á einum hátíðarhaldi í Bag­ dad, og var amerikanski verjumálaráðhar rin, Robert Gates, hjástaddur. David Petraeus hevur fingið rós fyri at hava megnað at steðga blóðuga ófriðinum, sum var í Irak, tá hann tók við sum ovasti, og sum er minkaður nógv síðani. Nú hann er givin í Irak, skal David Petraeus hava yvirumsjón við teimum amerikonsku herdeildu­ num í Miðeystri og Af­ ghanistan. Tað starvið fer hann í í næsta mánaði, og tá hann skal hann hava skrivstovu í býnum Tampa í statinum Florida, skrivar AP. Horvin list komin aftur Í Niðurlondum hevur løg­ reglan funnið fimm listar­ verk frá seytjandu øld, sum hava verið horvin í fleiri ár. Teir fimm máln­ ingarnir vórðu stolnir úr savninum Frans Hal fyri seks árum síðani, men eru nú komin afturíaftur og vórðu fyri fyrstu ferð sýnd fram av nýggjum í gjár. Løgreglan sigur við blaðið De Telegraaf, at málningarnir vórðu funnir aftur seinasta vikuskiftið, og at trý fólk eru handtikin og skuldsett fyri at hava tikið málningarnar í 2002. Málningarnir, sum eru eftir Steen, Cornelis Bega, Adriaan van Ostade og Cornelis Dusart, vóru tryggjaðir fyri tríggjar milliónir evrur, tá teir vórðu stolnir, men sam­ bært De Telegraaf eru teir væl meiri verdir enn so. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Fíggjarkreppan í USA kemst av búskaparligum hugsjónum, sum John McCain tekur undir við (Barrack Obama) útlond Meiri enn 1.200 onnur hava fingið nýrasjúku av at drekka ta eitraðu mjólkina Kinesisku myndugleikarnir kunngjørdu í morgun, at eitt pinkubarn afturat var deytt eftir at hava fingið mjólk, sum var blandað úr eitraðum mjólkarpulvuri. Sostatt eru trý børn deyð tað seinasta samdøgrið. Heilsumyndugleikarnir í Kina siga, at minst 6.244 pinkubørn eru vorðin sjúk eftir at hava fingið ta eitraðu mjólkina. Av tteimum eru trý deyð, og støðan hjá 158 øðrum er álvarssom. Av teimum sjúku hava meiri enn 1.200 fingið nýra­ sjúku. Tað eitraða mjólkarpulv­ urið er gjørt á einari kines­ iskari verksmiðju, sum danska fyriotøkan Arla eig­ ur. Framleiðslan er steðgað, eftir at tað er komið fram, at kinesiska verksmiðjan hevur latið evnið melamin í mjólkarpulvurið. Aðalstjórin í Arla, Peder Tuborgh, sum av tilvild var staddur í Kina, tá málið kom fram, segði á tíðinda­ fundi í nátt, at talan er um einki minni enn eina lands­ umfatandi vanlukku. Sam­ bært blaðnum China Daily komu teir fyrstu trupulleik­ arnir av teirri eitraðu mjólkini undan kavi longu í juni. Eitt ísraelskt álop í novembur í 2006, sum kostaði 18 sivilum palestinum lívið, var kanska eitt krígsbrotsverk, sigur Desmond Tutu. Suðurafrikanski erkabiskup­ urin, sum fekk Nobel­ friðarheiðurslønina í 1985, virkar nú sum serligur ST­ sendimaður í mannarætt­ indamálum. Fyrr í ár vitjaði hann Gazageiran, og í einari frágreiðing, sum hann nú hevur latið mannarættinda­ nevndini hjá ST, skrivar hann, at kanska hevði tað verið rætt at staðfest eitt ísraelskt álop á Beit Hanoun tann 8. novembur í 2006 sum krígsbrotsverk. Í frá­ greiðingini skrivar Des­ mond Tutu, at ísraelska her­ leiðslan hevur ikki givið nakra væl undirbygda frá­ greiðing um álopið. Orðini hjá Tutu hava vakt ans í Ísrael. Talsmaðurin hjá herleiðsluni, Yigal Pal­ mor, sigur við Reuters, at tað er harmiligt, at ein so kendur persónur sum Des­ mond Tutu skal koma við tílíkum skuldsetingum utt­ an at kanna veruleikan. Ísraelska herleiðslan hev­ ur fyrr sagt, at ísraelski her­ urin hevði rætt til at søkja at Beit Hanoun, tí palestinar høvdu skotið rakettir hað­ ani. Herleiðslan ásannaði, at sivilir palestinar høvdu latið lív í álopinum, men segði, at tað komst av breki við einari rakett, sum fór av kós. Desmond Tutu heldur ikki, mat ísraelska frágreið­ ingin er haldgóð og vil hava eina óhefta og opnakanning av álopinum á Beit Hanoun. Sarah Palin, guver­ nørur og varafor­ setavalevni, vil ikki hjálpa ákæruvaldi­ num í Alaska, sum kannar, um hon og hennara hava kunnu skuldsetast fyri valdsmisnýtslu Sarah Palin var ikki vorðin varaforsetaval­ evni, tá tað lóggevandi tingið í Alaska samtykti at kanna tíðindi um, at hon skal hava misnýtt sítt vald sum guvernørur í statinum. Samtyktin í tinginum var einmælt. Kanningin varð sett í verk fyri tveimum mán­ aðum síðani, og tá segði Sarah Palin, at hon var fegin um, at málið bleiv kannað, og at hon fór at arbeiða saman við ákæruvaldinum. Men ein talsmaður hjá John McCain segði við blaðið The Washington Post í gjár, at tað er ikki sann­ líkt, at Sarah Palin fer at samstarva við ákær­ an, sum tekur sær av kanningini. Kanningin skal av­ dúka, um Sarah Palin ella onkur av hennara næstu medarbeiðarum misbrúktu sínar heim­ ildir við tí úrsliti, at leið­ arin fyri almennu trygd­ ini í Alaska, Walt Mone­ gan, misti sítt starv. Sambært Sarah Palin fekk hann sekkin orsak­ að av ósemju um fíggjar­ ætlanina, men onnur vilja vera við, at Mone­ gan fekk sekkin, tí hann sýtti fyri at siga einum løgreglumanni úr starvi. Hesin løgreglumaðurin hevði verið giftur við einari systir Sarah Palin, og teirra hjúna­ skilnaður hevði verið ein av teimum ógvusligu, skrivar AP. Palin vil ikki samstarva Ísraelskt álop var kanska krígsbrotsverk Sarah Palin vil ikki med­ virka í einari kanning um møguliga valdsmisnýtslu (Mynd: Polfoto) Trý pinkubørn deyð av eitraðari mjólk Cheng Aobing, sum er átta mánaðir, hevur fingið nýrastein eftir at hava brúkt ta eitraðu mjólkina (Mynd: Polfoto) Desmond Tutu arbeiðir nú fyri ST (Mynd: Polfoto)