hósdagur 18. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 179 - 18. september 2008
- Tað var ikki eg,
ella nakar annar í
uttanríkisráðnum,
sum upprunaliga
breyt inn hjá løg-
manni. Fyrsta inn-
brotið var í eina skriv-
stovu hjá uttanríkis-
ráðnum og eg skilji
væl, at boð vórðu
send eftir lásasmiði,
sigur Høgni Hoy-
dal, fyrrverandi
landsstýrismaður
um umstríddu skriv-
stovugøluna í Tinga-
nesi
Áki Bertholdsen
Skrivstovumálið
aki@sosialurin.fo
- Eg skilji væl, at boð, at
boð vórðu send eftir lása-
smiði at fáa skrivstovuna
uppaftur. Var tað eg, sum
var starvsfólk, hevði eg
brotið hurðina inn við
makt.
So bersøgin er Høgni
Hoydal, fyrrverandi lands-
stýrismaður, nú hann lok-
sins vil gera viðmerkingar
nógv umrøddu skrivstovu-
gøluna í Tinganesi.
Høgni Hoydal staðfestir,
at alt málið snýr seg um
akkurát tað øvugta av tí,
sum fjølmiðlarnir og løg-
maður hava fráboðað.
Hann staðfestir, at tað
vóru ikki tey í uttanríkis-
ráðnum, sum brutu seg inn
á kroppin á løgmanni. Tvørt-
urímóti varð tað brotið inn í
uttanríkisráðið.
- Tá ið samgongan varð
skipað, gjørdu løgmaður og
eg eina semju um, hvussu
starvsfólk og høli í Tinga-
nesi skulu býtast ímillum
uttanríkisráðið, sum eg var
landsstýrismaður fyri, og
løgmansskrivstovuna, sum
løgmaður sjálvandi varar
av.
-
Eftir
hesi
semjuni
hoyrdi hendan umstrídda
skrivstovan undir uttanríkis-
ráðið og hana hevði Bjørn
Kunoy hjá uttanríkisríkis-
ráðnum fingið at arbeiða í.
Men so hendir tað, at løg-
maður gevur boð um at
nýsetti ráðgevarin á løg-
mansskrivstovuni,
Petur
Petersen, skal hava hesa
ávísu skrivstovuna, so tá ið
Bjørn Kunoy kemur til
arbeiðis mánadagin 1. sep-
tember, sleppur hann ikki
inn á skrivstovuna, tí lásið
er skift.
- Samstundis eru øll hans-
ara skjøl flutt, eisini skjøl,
sum eru ómetaliga viðkvom
og í størsta trúnaði, sigur
Høgni Hoydal.
Løgmaður fór
út um mark
Hann sigur, at sostatt er tað
avgjørt løgmaður, sum er
farin út um sínar heimildir,
tí hóast hann varar av
ognunum í Tinganesi, hevur
hann ikki rætt at taka eina
skrivstovu, sum undirskriv-
að semja er um, at uttan-
ríkisráðið skal hava. O hann
hevur heldur ikki rætt til at
geva einum øðrum lands-
stýrisfólki harraboð um at
avlevera eina skrivstovu,
sum hoyrir undir málsøkið
hjá viðkomandi landsstýris-
fólki.
- Tað var landsstýrismað-
urin í uttanríkisráðnum,
sum hevði ræðið á bæði
umrødda
starvsfólki
og
umrøddu skrivstovu og tí
kann løgmaður ikki bara
taka skrivstovuna uttan víð-
ari.
- Sostatt er tað fyrsta inn-
brotið í hesi gølu, eitt inn-
brot í uttanríkisráðið, stað-
festir Høgni Hoydal.
- Er løgmaður ónøgdur
við mína framferð, kann
hann átala meg, hann kann
taka málsøki frá mær, ella
hann kann siga meg úr
starvi.
- Tað eru tey amboðini,
hann hevur og hann sjálv-
sagt ikki loyvi at gera seg
inn á mítt mítt málsøki og
míni starvsfólk.
Eg hevði brotið
hurðina
Høgni Hoydal sigur, at tá ið
hann kom til arbeiðis mána-
dagin 1. september, hoyrdi
hann at rok er. Tá ið hann
fór at vita, hvat var áfatt,
fekk hann at vita, at Bjørn
Kunoy hjá uttanríkisráðnum
ikki slapp til arbeiðis, tí lás-
ið var skift og at boð vóru
send eftir lásasmiði.
Høgni Hoydal sigur, at
hann skilir væl, at boð
vórðu send eftir lásasmiði.
- Var tað eg, sum var
starvsfólk og ikki politikari,
hevði eg brotið hurðina inn
við makt.
Fyrrverandi landsstýris-
maðurin leggur dent á, at
hann hevur ongantíð gjørt
seg inn á nakað og hann
hevur
ongantíð
boðsent
lásasmiði.
Men løgmaður boðar frá,
at hendan avtalan frá febru-
ar í ár um høli og starvsfólk,
er søgd upp?
- Ja, tað boðar hann mær
frá 4. september og tað ger
hann einvíst. Men sakin er
tann, at tá ið innbrotið var
framt 1. september, var
avtalan ikki søgd upp og
sostatt enn í gildi.
Veit onki um
lásasmiðir
Høgni Hoydal sigur í sam-
skiftinum
við
løgmann,
at......
.... Eg havi tí gjørt av, at tað
starvsfólkið, ið hevur verið
fyri órætti, sjálvandi má fáa
sína skrivstovu aftur í morg-
in árini – og at tit ístaðin
kunnu nýta mína skrivstovu
til tykkara starvsfólk, so
ongin verður fyri órætti av
hesum....
....Eg havi sum fráboðað
tikið avgerð um, at eg
noyðist at rætta ta skeivu
hending, sum hevur sett eitt
starvsfólk út, ið onki hevur
við hetta mál at gera, hóast
aðrar og minst líka góðar
hølisloysnir eru klárar og
settar fram til nýtslu....
....Eg havi givið mínum
stjóra boð um at fáa rættað
hendingina og at samskifta
við stjóran á løgmansskriv-
stovuni um hetta - og annars
at finna varandi loysnir....
Vit spurdu hann, hvat liggur
í hesum orðunum og hvussu
hann hevði hugsað sær, at
hetta skuldi setast í verk.
- Tað liggur bara tað í
teimum, at eg vil hava mál-
ið loyst við vanligum sam-
skifti. Tað liggur ikki tað í
teimum, at eg havi givið
tænastuboð um at útvega
lásasmið, ella um nakað
sum helst yvirhøvur.
Høgni Hoydal sigur, at
hann gevur ikki tænastuboð.
Men tá ið hann gevur eini
boð, eru tey altíð skjalfest,
altso skrivlig.
- Tað, eg gav boð um var
at rætta tann órættin, sum
ein ósekur starvsmaður hjá
mær hevði verið fyri, tá ið
innbrot var á hansara skriv-
stovu.
Tað einasta, eg veit um
lásasmiðir er, at ein lása-
smiður var í Tinganesi
mánamorgunin 1. septemb-
er og tað skilji eg væl, tí
starvsfólkið slapp ikki til
arbeiðis.
Sáar iva um landsins
hægsta embætisfólk
Men nú hevur Marjun Han-
usardóttir, í einum uppriti
endurgivið
aðalstjórin
í
mentamálaráðnum fyri at
siga, at hann hevði fingið
tænastuboð
frá
Høgna
Hoydal um at syrgja fyri at
fáa Bjørn Kunoy inn aftur á
skrivstovuna og hon kallar
hendingina 1. september
beinleiðis fyri innbrot í
skrivstovuna hjá ráðgevaran-
um hjá løgmansskrivstov-
uni. Vit spurdu Høgna
Hoydal um uppritið hjá
stjóranum á løgmansskriv-
stovuni í besta føri er mis-
skilt.
- Eg kann bara staðfesta,
at fimm dagar eftir hending-
ina eru upprit skrivað, men
tað sum stendur í teimum
má standa fyri teirra rokn-
ing, sum skrivað tey hava.
Men vit mugu hava í huga,
at talan er um eitt upprit frá
einum parti í málunum. Alt,
sum verður skrivað og sagt
í einum máli, sum hesum,
eru partsinnlegg í einum
stríði og tí sái eg øgiliga
stóran iva um uppritið.
Hann heldur eisini, at tað
er ófatiliga óheppið og
óhoyrt at slík upprit verða
skrivað fleiri dagar eftir
eina hending og at tey
harafturat verða útflýggja
fjølmiðlunum við navn-
givnum starvsfólkum.
Vit vístu eisini Høgna
Hoydal á, at Marjun Hanus-
ardóttir er landsins hægsta
embætisfólk og um vit ikki
skulu kunna hava álit á tí,
sum hon skrivar?
- Eg skilji væl, at tað er
øgiliga
stórt
trúvirði
í
løgmansembætinum og løg-
mansstjóranum aftur ímóti
einum frákoyrdum lands-
stýrismanni, sum nú er
úthongdur.
- Men í einum slíkum
máli, har løgmansstjórin er
partur í einum stríði, skal
tað, hon skrivar, tulkast
sum ein partur í tí stríðnum.
Hetta er hennara útlegging,
men eg haldi, at tað er
óhoyrt, at hetta skal brúkast
sum um at eg havi givið
tænastuboð um innbrot,
sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal: Eg hevði brotið
hurðina inn við makt
Tað er ongin ivi um, at løgmaður fór út um mark, tá ið hann tók eina skrivstovu frá mær, tí
tað hevði hann ikki heimild til. Innbrot varð nevniliga gjørt í uttanríkisráðið fyrst, sigur Høgni
Hoydal, frákoyrdur landsstýrismaður
Kvinnur stýra Fólka-
flokkinum í Havn
Eftir at Bjarti Mohr tók seg úr nevndini í Havnar
Framburðsfelag, hevur nevndin skipað seg av
nýggjum. Kitty May Ellefsen er nýggj forkvinna.
Nývaldur nevndarlimur er Jan Christiansen, sum tó
eisini áður hevur verið partur av nevndini. Nevndin
hevur nú skipað seg við Kitty May Ellefsen sum
forkvinnu og Winnie Trondesen sum næstforkvinnu.
Marita Hentze er kassameistari, og nevndarlimir eru
Hans Johannes á Brúgv og Jan Christiansen.
Teldusníkar lesa postin hjá Palin
Teldusníkar fóru inn í E-postin hjá Sarah Palin, ið er varaforsetaevni hjá
Republikanunum í USA. - Hetta er eitt skelkandi álop á privatlívið hjá
guvernørinum og eisini lógarbrot, sigur John McCain, forsetavalevnið hjá
Republikanunum. Í posti frá eini vinkonu stóð millum annað, at Palin ikki skuldi
lata negativu umtaluna bróta hana niður.
Ógreitt er hvussu teldusníkarnir komu inn til postin, men inn komu teir, og í eina
løtu bar til at síggja E-postar hjá Palin á internetinumnetinum.