hósdagur 18. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 179 - 18. september 2008
Gekkurin í morgin er
ein millión krónur.
Tá talan er um so
nógvan pening, eru
helst nógv, sum ikki
høvdu vilja, at onnur
vistu hvør vinnarin
var, um tað var ein
sjálvur, sum vann.
Hetta ber til, sambært
Jens A. Simonsen,
ábyrgdarfólkið á
Gekkinum
Gekkurin
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Nú Gekkurin í morgin er
ein heil millión krónur, eru
alsamt fleiri spurningar, ið
stinga seg upp. Ber til at
vera dulnevndur? Fær mann
hjálp at handfara nógva pen
ingin? Verður Gekkurin
nakrantíð vunnin? Og helst
eru eisini nógv fleiri spurn
ingar enn hesir.
Sosialurin hevur í nakrar
vikur roynt at svara spurn
ingunum, ið stinga seg upp
kring Gekkin hjá Kring
varpinum. Hesaferð er onki
undantak, og hava vit sett
Jens A. Simonsen hesar
nýggjastu
spurningarnar,
nú Gekkurin er vorðin so
stórur, at tann næsti før
oyski millióningurin verður
funnin í Gekkinum.
Kringvarpið má
vita hvør vinnur
Spurdur hvørt tað er gjørligt
at vera dulnevndur í Gekk
inum, svarar Jens A. Simon
sen, at tað ikki er nakar trup
ulleiki, um fólk vilja vera
dulnevnd, tá tey eru í luftini.
Men tá møguligi vinnarin
tosar við tey aftanfyri
Gekkahjólið, má viðkom
andi upplýsa hvør tað er,
fyri at Kringvarpið kann
seta seg í samband við tey.
Men hetta er nakað møgu
ligi vinnarin sjálvur má
gera greitt, tá viðkomandi
ringir inn.
Minkar um
undirhaldið
Fyri nógv er tað stuttligt at
vita og tosa um hvør tað er,
sum hevur vunnið Gekkin.
Hetta er nakað, ið nógv tosa
um til arbeiðis mánamorgn
ar, og spurningurin er, hvørt
vanligi hyggjarin er áhug
aður í, at møguligir Gekka
vinnarar eru dulnevndir.
Tað verður torførari at
tosa við fólk, um tey eru
dulnevnd. Ein stórur partur
av undirhaldinum við Gekk
inum er, at fólk fáa eitt sind
ur at vita. So tað er heldur
undarligt, at fólk skulu vera
dulnevnd, sigur Magnus
Magnussen, sum í morgin
verður verturin frammanfyri
Gekkahjólinum.
Vanligt er eisini at tosa
um veður og vind, og tað
verður sambært Magnusi
Magnussen, eitt sindur løgi
um onki møguligi vinnarin
er dulnevndur.
Vanligt er, at eg klári
nøkulunda at peila meg
inná, hvør viðkomandi er,
og so seti eg spurningarnar
eftir tí. Tað verður sjálvandi
torførari, um eg ikki veit
hvønn eg tosi við, men eg
fari hóast alt at spyrja nakr
ar spurningar, hvat viðkom
andi ger og so framvegis,
greiðir Gekkaverturin frá,
um hvat hann hevði gjørt,
um ein møguligur vinnari
velur at vera dulnevndur.
Hann leggur afturat, at
hann ikki hevur ánilsi fyri
nær Gekkurin verður vunn
in, men at nú má tað verða
nakað skjótt.
Ongin hjálp at heinta
Danske
spil
og
aðrar
útlendskar
fyritøkur,
ið
fáast við eydnuspøl við stór
um vinningum, geva ofta
teimum, sum vinna, møgu
leika at fáa hjálp við at
handfara peningin. Hetta er
tó ikki nakað næsti føroyski
millióningurin kann vænta
sær.
Eg havi hugsað tankan,
men hetta er ikki nakað vit
bjóða. Mann kundi kanska
hugsað sær, at fólk innan
peningastovnarnar
kundu
hjálpt við hesum, men vit
fara ikki at gera avtalu við
ein peningastovn, um vinn
arin er kundi í einum øðrum
banka, sigur Jens A. Simon
sen.
Møguleikin er
enn tann sami
Einaferð
má
Gekkurin
verða vunnin, men ógjørligt
er at siga nær tað verður.
Men til ber at siga, at møgu
leikin fyri at hann heldur
ikki verður vunnin hesa 27.
ferðina er 3,2 prosent, sam
bært frymlinum hjá Peturi
Zachariassen, hagfrøðing
ini.
Hinvegin broytist hjólið
ikki, og tí er møguleikin –
sum altíð – 12 prosent fyri,
at hjólið endar á júst tí
økinum, møguligi vinnarin
hevur valt sær.
Ongin nýtist at vita hvør
vinnarin er
- Tað verður torførari at tosa við fólk,
um tey eru dulnevnd. Ein stórur partur
av undirhaldinum við Gekkinum er,
at fólk fáa eitt sindur at vita, sigur
Magnus Magnussen, sum verður vertur í
Gekkinum í morgin
Rinda skuld hjá
Royal Greenland
Grønlendskir fiskimenn kæra seg um, at teir fáa ov lítið fyri tað, sum
teir avreiða til virkini hjá Royal Greenland, og summir teirra vilja vera
við, at teir á tann hátt eru við til at rinda skuld hjá Royal Greenland. Í
gjár segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, at
hann hevur somu áskoðan sum fiskimenninir. Landsstýrismaðurin
segði við kringvarpið KNR, at hóast hann ikki hevur beinleiðis prógv
fyri tí, so tykist tað løgið, at grønlendskir fiskimenn fáa sjey krónur
fyri tosk og íslendskir fiskimenn 15 krónur. Við rækjunum ruggar
heldur ikki rætt, segði Finn Karlsen.
Grønlendskir fiskimenn fáa ov lítið fyri
rækjur og tosk
Mynd: KNR
Grønland tørv á ar-
beiðsmegi
Tað er ikki bara í Føroyum, at fólk hava ta uppfatan, at tað
tekur alt ov langa tíðat avgreiða umsóknir frá fremmanda
fólki um arbeiðs og uppihaldsloyvi. Í Grønlandi er støðan
tann sama, og nú vil Vinnu og førleikaráðið har hava politik
ararnar at skipa grønlendskar reglur á økinum. Ellen
Christophersen, sum er formaður í ráðnum, sigur við KNR,
at Grønlandi fer at tørva arbeiðsmegi á fleiri økjum, og at
tað er neyðugt at rudda upp í teimum nógvu reglunum og at
gera mannagongdina smidligari enn nú.