Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 179 - 18. september 2008 Eins og tey nógvu undanfarnu árini fara tjørnuvíkingar á fjall í Tjørnuvíksstakki. Hetta verður nú leygardagin. Í sam­ band við hetta, verður aftur í ár hópurin av tiltøkum kring fjall­ gonguna, og fólk hava møguleika at koma við Seyður Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Aftur í ár verður farið í Stakkin eftir seyði. Í ár eru tað 13 seyðir at taka, fimm ær og átta lomb. Sum van­ ligt er, verða øll hesi seld á uppboðssølu seinni, tá kom­ ið verður aftur til Tjørnuvík­ ar. Í ár verður eisini nakað av grýtuklárum lundum at keypa á hesi vanliga for­ vitnisligu uppboðssøluni. Í ár verða fýra lomb flett og seld í stykkjum, meðan restin verður selt á lívi. Tó verður møguleiki at fáa seyð­ in flettan, um tann hepni keyparin ynskir hetta. Ein langur dagur Farið verður í stakkin leyg­ ardagin 20. september, og tíðliga verður farið avstað. Dagurin byrjar longu klokk­ an 7.30 við at fólkið, sum ætlar sær við út í Stakkin møtist niðri á grund. Og í samband við Staksdagin verður tann gamli siðurin eisini brúktur, at sungið verður, áðrenn farið verður til gongu. Vanliga tekur tað ikki langa tíð at reka, og fyrireik­ ararnir vænta, at umleið á middegi er fjallfólkið aftur í bygdarhúsinum, har Stakksnevndin bjóðar til døgverða. Uppboðssølan byrjar klokkan 17.00, og vanliga er hetta eitt sera hugnaligt og spennandi tiltak. Serliga er spenanndi at vita, hvør kemur at gera tað størsta kvettið. Eftir uppboðssøluna verð­ ur seyðurin flettur, sum varð seldur á lívi, og tá verð­ ur vanliga dúliga gingið inn í kjallararnar. Kvøldið endar eisini sum undanfarin ár, nevnliga við at tað verður tann vælum­ tókti stakksdansurin í bygd­ arhúsinum.a Fyri tey, sum verða við frá byrjan til enda, verður talan sostatt um ein langan, men áhugaverdan og spenn­ andi dag. Fara í Stakkin leygardagin Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, »Ein regla um dagin má vera nokk!«, sum snýr seg um Tórodd Poulsen, fær gott um mæli í danska blaðnum Berlingske Tidende Filmar Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í gjárkvøldi, 17. september, hevði dokumentarfilmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, »Ein regla um dagin má vera nokk!«, sum snýr seg um listamannin Tórodd Poul­ sen, frumsýning á Bryggj­ uni í Keypmannahavn. Tór­ oddur Poulsen og Katrin Ottarsdóttir vóru bæði til staðar á frumsýningini, og eftir sýningina bjóðaði Før­ oyska Sendistovan ymiskt at sløkkja tostan við. Í gjár hevði danski films­ ummælarin hjá Berlingske Tidende eitt stutt, men gott ummæli av filminum. Nið­ anfyri stendur filsmummæl­ ið føroyskað. Ein klókur og latur yrkjari Tann føroyski yrkjarin, Tór­ oddur Poulsen, er føddur í 1957, býr í Keypmannahavn og skrivar sínar ógvusligu yrkingar á eini gamaldags skrivimaskinu. Í tí intima portrettfilmin­ um »Ein regla um dagin má vera nokk!« verður hann lýstur við árvaknum áhuga av landsmanninum Katri Ottarsdóttir – kend fyri leik­ filmar so sum »Atlantic Rhapsody« og »Bye Bye Bluebird« ­ og framkemur sum ein fámæltur og hug­ tungur maður, sum er knarr­ utur á ein rættiliga góðsligan hátt og sum hevur ein marg­ háttligan form fyri snubbut hýri. Hann er harafturat eis­ ini bæði tónleikari og mál­ ari (hansara málningar eru fyltir við súkklum!), og hann framførir lívsvísdóm av slagnum »onkuntíð skal mann bara sita og stara« og trýr harafturat ikki uppá før­ oyskt sjálvstýri, tí »føroy­ ingar eru for tungir í dintlin­ um«. Tað er hann fyri sovítt eisini sjálvur, men yrking­ arnar hjá honum eru hvassar og harðar, og mann kemur til at dáma hann gjøgnum henda djúbt konsentreraða, visuelt krystallklára og snið­ fundiga stuttliga filmin. Hetta var filmsummælið hjá danska Ebbe Iversen, sum gav filminum fýra av seks stjørnum, og sum er at lesa á heimasíðuni hjá Berlingske Tidende. Føroysk frumsýning Aftur í kvøld verður film­ urin vístur á Bryggjuni í Keypmannahavn klokkan 20.00, og Tóroddur Poulsen og Katrin Ottarsdóttir verða til staðar undir sýningini. Um góðan mánað fáa før­ oyingar so møguleika at síggja henda forvitnisliga filmin um listamannin Tór­ odd Poulsen. Tann 17. okto­ ber verður hann frumsýndur í Norðurlandahúsinum í samband við at tað verður Norðurlendsk Filmsvika har. Nærri verður at frætta um hesa sýningina seinni. Brot av filminum kunnu longu nú síggjast á heima­ síðuni hjá Blue Bird felag­ num, www.bluebirdfilm. dk/filmclips.html. »Ein regla um dagin má vera nokk!« fær gott ummæli Leygardagin verður farið í Stakkin eftir seyði og í ár verða fimm ær og átta lomb tikin Mynd: Sjúrður V. Nielsen »Ein regla um dagin má vera nokk!« fær fýra av seks stjørnum frá Ebbe Iversen, filmsummælara Mynd: úr filminum 600 stakir uppihaldarar fáa barnaískoyti Almanna­ og heilsumálaráðið boðar nú frá, at um mánaðarskiftið fáa knapt 600 stakir uppihaldarar fyri fyrstu ferð eitt serligt barnaískoyti. Barnaískoytið er 6000 krónur árliga fyri hvørt barnið, og verður útgoldið hvønn ársfjórðing. ­ Tað eru umleið 1000 børn, sum fara at merkja, at mamma ella pápi teirra fáa henda styrk. Vit hoyra javnan um stakar uppihaldarar, ið hava tað torført at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga, og við hesum ískoytinum verður gerandisdagurin eitt sindur lættari hjá hesum bólki, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum í stuttari viðmerking. Samlaði kostnaðurin árliga fyri landskassan er, út frá hesum tølum, umleið 6 milliónir krónur árliga. Tilvildarlig mynd