hósdagur 18. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 179 - 18. september 2008
Bjørt Samuelsen,
fyrrverandi lands
stýriskvinna, sigur,
at málið um skriv
stovuviðurskiftini í
Tinganesi var langt
síðan loyst, og tey
høvdu eisini viðgjørt
langtíðarloysnir á
viðurskiftunum.
Tí visti eg, at hatta
við umrøddu skriv
stovuni ikki var
reella orsøkin til,
at løgmaður hevði
tikið sína avgerð yvir
høvdinum á okkum,
sigur hon
Politikkur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørt
Samuelsen,
fyrr
verandi landsstýriskvinna í
vinnumálum, sigur, at hon
upplivdi
mánadagin,
tá
løgmaður gjørdi av at siga
samstarvið við Tjóðveldið
upp, sum ein undarligan og
ikki sørt magháttligan dag.
Vit skuldu hava reglu
ligan landsstýrisfund hend
an mánamorgunin klokkan
10, men áðrenn fundurin
skuldi verða, ringir skrivarin
hjá løgmanni og sigur, at
landsstýrisfundurin
er
útsettur. Hon sigur seg ikki
vita, nær fundurin verður,
og kann heldur ikki siga,
hví hann er útsettur.
Bjørt sigur, at hendan
dagin var tað serliga fíggj
arlógin, sum var á skránni,
og
tingmanningin
hjá
Tjóðveldinum sat eisini á
Gamla Apoteki og arbeiddi
við fíggjarlógini.
Javnaðarumboð
møttu ikki á fundi
Klokkan 13 henda sama
mánadagin skuldi fundur
eisini verða í fíggjarmála
ráðnum
millum
lands
stýrisfólkini um fíggjar
lógina. Men tá vit komu í
fíggjarmálaráðið, vóru um
boðini hjá Javnaðarflokk
inum ikki møtt, og Karsten
Hansen segði frá løgmanni,
at tey kanska fóru at koma
um ein tíma.
Men
javnaðarumboðini
komu ongantíð.
Bjørt sigur, at hesin
dagurin virkaði løgin, og
landsstýrisumboðini
hjá
Tjóðveldinum fóru nú rætti
liga at hugsa um, at løg
maður hevði eitthvørt í
umbúna.
Vit fóru so heimaftur á
Gamla Apotek at arbeiða
víðari við fíggjarlógini, og
her bleiv eisini tosað aftur
og fram um, hvat mundi
vera á vási.
Hon sigur, at klokkan
umleið 14.50 vórðu tey
uppringd í flokshølunum av
fjølmiðlum sum spurdu,
um tey vistu, hvat var á
vási, tí løgmaður hevði
kallað inn til tíðindafundar
í Tinganesi klokkan 15.
Tá vistu tjóðveldisum
boðini einki.
Klokkan var umleið
14.55, tá Høgni Hoydal fær
boðini frá løgmanni um, at
hann á tíðindafundinum fer
at boða frá, at samstarvið
við Tjóðveldið er sagt upp.
Sum kánus
Fyrrverandi
landsstýris
kvinnan sigur, at hon nú
gjørdi skjótt av og fór beint
út í Vinnumálaráðið at bera
sínum starvsfeløgum boð
ini, so hesi kundu fáa tey
frá henni – og ikki um
fjølmiðlarnar fyri tíðinda
fundin,
sum
løgmaður
hevði kallað inn til.
Í somu løtu, sum Bjørt
kemur út í Tinganes, sendir
Rás 2 beinleiðis haðani, og
tá sigur hon við mannin hjá
Rásini, sum stendur við
mikrofonini, at hon eftir
øllum at døma er komin út í
Tinganes at pakka!
Eg haldi, tað vera
ógvuliga løgið, at løgmaður
ikki kundi taka sær stundir
til at geva okkum boðini á
ein meira virðiligan hátt,
enn hann gjørdi. Tað var
ógvuliga keðiligt at fáa
frænir av tí, sum var í
umbúna, um miðlarnar, og
eg má siga, at eg stóð sum
kánus.
Bjørt sigur, at málið um
skrivstovuviðurskiftini
í
Tinganesi var langt síðan
loyst, og tey høvdu eisini
viðgjørt langtíðarloysnir á
viðurskiftunum.
Tað lá eisini í kortunum,
at Vinnumálaráðið skuldi
finna sær hølir úti í býnum,
og vit vóru í ferð við at leita
eftir góðum hølum til ráðið.
Tí visti eg, at hatta við
umrøddu skrivstovuni ikki
var reella orsøkin til, at
løgmaður hevði tikið sína
avgerð yvir høvdinum á
okkum.
Ein bagatell
Bjørt sigur, at hon kendi
umrødda
skrivstovumál
sera væl.
Vit høvdu góðtikið, at
vit vóru tað ráðið, sum
skuldi flyta úr Tinganesi,
og hetta mál var longu loyst
í semju vikuna fyri, at løg
maður segði okkum úr
starvi.
Hon sigur, at tá hon
hoyrdi
grundgevingarnar
hjá løgmanni fyri at siga
samstarvið við Tjóðveldið
upp, hugsaði hon:
Nei, álvaratos. Vit
kunnu ikki fortelja umheim
inum, at samgongusam
starvið er slitnað orsakað
av eini skrivstovu. Tað ber
simpulthen bara ikki til.
Bjørt sigur, at skriv
stovumálið nærmast var
mett sum eitt komiskt mál
úti í Tinganesi – eitt mál,
sum flent varð eitt sindur
eftir, og sjálv sá hon málið
sum ein bagatell.
Í mínari verða hevði
hetta málið ikki tann stóra
týdningin í mun til so nógv
onnur stórmál, ið vit hava
lagt aftur um okkum – og
onnur mál, sum lógu fyri
framman hjá samgonguni.
Turkar trupulleikar
Hon er púrasta sannførd
um, at løgmaður hevur havt
ein trupulleika í egnum
flokki,
og
nú
skuldi
skrivstovumálið í Tinganesi
brúkast sum ein av orsøk
unum fyri at sleppa av við
Tjóðveldið.
Trupulleikarnir,
sum
Javnaðarflokkurin
hevur
innanfloks, skuldu turkast
upp á Tjóðveldið.
Hetta er fullkomiliga
komiskt, og eg havi hugsað
nógv
um
umdømi
hjá
okkum úteftir eftir hetta,
sum er hent. Eg ivist onga
løtu í, at høvuðsorsøkin til,
at løgmaður gjørdi av at
slíta samstarvið við okkum,
er niðurskurðurin í ríkis
veitingini, sum landsstýrið
annars hevði gjørt avtalu
um.
Hon vísir á, at samgongan
longu hevði loyst stórar
knútar, sum verið hava á
vegnum, og tað seinasta var
málið
um
áseting
av
fiskidøgum.
Eidesgaard bønaði
Tá málið um fiskidagar
leikaði á, og Tjóðveldið sat
við einum stórum innan
hýsistrupulleika, bønaði og
bað
løgmaður,
Jóannes
Eidesgaard, okkum um at
vera verandi í samgonguni
og ikki fara úr henni.
Bjørt Samuelsen dugir tí
illa at skilja, hvussu løg
maður so stutt eftir hetta –
og á ein so óvirðiligan hátt
– kundi gera av at siga upp
samstarvið við Tjóðveldið.
Løgmaður turkaði
egnar trupulleikar
upp á Tjóðveldið
- Eg haldi, tað vera ógvuliga
løgið, at løgmaður ikki
kundi taka sær stundir til
at geva okkum boðini á ein
meira virðiligan hátt, enn
hann gjørdi, heldur Bjørt
Samuelsen
- Skrivstovumálið var nærmast mett sum eitt komiskt mál úti í Tinganesi – eitt mál, sum flent
varð eitt sindur eftir, og sjálv sá eg málið sum ein bagatell, sum var loyst, áðrenn løgmaður segði
upp samstarvið við okkum, sigur Bjørt Samuelsen
Ikki loyvt at veiða áll
Í fjør varð forboð sett frítíðarfiskimonnum í Svøríki at veiða áll. Hetta merkti, at veiðan minkaði
við 30%. Í ár hevur veiðibannið hjá frítíðarfiskimonnum ført til, at vinnuligir útróðrarmenn hava
fingið størri nøgdir av blankálli enn nakrantíð áður. Tað er svenska útvarpið, sum veit um hetta at
siga. Fiskivinnumyndugleikarnir í Svøríki miðja eftir, at trýstið á állastovnin skal minka uppaftur
meira, og ætlandi fara myndugleikarnir at seta nýggjar reglur í gildi í hesum mánaðinum.