hósdagur 18. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 179 - 18. september 2008
Alt meðan løgmaður
situr og samráðist
fyri einari nýggjari
ABC-samgongu
bedýrar hann, at
samgonguuppsøgnin
einki hevur við eina
skrivstovu at gera,
men at talan reint út
sagt er um, at hann
hevur mst álitið á
Høgna Hoydal
POLITIKKUR
Leo Poulsen, Sosialurin
leo@sosialurin.fo
Kári Mikkelsen, Rás2
karim@sosialurin.fo
- Samráðingarnar ganga
rættiliga væl. Vit hava lagt
eina arbeiðsætlan framman
undan, sigur Jóannes Eides-
gaard, løgmaður.
Hann vísir á, at einar sam-
gongusamráðingar eru ein
stór, tung og trupul uppgáva
at fara undir, tí øll sam-
felagsviðurskifti skulu upp
at venda politiskt.
Flokkarnir hava býtt seg
upp í bólkar, og so eru økini
býtt út á bólkarnar, sum
síðani hava viðgjørt tey og
skrivað ein tekst, har ljós
verður varpað á ósemjurnar.
Hesin tekstur verður síðani
lagdur fyri eitt høvuðspanel,
sum síðani viðgerð og fílar
av ósemjum og trupulleikum
og roynir at finna orðingar,
sum allir partar kunnu góð-
taka.
- Stóru snávingarsteinar-
nir eru spurningar sum ríkis-
veitingin,
privatiseringar,
spurningurin um stórar íløg-
ur í samfelagnum, fiski-
vinnupolitikkurin. So tað
eru á nógvum økjum, at
trupulleikarnir eru, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Hvussu langt eru tit kom-
in, og nær kunnu vit rokna
við, at tit eru komin á mál?
- Tað kann eg av góðum
grundum ikki siga nakað
um, men talan verður ikki
um vikur, tí eg siti líkasum
upp á lánta tíð. Eg havi ikki
nógv skot eftir í byrsuni, og
um hetta ikki gongur, so má
eg umhugsa at lata onkran
annan
fáa
samráðingar-
leiðsluna. Men eg vil siga
tað soleiðis, at tá fríggja-
dagurin fer at líða, so skuldi
ein skitsa til eitt samgongu-
skjal byrjað at hómast,
sigur løgmaður.
Eitt evni, sum hevur verið
nógv umrøtt, er spurningurin
um, hvør verður løgmaður
um ABC-samgongan verð-
ur til veruleika.
- Vit byrjaðu við einum
blonkum pappíri, og tí eru
allir spurningar uppi at
venda, eisini spurningurin
um, hvør skal verða løgmað-
ur, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Álitisbrot
Brennandi
spurningurin
millum fólk er uttan iva,
hvussu
løgmaður
kundi
slíta samgonguna orsakað
av einum ópolitiskum og til
at síggja lítlum máli um
eina skrivstovu.
- Ja, eg harmist um, at
fjølmiðlarnir ikki hava fang-
að poengið enn. Tað snýr
seg ikki um eina skrivstovu,
tað snýr seg um, at løgmaður
gevur eini boð á sínum
málsøki, og at hansara
varamaður ger beiknt ímóti
boðunum, enntá fysiskt. Og
um eg ikki gjørdi sum eg
gjørdi, hevði eg undirgrivið
ta tygn og ta virðing, sum
eigur at vera rundan um løg-
mansembætið. Málið snýr
seg tískil ikki um eina
skrivstovu, eitt fjall ella eitt
skip ella okkurt annað. Tað,
sum tað snýr seg um er, at
vit mugu hava skil á okkara
skipan, vit mugu vita, hvør
tað er, sum hevur eitt avger-
andi orð at siga í okkara
skipan, sigur løgmaður.
Hann sigur, at vit hava
eitt býti av málsøkjunum,
og at løgmaður hevur síni
málsøki, hóast tey ikki eru
mong, so eru tey har.
- Tað, sum hendir er, at
løgmaður gevur eini boð á
sínum egna málsøki, og tey
boðini verða ikki aktað av
hansara næsta manni, og
tað eigur ein løgmaður ong-
antíð at finna seg í, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Ein avtala millum Jóann-
es Eidesgaard og Høgna
Hoydal frá februar í ár legg-
ur fast, hvørjar skrivstovur
og hvørji starvsfólk hoyra
til Uttanríkisráðið og hvat
hoyrir
til
løgmans-
skrivstovuna.
- Tann avtalan er ikki til
meir, og hana havi eg sjálv-
ur uppsagt. Og síðani havi
eg givið boð um, at ein
skrivstova skuldi gerast klár
til ein persón, sum er komin
inn í skipanina, men vara-
løgmaður gjørdi beint ímóti
mínum boðum, og tað kann
eg ikki liva við, sigur løg-
maður.
Undirgraving
Jóannes Eidesgaard undir-
strikar sostatt, at tað ikki er
spurningurin um eina skriv-
stovu, sum hevur ført til
hesa óhepnu støðu, men at
løgmaður hevur mist álitið
á Høgna Hoydal, varaløg-
manni.
- Samgongan slitnaði ikki
orsakað av einum skrivstovu-
máli, men orsakað av at
varaløgmaður undirgravaði
løgmansembætið. Talan er
um eina røð av øðrum mál-
um, sum tað ikki tænir
nøkrum endamáli at fara
inn í nú. Eg kann bara stað-
festa, at tað samstarvið,
sum var millum Javnaðar-
flokkin, Tjóðveldi og Mið-
flokkin ikki er til meira, og
er so illa farið, at tað repa-
rerast ikki, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Løgmaður staðfesti, at
talan var um álitisbrot, og
at ein løgmaður ikki kann
lata sær lynda, at hansara
embæti verður undirgrivið.
- Tað er harmiligt, at álit-
ið á Høgna Hoydal ikki er
til longur. Vit mugu jú minn-
ast til, at tað var eg sjálvur,
sum tók stig til at fara úr
ABC yvir til eina CHE-sam-
gongu, tí eg metti, at hon
hevði sítt »berættigilsi« í
samfelagnum. So eg havi
víst Tjóðveldi stórt álit.
Men
nær
tað
verður
niðurbrotið og hvussu, er
ógvuliga ringt at seta orð á.
Men einaferð má man gera
upp við seg sjálvan, um
álitið er har ella ikki, sigur
løgmaður við Rás2.
Orð til Høgna
og Jóannes frá
lurtarum hjá Rás2
Í gjár var seinnapartsendingin hjá
Rás 2 um skrivstovumálið í Tinganesi.
Møguleiki var at senda sms inn, og nøkur
av teimum vóru so stuttlig og áhugaverd,
at tey verða prentaði í blaðnum í dag.
Spurningurin var soljóðandi: Hvat hevði
tú sagt við Jóannes Eidesgaard og Høgna
Hoydal, um tú vart í Tinganesi, og sá teir
klandrast um eina skrivstovu
- Kappingin um ársins neyðrakett verður hørð í
ár?
- Eg hevði sagt: Kærleiki byrjar við klandri
- Eg hevði spurt um teir ikki vildu hava eitt
hvølpalás
- Eg hevði sungið sangin: Who let the dogs out
- Gevið Høgna bókina – Hitt gandaða lyklarholið-
í jólagávu
- Vit hava onga loysn, men lykilin. Heilsan
lásasmiðurin
- Er landsstýrið grýtuklárt ella lyklaklárt
- Hallo, eru tað tit báðir?
- Í polikki eigur mann at lata allar dyr standa
opnar
- Santa Pætur má fylgja væl við tá Høgni kemur
- Um størsti trupulleikin í Føroyum er ein
skrivstova, stendur væl til
- Gev Høgna durafjórðingin og Jóannes hurðina
- Ein sovorin trupulleiki kann bara loysast við
“ogga gogga”
- Hvar er ansni?
- Eg hevði boðið honum plássið hjá Andrew á
landsliðnum, kanska Høgni klárar at bróta
ígjøgnum
- Í Kvívík hava tey urðadans, í løgtinginum
hurðadans
- Tey kalla tað eina Watergate gølu, eg hevði kallað
tað LOCKerbi, ein tragedia um onki
Ikki skrivstovur men álitisbrot
Jóannes Eidesgaard undirstrikar ferð eftir ferð, at tað ikki var ein spurningur um skrivstovuhølir,
men álitisbrot og undirgraving av løgmansembætinum, sum førdi til samgonguslitið
Orkanir kosta milliardir
Tað fer at kosta kubanarum fimm milliardir dollarar at rudda upp eftir teirri oyðing,
sum orkanirnar Gustav og Ike hava ført við sær. AP skrivar, at orkanirnar hava skatt
næstan 450.000 hiem, og at 63.000 av hesum ikki standa at bjarga. 200.000 kubanar
hava ikki longur tak yvir høvdið, og hava tí brúk fyri fyribils bústøðum, meðan
myndugleikarnir byggja tað oyðilagda upp aftur. Samstundis er næøstan øll sukurrørs
grøðin løgd í oyði. Stjórnin skrivari eiari frágreiðing, at endurbyggingin fer at krevja
fleiri ára intenst arbeiði. Sambært Reuters hava Brasilia, Rusland, Venezuela og
Spanien longu sent hjálp avstað til kreppuraktu oynna, og ST fer at geva 3,5 milliónir
neyðhjálpsstuðli. Hinvegin fær Kuba ongan stuðul frá USA. Landið hevur annars
boðið Kuba fimm milliardir dollarar í stuðli, men tað er ikki slíkan stuðul, Kuba
ynskir, skrivar politiken.dk