Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 157 - 17. august 2001 Nr. 157 - 17. august 2001 3 Síðani rockbólkurin Chase sang um fyrstu ferð, hevur átakið Hesuferð gjørt vart við seg meira enn einaferð. Nú tosa gomlu limirnir í Chase um næstu ferð, og tað er ikki fyrstu ferð TÓNLEIKUR Pop.fo Seinasta árið eru lunnar varisliga lagdir undir eina nýggja fløguútgávu við rockbólkinum Chase, sum var so sera væl dámdur fyrst í nítiárunum. Høvuðsmenninir aftan fyri bólkin, sum hevði fleiri hitt millum ungfólkið tá í tíðini, fóru í fjør at práta um eina møguliga útgávu afturat – 10 ár eftir tað hig- artil einastu frá bólkinum. Prátið tók dik á seg, og nú er er ein nýggj fløga við Chase nærri veruleikanum enn nakrantíð. – Tað gongur spakuliga framá, men ikki so skjótt sum vit nokk høvdu vónað. Vit vóru helst eitt sindur ov bjartskygdir, tá ið vit byrjaðu at arbeiða við ætlanini seinasta heyst. Vit – tað vil siga eg, Niclas og Mikkjal – roknaðu tá við, at teir flestu sangirnar fóru at verða klárir longu í vár, men tað er ikki fyrr enn her í juli, at so frætt av tilfari er komið frá hondini, at tað byrjar at líkjast skapinum á einari fløgu, sigur Edmund Jacobsen, sum er sangari og sangskrivari í Chase. Selt teldufílar aftur og fram – Vit hava sent hugskot sum mp3-fílar til hvønn annan, onkuntíð hava vit eisini brent fløgur og sent við postinum. Sjálvt um tað saktans letur seg gera at ar- beiða á henda hátt, so tekur tað nógv longri tíð, enn um vit kundu sitið saman til dømis eina ferð um vikuna. Men tað ber jú sjálvsagt ikki til tá ið Niclas býr í Kanada, eg í Danmark og Mikkjal í Føroyum. Hvussu eru tit nøgdir við sangirnar, sum tit hava skrivað? – Higartil nú eru 16 meira ella minni liðug hug- skot løgd fram av mær og Niclas. Og jú, jú, víst eru frálík løg inn ímillum, men har er eisini okkurt sera marginalt hugskot inn ímillum. Helst koma eini tvey ella trý løg afturat, og so fara vit at velja tað besta burturúr, so vit enda við millum 11 og 13 løgum til fløguna, sigur Edmund Jacobsen. Dagførdur Chase- stílur Hvør er stílurin í sangun- um? – Eg veit ikki rættuliga, hvussu eg skal greiða frá stílinum. Sjálvandi er tað talan um rock, har guitarin hevur nokk so nógv at siga. Allir sangirnir eru melodi- øsir, eitt sindur popputir kanska. Vit hava í øllum førum stremba eftir einum meiri nýmótans sniði, har tann gamla Chase-kenslan tó er við. Vit hava haraftur- at eisini roynt at blanda til- farið soleiðis, at vit fáa ein góða javnvág ímillum frið- arligar balladur og hørð rockløg. Eru yrkingarnar á før- oyskum ella enskum? – Alt er á føroyskum. Eg og Niclas hava onkuntíð tosað um, at tað kanska hevði verið stuttligt við onkrum enskum lagi, men einki er skrivað enn. So málsliga verður helst talan um eina reina føroyska fløgu. Fyri meg persónliga hevur tað verið spennandi at skriva á føroyskum. Tað havi eg ikki gjørt í fleiri ár. Hvat fer nú at henda? – Beint nú eru tað fleiri reint praktiskir spurningar, ið skula loysast. Millum annað er fíggingin ikki komin uppá pláss enn. Vit eru heldur ikki heilt vísir í, hvussu og hvar vit fara at spæla inn. Um alt skal ger- ast í Føroyum, ella um vit eisini fara at spæla inn í Danmark og kanska Kan- ada. Eg veit ikki rættiliga. Tann spurningin fara vit at loysa komandi vikurnar. Og so skal alt tilfarið leggjast til rættis. Vit hava tosa um at gera hetta arbeiðið í fel- ag, men tað er trupult at finna eitt tíðarskeið, har vit allir hava tíð til tess. So tað endar helst við, at vit sita hvør í sínum lagi og leggja okkara egnu løg til rættis. Vil á pall aftur Nær er realistiskt at vænta eina útgávu frá Chase? – Um tú spurdi meg fyri einum mánaði síðani, hevði eg sagt áðrenn jól, men nú eri eg eitt sindur í iva. Tað veldst um, hvussu tær næstu tvær til tríggjar vik- urnar hilnast. Vit skuldu jú helst byrja upptøkurnar í august, um tað skal eydnast at geva fløguna út áðrenn jól. Men jú longri tíð gong- ur, áðrenn vit hava loyst allar teir mongu praktisku spurningarnar, tess meira ivasamt er tað, um vit geva nakað út í ár. Men nú eru skjótt 10 ár liðin síðani gamla fløgan kom út, so eitt hálvt ár afturat er jú einki at tosa um. Men enn satsa vit uppá at geva fløguna út í ár. Fara tit á pall aftur? – Eg veit ikki, hvat hinir halda um tað, men tað er mín persónligi dreymur, at vit spæla í hvussu er eina konsert í sambandi við fløguútgávuna. Men av tí at vit búgva so spjaddir, kann tað gerast trupult at venja og fyrireika eina konsert. Men vit fara í hvussu er at tosa um tað. Hvørjir av gomlu Chase- limunum verða við? – Sum tað sær út nú, so rokni eg við, at eisini James Olsen og Stamen Stanchev verða við. Tað er bert ein vika ella so síðani James fekk eina demofløgu við løgunum á, og enn hevur hann ikki svarað endaliga, um hann hevur hug at verða við. Hann hevur jú úr at gera saman við Erann DD. Men bæði Stamen og Jam- es hava víst áhuga fyri nýggju fløguni. Verða nakrir nýggir limir í bólkinum? – Nei, men kanska vit fara at bjóða onkrum gesta- tónleikara við á fløguna, sigur Edmund Jacobsen. Hava skrivað sangirnar til nýggja Chase-fløgu LISTAFRAMSÝNING Í SMS Tíðindaskriv frá SMS Hesa vikuna hevur lista- maðurin Sofus Poulsen málningaframsýning á Torginum í SMS. Sofus er ein av nøkrum listafólkum, sum regluliga sýna fram í SMS. Seinast hann hevði fram- sýning í Sølumiðstøðini var í apríl mánaði. Á framsýn- ingini hesaferð sýnir Sofus fram nýggjar akryl- og akvarellmálningar. Flestu málningarnir hjá honum eru av føroyskum landslagi og bygdum. Stíl- urin er náttúralistiskur og impressionistiskur. Framsýningin verður opin hvønn dag til leygar- dagin 25. august. Opið er frá kl. 10.00 til handlarnir í SMS lata aftur, og í hesum tíðarbili er Sofus eisini at hitta á Torginum. – Nær nýggja fløgan hjá Chase kemur út veldst um, hvussu tær næstu tvær til tríggjar vikurnar hilnast. Vit skuldu jú helst byrja upptøkurnar í august, um tað skal eydnast at geva fløguna út áðrenn jól. Men nú eru skjótt 10 ár liðin, síðani gamla fløgan kom út, so eitt hálvt ár afturat er jú einki at tosa um, sigur Edmund Jacobsen, sum er sangari í Chase Sofus Poulsen málninga- framsýning á Torginum Fyri meira enn 50 árum síðani fóru Fanny og aðrar kvinnur undir at savna pengar til ellisheim í Klaksvík. Nú verður ætlanin veruleiki undir Kráarbrekku SAMBÝLI Eyðun Klakstein Mikudagin var reisigildi í nýggja sambýlinum undir Kráarbrekku, sum er reist og er farið at taka skap. Millum gestirnar í stóru húsunum hendan dagin var 93 ára gamla Fanny Peter- sen, sum fyri meira enn 50 árum síðani fór undir at savna pengar til ellisheim í Klaksvík. Hon og aðrar kvinnur í Húsmøðrafelagnum skip- aðu fyri ymiskum tiltøkum, og nógvir pengar komu inn. Hesir pengar eru síðani vorðnir ein partur av verk- ætlanini undir Kráar- brekku, har bæði sambýli og eldraíbúðir verða gjørd- ar. Eini 50 fólk – arbeiðs- fólk, politikarar, fakfólk og onnur – vóru savnað, tá lít- ið hátíðarhald var í sambýl- inum mikudagin, og tá Fanny Petersen tók orðið lurtaði hvørt oyrað. Haldið fram Fanny greiddi frá, hvussu tað var komið í lag, at tær fóru at savna pengar, og hvussu tiltøkini eydnaðist. Hon segði seg verða sera fegna um, at sambýli og eldraíbúðir nú verða bygdar undir Kráarbrekku. – Eg kundi verið omma tykkum øll, men eg vil bara siga við tykkum, at tit skulu halda fram við hesum ar- beiðnum. Eg fegnist í míni sál um, at nakað gott kemur burtur úr tí, sum vit hava stríðst fyri, segði hon. – Tíðirnar eru ikki longur tær somu, sum tær plagdu at verða. Tað kann als ikki samanlíknast. Fyrr tóku børnini sær av teimum teimum eldru, men soleiðis er ikki longur. Tí er brúk fyri slíkum heimum og íbúðum, og tað er gott, at hetta nú verður veruleiki, segði Fanny Petersen. Sambýlið undir Kráar- brekku skal standa liðugt til komandi summar, um alt gongur sum æltað. Haraft- urat skulu 24 eldraíbúðir eisini byggjast, og tær skulu vónandi verða liðugt- bygdar áðrenn árslok næsta ár. Stórur áhugi er fyri hes- um eldraíbúðum, sum er nýskapandi á eldraøkinum. Tað er ein sjálvsognar- stovnur, sum stendur fyri byggingini av sambýlinum og eldraíbúðunum undir Kráarbrekku. Leygardagin verður útsetti gongutúrurin til Blankskála á Kalsoynni Seinasta vikuskiftið ætlaði Norðoya Kunningarstova at skipa fyri gongutúri av Syðradali og til Blankskála, men túrurin mátti avlýsast vegna veður. Nú verður roynt aftur, og leygardagin kl. 13.00 verð- ur farið úr Klaksvík. Siglt verður við Alpha Pilot til Syðradals, haðani gingið verður til Blankaskála. Gingið verður niðan á Katl- arnar um Eggina og oman gjøgnum Botnin á Blanka- skála. Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri í Klaksvík, fer at greiða frá bygdini og hvussu fólk búleikaðust í bygdin fyri góðum 200 árum síðani. Siglt verður av Blanka- skála aftur til Klaksvíkar, har komið verður umleið kl. 19.00. Sjálvur gongu- túrurin tekur millum tveir og tríggjar tímar. Luttøkuprógv fæst á Kunningarstovuni í Klaks- vík til leygardagin kl. 12.00 Kostnaður er 100 krónur fyri vaksin og 50 fyri børn. Um veðrið ikki verður til vildar leygardagin, ætlar Kunningarstovan at gera eina roynd sunnudagin. ek Fanny fegnaðist 93 ára gamla Fanny Petersen fegnast um, at nakað gott kemur burtur úr tí stríðnum, sum hon og aðrar hava lagt í at fáa ellisheim í Klaksvík Royn aftur at ganga til Blankaskála Mikudagin lat nýggjur frítíðarskúli upp á loftinum í KÍ- høllini. Hetta er nýggj deild hjá Mylnu- húsinum, sum verður kallað Sornhús FRÍTÍÐARSKÚLI Eyðun Klakstein Nú verður loftið í KÍ-høll- ini eisini rópt Sornhús. Or- søkin til tað er, at soleiðis verður nýggjur frítíðarskúli har nevndur. Frítíðarskúlin hoyrir til Mylnuhús, sum nú hevur flutt øll skúlabørnini í KÍ- høllina, har tey framyvir skulu halda til. Higartil hevur Mylnuhús verið barnagarður, vøggu- stova og frítíðarskúli fyri skúlabørn. Men nú verða bara barnagarður og vøggustovu í Mylnuhúsin- um, meðan nýggja deildin skal hýsa skúlabørnunum í 1. og 2. flokki. Samstundis sum hendan broytingin verður gjørt, verður eisini pláss fyri fleiri børnum. Tríggjar deildir 24 børn hava gingið í barnagarði í Mylnuhúsin- um, men nú verður pláss fyri 42 børnum. 30 pláss vóru í frítíðarskúlanum í Mylnuhúsinum, men nú hesin er fluttur í KÍ-høllina, verða plássini 45 í tali. Umframt hesar báðar stovnar, hevur Mylnuhúsið eisini útibarnagarð, og tað hoyra sostatt 99 børn til stovnin. Hann Thøgersen, sum er leiðari fyri Mylnuhúsið, sigur, at tað er spennandi at fáa nýggjan frítíðarskúla, og tey rokna við, at hesin kemur betur til sín rætt í KÍ-høllini. – Frítíðarskúlin er nú nærri skúlanum, og har er fótbóltsvøllur, ítróttarhøll og svimjihøll í umráðnum, so tað er stuttur teinur hjá børnunum til alt, sigur Hanna Thøgersen. Maja Højsted er settur sum leiðari fyri Sornhús. Frítíðarskúli í KÍ-høllini Loftið í KÍ-høllini hýsir nú frítíðarskúla, har pláss er fyri 45 børnum C M Y K 3 2 VOLVO 240 GL F81475 Árg 1988, Km 180.000. 4 píkadekk á alufelgum fylgja við. Kr. 40.000. 220407 BMW 316I Árg okt.96, Km 67.000. El- sóltak, el-rútar 17"sportfelgur + píkadekk á felgum. Svørt el- leðursetur. Myndir kunnu sendast við e- mail:carl@oilwind.fo. 221122 BMW 320 I Árg 1990, Km 136.000. 16" sportfelgur, gott anlegg, leður inntrekk og aðra eykaútgerð. 211094