Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 157 - 17. august 2001 Nr. 157 - 17. august 2001 5 Prísurin á rækjum er nú tann vánaligasti í eini 10-15 ár. Fiskasølan setir álitið á, at prísurin fer at hækka eitt sindur, nú kinesarar fara at keypa til veturin. Men enn er onki hent FISKIVINNA Áki Bertholdsen Fyrr í ár var eitt sindur at hoyra um, at føroyska rækjuvinnan rættiliga var komin í trongstøðu, tí at prísurin á rækjum var lækk- aður so nógv. Og enn tykist tíverri ikki, sum um nakar stór- vegis glotti er at hóma. – Prísurin á rækjum hev- ur ikki verið so vánaligur seinastu 10-15 árini, sum hann er nú, sigur Hans Johannus á Brúgv, stjóri á fiskasøluni. Hann sigur, at fyri at gera tað ilt verri, er dollarin eis- ini munandi lækkaður sein- astu tíðina afturat tí, at sjálvur prísurin er ógvuliga lágur og sostatt fæst enn minni fyri rækjurnar. Og hann leggur afturat, at enn eru ongir glottar at hóma, sum benda á, at prís- irnir fara uppeftir aftur. – Enn ber ikki til at siga nakað positivt um rækju- marknaðin, sigur fiskasølu- stjórin. Hann sigur, at prísurin er lækkaður so nógv, at eitt skifti løgdu teir kanadisku rækjutrolararnir, sum fisk- aðu í heimasjógvi. Seta álitið á kinesarar Hann sigur, at fiskasølan hevur sett sítt álit á, at prís- urin fer at hækka, tá ið londini í fjareystri, eina- mest Kina, fara at keypa til veturin. Men tað er ikki, fyrrenn nú í august, at hesi londini fara at keypa, so gongd er ikki komin á enn, og tí er tað ov tíðliga at siga nakað um tað enn. Hans Johannus á Brúgv sigur, at onkrir kinesarir hava verið í Føroyum og hugt eftir rækjum við tí fyri eyga at keypa. – Men enn er at kalla onki selt, og hartil er prís- urin vánaligur, so tað er ilt at siga, hvat spyrst burturúr. Tann vánaliga støðan á rækjumarknaðinum hevur ført við sær, at rækjurnar, sum verða fiskaðar, fyri tað mesta verða lagdar á goymslu. – Tað sigst, at tað liggur heilt nógv av rækjum á goymslu, men ongin vil siga, hvussu stórar goymsl- urnar eru. Eisini føroyingar hava nógv á goymlu, men heldur ikki Johannus á Brúgv vil siga, akkurát, hvussu stórar tær eru. – Goymslurnar eru stórar. Men tær eru kortini ikki størri enn so, enn at vit hava fult tamarhald á støð- uni. Hann sigur, at nakað síð- ani varð mett, at eini 20.000 tons av rækjum lógu á goymslu runt um í Evropa. – Hinvegin brúka londini í fjareystri eini 30.000 um árið, og tað allarmesta av tí keypa teir vetrarhálvárið. So tað kann vera so skjótt, at goymslurnar minka aftur. So hóast fiskasølustjórin ongan glotta hómar enn, hevur hann vónir um, at støðan fer at batnað kom- andi árini. Hans Johannus á Brúgv sigur, at orsøkin til tað stóra prísfallið á rækjum er heilt einfalt, at tað verður fiskað meiri av rækjum enn tað verður etið. – Men kemur gongd á søluna til eitt mú fjareystur, kann støðan broytast rætti- liga skjótt til tað betra, leggur hann afturat. Fiskasølan setir álitið á kinesarar Rækjuprísurin er enn út av lagi vánaligur og fyri at gera ilt verri, er dollarin eisini munandi fallin. Men kemur gongd á søluna til fjareystur í vetur, sum vit vóna, hann støðan broytast rættiliga skjótt til tað betra, men enn eru ongir glottar at hóma, sigur stjórin á Fiskasøluni – Støðan hjá rækju- flotanum er avbera vánalig og tíverri eru als ongi útlit fyri, at tað fer at batnað. Men rækjuflotin tolir ikki fleiri so vánalig ár, sigur formaðurin í felagnum Rækju- skipum FISKIVINNA Áki Bertholdsen – Tað er minst líka galið enn. Ongin bati er hendur seinastu tíðina. Men tað ringasta er, at tað eru heldur ikki útlit fyri nøkrum bata. Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum Rækjuskipum er ikki ser- liga bjartskygdur um støð- una hjá føroyska rækjuflot- anum. Hann sigur, at tað eru ongar broytingar verið í prísinum til tað betra, hvørki í prísinum á ídnað- arrækjum, ella á kókaðum rækjum. – Tað er heldur tvørtur- ímóti, tí á ídnaðarrækjum er prísurin versnaður upp- aftur meiri, síðani í vár. Ongin bati Hann sigur, at summi hava væntað, at støðan fór at batnað nú tað líður ímóti vetri aftur. Men tað torir hann ikki at vóna. – Tað trúgvi eg lítið upp á, tí tað ljóðar nevniliga, at teir, sum keypa pilkaðar rækjur, hava longu fyri ein stóran part gjørt sáttmálar fyri tað, sum vit plaga at kalla jólasølan. Hann sigur, at tað hava keypararnir sjálvsagt gjørt, tí at rækjurnar eru so bílig- ar beint nú, at tær fáast ikki bíligari og tí eru teir so skjótir at gera sáttmálar. – Vanliga plágar prísurin at fara uppeftir í oktober og novembar, ímeðan jólasøl- an er fyri. Men eru sáttmál- arnir til tað longu gjørdir, eru ongir glottar at hóma í tí sambandi í ár. Jákup Egholm Hansen sigur, at nakar bati er tí ikki væntandi, fyrrenn í fyrsta lagi næsta vár, um nøkur broyting verður yvirhøvur. Hvussu prísurin er á rækj- um, veldst í stóran mun um støddina. Men, hvat ídnað- arrækjum viðvíkur, er prís- urin fallin heilt niður á 5- 8,50 krónur fyri kilo. Hann sigur, at fyri ein summartúr plaga skipini at fáa ímillum 8 og 13-14 krónur fyri ídnaðarrækj- urnar. – Hvat kókaðum rækjum viðvíkur, er sama gongdin. Rækjur, sum vit í fjør seldu fyri 26,50 krónur fyri kilo, fáa vit ikki meiri enn 18-19 krónur fyri nú. Jákup Egholm sigur, at tað tykist sum um at tað eru kinesarar, sum stýra marknaðinum á teimum smáu rækjunum og teir hava trýst prísin í botn. – Prísurin er nú so lágur, at tað eru at kalla bara kan- adiarar, sum klára art selja fyri tann prísin og tað klára teir bara tí at teir fiska eina ómetaliga stóra nøgd. Formaðurin í rækjuskip- um sigur, at tá ið prísurin á teimum smáu rækjunum verður trýstur niður, fylgir prísurin á hinum rækjunum aftaná. Tola ikki fleiri ár Jákup Egholm Hansen sig- ur, at hetta er annað árið á rað, sum er serstakliga vánaligt hjá rækjuflotan- um. – Hetta er ein støða, sum fíggjarliga rakar skipini ógvuliga hart og tað er púra greitt, at flotin tolir ikki fleiri so vánalig ár, sum hesi bæði seinastu, so koma skipini í gjaldføris- trupulleikar. Hann vísir á, at rækju- flotin er frammanundan ikki serliga væl fyri, tí hann hevur ikki havt nøkur ser- liga góð ár síðani í sjeyti- árunum. – Rækjuflotin hevur havt onkantíð havt nøkur gullár í mannaminni, Tí er hann verri fyri fíggjarliga, enn summir av hinum skipa- bólkunum, sum hava havt nøkur sera góð ár inn ímill- um. Tá ið rækjuflotin so harafturat renur seg í fleiri sera vánalig ár sum nú, er tað púra greitt, at summi skip eru rættiliga illa fyri, sigur formaðurin í felagn- um fyri Rækjuskip. – Vit hava mælt til, at skipini fáa eina afturbering fyri at fiska í altjóða sjógvi, sigur formaðurin í felagnum rækju- skipunum FISKIVINNA Áki Bertholdsen Føroysku rækjuskipini vilja nú hava okkurt slag av studningi. Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum rækjuskipum, sigur, at vinnan hevur mælt polit- iska myndugleikanum til, at gera eina ella aðra FAS-líknandi skipan fyri rækjuskip, sum fiska í al- tjóða sjógvi. Tvs, at vinnan mælir til, at skip, sum fiska í al- tjóða sjógvi, skulu fáa okkurt slag av lønaraftur- bering frá tí almenna. Hann sigur, at herfyri hevði vinnan fund við Landsstýrið at kunna pol- itiska myndugleikan um støðuna, men enn hava tey onki hoyrt aftur. Hann leggur tó dent á, at hetta var bara ein kunnandi fundur og ikki ein um- sókn um stuðul. Formaðurin í Felagnum Rækjuskipum, sigur, at munurin fyri fiskiskap í altjóða sjógvi eru ókeyp- is, mótvegis øðrum fiski- veiðiavtalum, sum vit gjalda líka nógv fyri tað, vit fáa. Harafturat fiska rækju- skipini langt burtur, eitt nú á Flemish Cap og tað er dýrt at flyta fiskin til Evropa og at fáa manning og útgerð yvir. – Tí eru fortreytirnar hjá rækjuskipunum mun- andi øðrvísi enn hjá skip- unum, sum fiska sambært fiskivinnuavtalum við onnur lond. Hann sigur, at ein FAS líknandi skipan kundi bøtt um støðuna hjá skip- unum, bæði beint nú og í longdini. –Tað kundi eisini gjørt tað meiri lokkandi at roynt møguleikar í al- tjóða sjógvi. Eitt nú er tað bara eitt fisk, sum roynir eftir búrfiski, men kanska er tað grundarlag fyri ein- um, ella tveimum skipum afturat. – Men sum støðan er, er tað ongin, sum hevur fíggjarliga orku til at taka vágan, tí tað eru ikki ráð til, at tað gongur galið, sigur Jákup Egholm Hansen. Tilsamans eru 12 rækjuskip í føroyska flot- anum, men tvey teirra hava tíðaravmarkað loyvi. Føroysk rækjuskip vilja hava studning Onki ljós fyri framman – Rækjuflotin tolir ikki fleiri rakár afturat, sigur Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum Rækjuskipum Ein nevnd, sum hevur arbeitt við at gera eitt uppskot um ferða- vinnupolitikk, hand- aði hósdagin Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni, lidna uppskotið. Bæði nevnd og landsstýris- maður tykjast á einum máli um, at ferðavinnan skal vera sjálvberandi. FERÐAVINNA Heri á Rógvi Arbeiðið við at orða ein al- mennan ferðavinnupolitik fór í gongd síðst í 1999. Nevndin, sum varð sett at orða politikkin fekk soljóð- andi orðing sum endamáls- orðing: “at orða uppskot um, hvussu tað almenna kann vera við til at skipa og menna Føroyar sum ferða- mannaland, soleiðis at ferðavinnan verður ein meiri týðandi táttur í sam- felagsbúskapinum”. Nevndin, sum varð sett at orða politikkin varð mann- að av: Atli Eiriksson, full- trúi í Vinnumálastýrinum, formaður og skrivari í ar- beiðsbólkinum, Petur Oli- ver í Hoyvík, formaður í stýri Ferðaráðsins, Annika W. Joensen, stjóri, Ferðaráð Føroya, Hjørdis Zacharias- sen, innlendisdeild Ferða- ráðsins,Uni Danielsen, stjóri, Flogfelag Føroya, formaður í Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya og Fríðun Hansen, deildar- leiðari á Smyril Line. Síðan Annika W. Joensen fór í annað starv, hevur Heri Niclasen, stjóri Ferða- ráðsins, verið limur í bólk- inum. Uppskotið hevur verið til ummælis síðani apríl í ár, og innkomnu viðmerking- arnar eru saman við upp- skotinum samanskrivað til hetta nýggja uppskotið um ferðavinnupolitikk. Síðani hevur ein minni bólkur, samansettur av Hera Niclasen, stjóra á Ferðaráðnum, Kjartani Kristiansen, stjóra á Menn- ingarstovuni og Evu H. Bennicke, fulltrúa í Vínnu- málastýrinum, hevur sam- anskrivað uppskotið til politikkin. Í tøkum tíma Tað var Eva H. Bennicke, sum vegna bæði nevnd og bólk handaði Bjarna Djur- holm, landsstýrismanni uppskotið. Eva H. Benn- icke legði fram, hvat bólk- urin hevði lagt dent á. Hon vísti eisini á, at tað er nøkur viðurskifti, sum fella uttan- fyri økið hjá vinnumála- stýrinum. Uppskotið er um- biðið av vinnumálastýrin- um. í uppskotinum verður tað, eftir førimuni, útgreina í sambandi við endamáls- orðingina. Uppskotið er rættiliga stutt í mun til onnur líkn- andi uppskot. Einans tólv A4 síður telur uppskotið. Upprunaliga uppskotið var munandi longri. Tað, at tað er stytt so mikið, er eisini nakað, sum bólkurin, ið samanskrivaði uppskotið, hevur lagt seg eftir. Bjarna Djurholm, landsstýrismað- ur, fegnaðist eisini yvir, at uppskotið var so mikið stutt, soleiðis at tað ikki bert vóru tey, sum vórðu noydd at lesa tað, ið lósu tað. Landsstýrismaðurin segði eisini, at nógv viður- skifti hava ligið á láni innan ferðavinnuøki, og eitt tílíkt uppskot er tískil ógvuliga kærkomið. Bjarni Djurholm vísti somuleiðis á, at lógarar- beiðið við at áseta greiðari reglar fyri Ferðaráð Føroya ikki var langt frammi í tíð- ini. – Tað hevur stórur saknur á greiðari reglum fyri Ferðaráðið. Serliga spurn- ingurin um, hvør eigur evsta vald eigur at vera loystur. Hetta vil bara gera tað lættari hjá Ferðaráðnum at virka, sigur Bjarni Djur- holm. Uppskotið leggur upp til, at ferðavinnan skal vera sjálvberandi. Ætlanin er, at leikluturin hjá tí almenna skal vera at tryggja karm- arnar við eitt nú at betra um infrastrukturin. Sjálvt upp- skotið leggur ikki upp til nakran ávísan málbólk, men heldur, hvussu um- støðurnar sum heild kunnu betrast, og hvussu ein gev- andi ferðavinna kann koma fyri seg í Føroyum. Millum málini, sum uppskotið leggur upp til at miðjað verður ímoti, er at skapa Føroyum meiri viðurkenn- ing uttanlands. Sjálvur er Bjarni Djur- holm ikki í iva: – Vit mugu hava ferða- fólk handavegin, sum hava nógvan kapital. Tað snýr seg um at vinna so nógvan pening sum gjørligt. Krabbagoggurnar skulu sjálvandi vera vælkomnar, men tað eigur ikki at vera hesi, sum satsað verður uppá, sigur Bjarni Djur- holm. Eisini nevnir sami lands- stýrismaður, at tað í sam- bandi við eina sjálvberandi ferðavinnu væl kann hugs- ast, at Atlantic Airways, í øllum førum partar av fyri- tøkuni, verður selt. Øll nøgd Tey, sum hava arbeitt við at orða henda nýggja ferða- vinnupolitkk umboða øll ymiskar partar av ferða- vinnuni. Eisini hjá teimum tykjast tað at vera konsen- sus um, at hetta er eitt gott arbeiðið, sum er latið úr hondum. Saman við hesi uppskotinum, varð eisini handað ein frágreiðing um »Nátt- og Tvátthús, dvala- víkar og tjalding«. Umboðini úr ferðavinn- uni tykjast á einum máli um, at hetta er ein gongd leið við hesum báðum, frá- greiðing og uppskotið. Øll tykjast at halda, at hetta arbeiðið kann brúkast til at fáa eitt gott úrslit. Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, vísti á eitt øking í ferðafólkatali er síggja fyri tey seinstu árini. Bæði Heri Niclasen, Kjart- an Kristiansen, stjóri á menningarstovuni og Petur Oliver í Hoyvík, formaður í stýri Ferðaráðsins hildu uppá, at ein møgulig olju- vinna fer at kollvelta før- oysku ferðavinnuna. – Vit fara at uppbyggja eitt heilt nýtt klientel, sigu Petur Oliver í Hoyvík. Eisini útoyggjarnar fingu eitt orð við á vegnum. Petur Oliver í Hoyvík vísti á, tað manglar nógv hjá ferða- vinnuni í útoyggjunum. Petur Oliver nýtti Mykines sum dømi sum eina útoyggj sum ikki fekk nóg nógv burturúr ferðavinnuni. Útoyggjaálitið vísir eisini á nøkur sovorðin viðurskifti, men Bjarni Djurholm held- ur ikki, at vit skulu stara okkum blind eftir tvørleik- um. Fyri fyrst bíðar uppskotið eftir at vera lisið av lands- stýrismanni og øðrum. Síð- ani bíðar mestir ein politisk viðgerð. Ferðavinnan skal vera sjálvberandi Bjarni Djurholm fekk hósdagin handað uppskot um ferðavinnupolitikk í Føroyum Bjarni Djurholm heldur at føroyingar skulu royna at fáa múgvandi ferðafólk til Føroya C M Y K 5 4