Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 157 - 17. august 2001 Nr. 157 - 17. august 2001 7 – Tørvurin eftir stuð- ulsfólki er komin áðrenn skipanin, og tað hevur havt við sær, at økið er ein hurlivasi. Men nú skulu vit hava skil á økinum, sigur lands- stýrismaðurin við almannamálum STUÐULSFÓLK Eyðun Klakstein Landsstýrismaðurin við al- mannamálum lovar nú, at skil skal koma á stuðuls- fólkaøkið – Vit hava í grundini onga veruliga skipan við stuðulsfólkum, og tí er hetta økið ein stór fløkja, og tað kann eingin liva við. Tað sigur Sámal Petur í Grund, sum hevur fingið eitt ávegisálit um stuðuls- fólkaøkið. Sosialráðgevin, Eyðvør Thomsen, hevur kannað økið, og hon hevur latið landsstýrismanninum eina ávegis frágeiðing. Hon er nú farin undir víðari kann- ingar av økinum. – Tørvurin eftir stuðuls- fólki er komin áðrenn skip- anin, og tað hevur havt við sær, at økið er ein hurlivasi. Men nú skulu vit hava skil á økinum, sigur landsstýris- maðurin við almannamál- um. Fólk í vónleysari støðu Talið á stuðulsfólkum er vaksið nógv seinnu árini, og eftir stuttari tíð eru út- reiðslurnar til stuðulsfólk farnar úr fáum milliónum og upp í 30 milliónir. Men eingin verulig skip- an hevur verið økinum, og tað hevur skapt stórar trupulleikar. Stuðulsfólk kenna seg ótrygg í skipan- ini, og tey hava vánaligar arbeiðsumstøður. Hetta ger, at stór útskifting er millum stuðulsfólkini, og tað líða so foreldur og børn eisini undir. Í blaðnum í gjár greiddi Hannvør Johansen í Klaks- vík frá, hvussu ómetaliga trupul støðan hjá henni er. Hon hevur drong, sum er spastikari, og hóast øll eru samd um, at hann hevur brúk fyri hjálp, tá hann skal í skúla, so ber ikki til at fáa eina haldbara og varandi loysn. Stuðulsfólkið hjá sonin- um verður sagt úr starvi fleiri ferðir um árið, og nú skúlagongdin byrjar aftur mánadagin, er einki stuð- ulsfólk til at fara í skúla við dreinginum, sum skal byrja í 6. flokki. Hava roynt at hjálpa Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður, ásannar, at nógv fólk hava trupulleikar á hesum økið, og hann heldur, at orsøkin til tað er, at økið er so illa skipað. – Tað er vanligt, at al- mannaverkið roynir at hjálpa fólki, men tað hevur verið eitt sindur ógreitt við, hvørjir møguleikar eru við stuðulsfólkum, og hvussu tilboðini skulu verða. Hetta hevur skapt eina hurlivasa, sum vit nú skulu hava skil á, sigur hann. Eyðvør Thomsen sigur í sínum ávegisáliti, at stuð- ulsfólkaøkið er so stórt, at tað ber ikki til at gera eina lidna frágreiðing um tað í einum. Tí er hon nú farin undir at kanna vaksmanna- økið, og tað verður gjørt fyrst, tí her er púra greitt, at heimildarnar eru ikki í lagi til at seta stuðulsfólk. – Men tá tann parturin er liðugur, verður beinanvegin farið í holt við restina av økinum. Eg kann ikki siga, nær vit verða liðug við ar- beiðið, men eg kann vissa øll um, at vit arbeiða so skjótt sum gjørligt fyri at loysa hesar trupulleikar, sigur Sámal Petur í Grund. RÁÐSTEVNA UM MÁL Nýggja samkomuhøllin á Sjómansskúlanum í Havn verð- ur karmur um eina føroyska/íslendska ráðstevnu um viku- skiftið, nevnd Smátjóðamentan í altjóðasamfelagi. Talan er um eitt granskingarsamstarv millum Fróðskap- arsetur Føroya og Heimspekideild Háskóla Íslands. Fyrilestrar verða hildnir, og eru teir allir almennir, og tað er ókeypis atgongd. Byrjað verður kl 9 í morgin ári, leygarmorgunin. Skráin sær soleiðis út: Leygardagur 18.08.2001: 9.00-9.30: Malan Marnersdóttir, rektari Fróðskaparset- ursins, setur ráðstevnuna. 9.30-10.00: Guðmundur Hálfdanarson: »Eigi víkja!« Þjóðernisvitund og pólitísk menning Íslend- inga. 10.00-10.30: Bergur Berg: Politisk mentan og smátjóðir. 10.30-10.45: Kaffisteðgur. 10.45-11.15: Gauti Kristmannsson: Þýðingar meðal smáþjóða. 11.15-11.45: Jákup í Skemmuni: Týðing sum mentanar- virksemi. 11.45-13.00: Døgurðasteðgur. 13.00-13.30: Úlfur Hjörvar: Frændrækni. - Ígripaþankar um menningarsamskipti Færeyinga og Íslendinga og hvað helst mætti vera þeim til framdráttar 13.30-14.00: Ólavur Christiansen: Ymiskleikar, líkleikar, avbjóðingar, andsagnir og nøkur tilmæli viðvíkjandi búskaparligu og vinnuligu leið- ini hjá smásamfeløgunum, serliga náttúru- tilfeingisheftum smásamfeløgum. Sunnudagur 19.08.2001: 9.00-9.30: Turið Sigurðardóttir: Postkolonialisma. Staðseting og nøvn í nýggjastu føroysku bókmentum. 9.30-10.00: Dagný Kristjánsdóttir: Tvö brúðkaup — en engin jarðarför. 10.00-1030: Jógvan í Lon Jacobsen: Tungumál smátjóða í altjóðasamfelagi. 10.30-11.00: Kaffisteðgur. 11.00-11.30: Sveinn Agnarsson: Fiskveiðar og byggðamál á Íslandi 1980-2000. 11.30-12.00: Annika Wardum: Føroyska ferðavinnan — nútíð og framtíð. 12.30-13.00: Þorleifur Þór Jónsson: Þróun íslenskrar ferðaþjónustu og framtíðarhorfur. 13.00-14.30: Døgurðasteðgur. 14.30-15.00: Þórarinn Sólmundarson: Stoðkerfi atvinnu- lífs á Íslandi - nýsköpun 15.00-15.30: Kaffi og almenn umrøða 15.30: Nevndarfundur. Íslendsku fyrilesararnir: Dagný Kristjánsdóttir, dr.phil., professari í íslendskum bókmentum við Háskóla Íslands. dagny@hi.is Gauti Kristmannsson, bókmentafrøðingur, tímalærari við Háskóla Íslands. gautikri@hi.is Guðmundur Hálfdanarson, professari í søguvísindum við Háskóla Íslands. ghalfd@hi.is Sveinn Agnarsson, serfrøðingur við Hagfrøðistovn Háskóla Íslands. sveinnag@hi.is Þorleifur Þór Jónsson, hagfrøðingur við Samtøku ferðatænastunnar. thorleifur@saf.is Þórarinn Sólmundarson, serfrøðingur á menningardeild Útjaðarastovnsins. thorarinn@bygg .is Føroysku fyrilesararnir: Bergur Berg, cand.scient.pol., fulltrúi. beb@fl.fo Ólavur Christiansen, cand.polit. et soc., granskari á Fróðskaparsetri Føroya. olavurc@setur.fo Jógvan í Lon Jacobsen, mag.art, adjunktur í málfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. jogvanlj@setur.fo Turið Sigurðardóttir, mag.art., lektari í norðurlendskum bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. turids@setur.fo Jákup í Skemmuni, cand.phil., týðari. jakups@get2net.dk Úlfur Hjörvar, rithøvundur og týðari. lupus@post.olivant.fo Annika Wardum, cand. negot., fyrrv. stjóri á Ferðaráði Føroya. Ráðstevnuni hava hesi stuðlað: Granskingarráð Føroya, Letterstedska Föreningen, FITUR. Ráðstevnan er liður í samstarvi millum Heimspekideild Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya. Samstarvið er skipað gjøgnum eina føroyska og eina íslendska nevnd. Í føroysku nevndini eru: Turið Sigurðardóttir form., Jóhan Hendrik W. Poulsen, Malan Marnersdóttir og Anfinnur Johansen. Í íslendsku nevndini sita: Ingi Sigurðsson form., Þóra B. Hjartardóttir, Pétur Knútsson, Magnús Snædal og Höskuldur Þráinsson. Smátjóðamentan í altjóðasamfelag Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður: Stuðulsfólkaøkið er ein hurlivasi – Tað er vanligt, at almannaverkið roynir at hjálpa fólki, men tað hevur verið eitt sindur ógreitt við, hvørjir møguleikar eru við stuðulsfólkum, og hvussu tilboðini skulu verða. Hetta hevur skapt eina hurlivasa, sum vit nú skulu hava skil á, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður Samgongupolitikarar hava eftir øllum at døma ilt við at halda politiskar avtalur, ella í minsta lagi lætt við at misskilja tær. Ein dropi ov nógv er fall- in í bikarið hjá fíggjarmálaráðharran um, sum nú alment svarar átalum frá løgmanni aftur SAMGONGUSTEV Rúnar Reistrup Stevið í sitandi samgongu er ikki av tí besta. Tað er komið fram talríkar ferðir og stendur við. Eitt av seinnu dømunum um ringa stevið hevur verið málið um Búskapargrunn Føroya, sum løgmaður, fíggjar- malaráðharrin og lands- stýrismaðurin við sjálv- stýrismálum hava kjakast um alment í fjølmiðlunum hesar seinastu tvær vik- urnar. Løgmaður á einu síðuni og fíggjarmálaráðharrin og landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum á hinari síðuni, eru ógvuliga ó- samdir um, hvussu upp- skotið um Búskapargrunn Føroya eigur at síggja út, tá tað einaferð verður borið í tingið, og tann ósemjan var ikki loyst, tá Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við sjálv- stýrismálum løgdu eitt fyri- bils uppskot um búskapar- grunnin fram fyri ting- monnum og fjølmiðlum hósdagin í farnu viku. Brotnar avtalur Tað fekk Annfinn Kalls- berg, løgmann, at skýra uppskotið »hálvliðugt« í grein í Dimmalætting, og í almennari viðmerking í dag svarar ein harmur Karsten Hansen aftur upp á tað, sum hann kallar ør- kymlandi ákærur frá løg- manni. Løgmaður fyltist í blað- greinini í Dimmalætting á, at fyribilsuppskotið varð lagt fram fyri tingmenn áðrenn semja var um uppskotið í samgonguni. – Hetta eru úttalilsi frá løgmanni, sum eg ikki vil hava sitandi á mær. Tey ganga beint ímóti greiðum politiskum avtalum, sigur Karsten Hansen í viðmerk- ingini, ið er prentað á síðu 9 í blaðnum í dag. Blaðið misskilti Karsten Hansen nýtir í við- merking síni eisini høvi til at vísa aftur, at hann hevur mælt til at privatisera al- mennar ognir fyri upp til 5 milliardir krónur. Hetta stóð at lesa sum tíðindi í Dimmalætting fyrr í vik- uni. Karsten Hansen metir, at blaðið helst hevur mis- skilt tað, sum búskapar- frøðingar hava skrivað í álitinum um Búskapar- grunnin, har tað stendur, at um so er, at almennar ognir verða seldar, so kann talan gerast um upphæddir upp ímóti 5 milliardum krón- um. – Onki uppskot um privatisering liggur í mín- um uppskoti til Búskapar- grunn, sigur Karsten Han- sen í viðmerkingini. Troyttur av stevinum Viðmerkingin hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harra, ber brá av, at fíggjar- málaráðharrin er um at troyttast av vánaliga stevin- um í samgonguni. Millum annað leggur hann eftir for- manni Fólkafloksins fyri, sum blaðstjóri á Dagblað- num, at forða fyri at sam- gongunar vilji verður framdur. Eisini sigur Karsten Han- sen tað vera ørkymlandi at verða átalaður av løgmanni fyri ikki at gera sambært avtalum, tá landsstýris- menn í egna flokki løg- manns sleppa undan átalu, tá teir bróta avtalur. – Hann (løgmaður, blaðm.) átalar ikki alment landsstýrismenn í sínum egna flokki, sum ferð eftir ferð hava brotið allar sið- venjur í politiskum arbeiði, sigur Karsten Hansen í við- merking síni. Løgmaður sigur í stuttari viðmerking við Sosialin- um, at hann stendur við orðini um, at uppskotið bara er hálvliðugt. – Uppskotið er ikki sam- tykt á formligum landsstýr- isfundi, og tað verður tað heldur ikki íu verandi líki. Karsten Hansen hevur fingið greitt at vita á fundi 23. juli, at Fólkaflokkurin er ósamdur við uppskotin- um. Vit vilja hava eina út- gjaldskipan við í uppskotið áðrenn tað verður borðið niðan í tingið, sigur Ann- finn Kallsberg, løgmaður. Karsten Hansen vil ikki hava sitandi á sær orðini frá løgmanni um, at uppskot hansara um Búskapargrunn Føroya bara er hálvliðugt. Løgmaður stendur við orð síni Samgongan haltar framhaldandi Dan R. Petersen, javn- aðartingmaður, vil hava at vita hví ongar programnevndir eru settar at ráðgeva almennu loftmiðlun- um, síðan uppskot hansara um at broyta lógina um kringvarp varð samtykt fyri góðum ári síðan LOFTMIÐLAR Rúnar Reistrup Mentamálaráðharrin, Óli Holm, sum millum annað hevur loftmiðlamál um hendi, skal svara einum fyrispurningi frá javnaðar- tingmanninum Dan R. Petersen um, hví program- nevndirnar til Sjónvarp Føroya og Útvarpi Føroya ikki eru settar enn, nú meira enn eitt ár er farið, síðan broytta løgtingslógin um kringvarp varð sett í gildi 17. mai í fjør. Sambært broytingini løg- tingslógini um kringvarp, sum Dan R. Petersen sjálv- ur legði fram uppskot um, skal landsstýrismaðurin við loftmiðlamálum seta tvær 9-mannanevndir at ráðgeva ávikavist Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya við- víkjandi programvirksemi. Politiskt óheft Í grundgevingunum til broytingaruppskotið førdi Dan R. Petersen tá fram, at tað við verandi lóg var ov lætt hjá politikarum at seta nevndir við politiskari slag- síðu at ráðgeva almennu loftmiðlunum. Við broyt- ingunum, skuldi hetta ger- ast ómøguligt við tað, at óheftir felagsskapir og stovnar skuldu tilmæla nevndarlimirnar. Sambært lógini skulu níggju felagsskapir og stovnar hvør tilmæla tvey fólk av ymiskum kyni til nevndarlimir. Landsstýris- maðurin skal so velja annað av hesum sum lim. Men hóast allar tilmæl- ingarnar, sambært Dan R. Petersen, vórðu gjørdar beinanvegin, so hevur landsstýrismaðurin ikki sett nakra av programnevndun- um enn. Dan R. Petersen sigur í fyrispurningi sínum, at tað er ein háðan ímóti loft- miðlum og hyggjarum og lurtarum teirra at ongar programnevndir eru settar. Teir níggju felagsskapir- nir og stovnarnir, sum skulu tilmæla evnir til teir samanlagt 18 nevndarsess- irnar í programmenvndun- um eru: Fróðskaparsetur Føroya, Kristiligt hyggjara- og lurt- arafelag, Føroya Ungdóms- ráð, 7 mannabólkurin av yrkisfeløgum, Føroya Ar- beiðsgevarafelag, Føroya Blaðmannafelag, Føroya Musikkskúli, Rithøvunda- felag Føroya, og ÍSF. Hvar blivu program- nevndirnar av C M Y K 7 6