Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 179 - 18. september 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mánadagin 22. sept. fyllir ein vælkendur vágbingur, Signheðin Olsen 70 ár. Sign­ heðin hevur traðkað sínar barnaskógvar, er uppvaksin og hevur livað síni fyrstu mandómsár í Toftalíð í Vági, har foreldur hansara settu búgv. Mamman Elisabeth, var ættað úr Tjørnuvík og faðirin, Niclas Olsen, van­ liga nevndur Niclas í Skorti, var ættaður av Marknoyri í Vági. Elisabeth og Niclas áttu 2 børn, Gudbjørg og Signheðin. Signheðin giftist við Eydnu av Tvøroyri. Tey fingu 2 børn, Anniku og Mikkjal, og abbabørnini hjá Signheðini eru 4 í tali. Ann­ ika býr í Havn og Mikkjal í Vágunum. Signheðin og eg eru javn­ aldrar og vuksu vit báðir upp í Toftalíð í friðarligum og hjartagóðum umhvørvi. Toftalíð var tann nýggjari parturin av Vági, ið liggur uttanfyri gamla bøgarðin. Tá ið vit vóru óvitar, vóru tað mest ung fólk, ið høvdu búsett seg í Toftalíð, og tí vóru eisini nógvir óvitar har á okkara aldri. Ikki gekk altíð friðarliga fyri seg, heldur ikki innandura hjá teimum ymisku foreldr­ unum, tí serliga dreingja­ børn geva nógvan larm frá sær, men tey eldru vóru barnavinarlig og toldu altíð okkum dreingjabørn, og var hetta ikki minst galdandi fyri Elisabeth og Niclas eins og øll hini foreldrini. Elisabeth var serliga góð við meg, og Niclas dugdi væl at skapa sær við okkum yngru, eisini hann var góður við børn. Jú, okur, ið tá vuksu upp í Toftalíð, hava nógv at takka teimum eldru fyri. Flest øll teirra hvíla nú undir grønutorvu, og friður veri við minninum um tey. Signheðin, nú eru vit báðir farnir at eldast, men enn sæst ikki høgg á føti á tær. Ein skuldi trú, at tað var ein unglingi uppá 40, tá ið ein sær teg spelkin og fattur fara eftir vegnum, jú, stinnur er tú. 70 ára gamal og hvønn morgun setur tú teg í bilin og koyrir norður á Tvøroyri, norður á Delta til arbeiðis, har teir siga, at tú í arbeiði ikki stendur eitt vet aftan fyri teir ungu, jú, góða heilsu hevur tú havt, og hugurin til arbeiðis hev­ ur altíð verið góður. Signheðin, tú ert og hevur altið verið ein av Føroya rasku synum. Til fyri stuttum hevur tú verið sjó­ maður búrturav. Verið burt­ ur alt árið, fyri at byggja hetta land, sum tú altið hevur verið sera góður við, og sum tú so mangan tók til, vit liva bert av tí, sum havið gevur.Tú hevur verið sjómaður, alt frá tí tú fekst prestsins hond á høvdið, tá íð pápin tók teg við til útróðrar við deksbátinum ”Ormurin”. Pápin var útróðrarformaður í nógv ár, so har fekst tú tín fyrsta lærdóm um sjógvin. Fyrsta skipið, ið Sigheðin fór við var ”Johanna”. Tað var í 1953, tit fóru til Íslands við Jóan Jakki í Lorvík sum skipara. Signheðin var nógv við Páll Horn sum skipara, fyrst við ”Sct. Jack” og síðani við ”Òla Horn”, tá ið hann kom í 1960. Hetta var eitt tað størsta umskiftið, ið Sigheðinsa sjómanslívi, at skifta frá dangunum til ein spildur­ nýggjan línubát. Signheðin hevur verið við nógvum ymiskum fiskiskip­ um, bæði føroyskum, ís­ lendskum og norskum. Hann var lastamaður við ”Hans Erik” úr Klaksvík í 10 ár. Teir gjørdu 18 túrar út í eitt, fiskaðu á Fl. Cap og vóru ongan túrin á minstuløn. Tí má sigast, at Signheðin hevur verið rask­ ur sjómaður, raskur inn­ løgu­ maður. Signheðin, tú vart eisini ein av slóbrótarunum, sam­ an við Petur Ludvig av Tvøroyri, at byrja við gørnum eftir havtasku við Føroyar. Mangan lá tær vátt undir føti sum sjómaður, og skal eg nema við onkra hending, ið tær hevur verið fyri. Í 1959 var Signheðin við 30 tonsaranum ”Víkingi” av Ólavsvík, tá ið teir fingu ein sjógv, og báturin sprakk lekk. Tá var ikki gamans­ leikur, og tað stóð um lív hjá manningini. Teir mundu gingið burtur. Tað var eisini í 1959 við sama báti, at teir vóru úti í einum øðrum ódnarveðri og líka mikið, hvussu ringur standurin enn var hjá teim­ um, so máttu teir koma ein­ um øðrum 30 tonsara, „Fróða“ til hjálpar, sum var við at søkka. Seinni kom so trolarin „Juni“ til hjálpar, og loysti teir á ”Víkingi” av. ”Juni” fór so eftir bjarging­ ina beinleiðis á Akranes og so til New Foundlands og gekk burtur har við mann og mús í sama ódnarveðrin­ um, sum „Hans Hedtoft“ gekk burtur. Tað vóru nógv­ ir føroyingar, sum komu yvir til Íslands fyri at fara við, har ímillum fleiri tvøra­ menn, men teir blivu lukku­ tíð ov seinir, so „Juni“ sigldi bara undan teimum, og menninir komu at gista á sjómansheiminum. Í 1973 var Signheðin við norska garnaskipinum „Var­ tal“ í Grønlandi. Teir vóru á Fyllabank, og eldur kom í skipið, og farið varð í gummibátarnar. Tveir vóru gummibátarnir, og 6 menn fóru í annan og 13 mans í hin. Teir rókust á havinum í 19 tímar til ein tyskur trolari tók teir upp. Ódnarveður var, og bátarnir hingu sam­ an at byrja við, men so kundu teir ikki meira, tí teir vóru bangnir fyri, at illveður kom at forkoma teimum. Tað vóru 8 føroyingar við ”Vartal” hendan túrin. Ein vágbingur Anfinn Olsen var í øðrum gummibátinum, og hinir 7 vóru í gummi­ bátinum við 13 monnum. Teir vóru Terji Hammer av Tvøroyri, Johannes Linden­ skov úr Vági, teir 3 brøður­ nir Leif – Jógvan – og Frit­ jof Joensen úr Vági, Mein­ hard Joensen (í Trøðini)og Signheðin Olsen báðir úr Vági. Veðrið var ringt, og náttin var ring at koma ígjøgnum. Signheðin tonkti, at hevði pabba vita, so hevði hann havt biðið fyri okkum. Men hjá teimum í gummibátunum gekk alt væl, og sum sagt, so tók ein tyskur trolari teir upp, men 3 mans, 3 norðmenn fórust við ”Vartal” hendan túrin, teir brendu allir inni umborð. Eldurin var so umfatandi, at ”Vartal”, sum varð sleipaður inn í ein Grønlendskan fjørð, brendi í 3 døgn, áðrenn menn fingu bast eldinum. Mang­ an, tá ið so er, er ikki altið gott hjá teimum, sum heima eru. Eingi boð kundu send­ ast heim um, at allir føroy­ ingarnir vóru bjargaðir, tí familjan hjá norðmonnun­ um, sum deyðir vóru, skuldi fyrst fráboðast, men útvarpið bar tíðindini um, at 3 mans vóru deyðir við „Vartal“, so øll avvarðandi vóru sjelkað. Eg skal nevna sum eitt kuriosum at Niclas, faðir Signheðin, var róligur og royndi at sissa øll. Hann hevði droymt tilburðin um náttina og segði, at Sign­ heðin var á lívi, tað var hann vísur í. Millum okkum í Toftalíð og millum manna yvirhøvur vistu vit, at Nicl­ as var ein maður, sum visti meir enn onnur. Hetta var ikki einasta „tildragilsi“ frá Niclasi, men um Signheðin hevur arvað nakrar av gáv­ unum, veit eg ikki. Tað er ikki lítið, ein sjó­ maður sum Signheðin veit at siga frá, sum hevur balst á havinum í meir enn 50 ár. Stuttligt er at hoyra hann greiða frá, og serliga væl minnist hann aftur. Áhuga­ vert var eisini at hoyra teg Signheðin í Rás 2 greiða frá sjólívinum. Signheðin giftist og setti sum sagt búgv á Tvøroyri. Vitjaði hann suður um Hovseggina, so hugdi hann altíð inn á gólvið hjá okk­ um, tí altið hava vit báðir verið nær knýttir hvør at øðrum, og takk skalt tú hava frá mær og mínum fyri, at tú altíð hevur verið trúfastur, tí mangan hevur leikað hart á á teimum ymisku vígvøllunum, men eg visti altíð, hvar eg átti ein hollan og trúfastan vin. Seinni komst tú at vera einsamallur og fóru tankar tínir meir og meir at leingj­ ast eftir heimbygdini. Áðr­ enn hetta hevði tú funnið teir eina nýggja konu. Tú giftist Monsu, sum er ættað úr Hvalba, og sum hevur verið í Íslandi meginpartin av sínum lívi. Her skal sendast tær og Monsu eina hjartans takk fyri nógvar hugnaligar løtur, ikki minst nú tit bæði tóku tað stóru avgerð at selja húsini á Tvøroyri og keyptu hús á Marknoyri í Vági u.l. 50 m frá, har barnaheimið hjá pápa tínum hevur ligið, uppi í Skorti á Marknoyri. Hetta hevði glett pápa tín almikið og ikki minst hann og mammu tína, at tú komst at hava ein so virknan lut í nevndini og missiónshúsin­ um, har pápi tín var ein av leiðandi monnunum. Hann segði ofta við meg, at Sign­ heðin kemur einaferð á aðrar tankar, tað veit eg. Nú í vikuni gongur leiðin til Íslands, har tú og Monsa halda føðingardagin hjá tær í Reykjavík hjá dóttur Monsu. Har eru hennara, og har hevur tú nógvar og góðar vinir. Í Íslandi hevur altíð dámt tær væl, og altíð umtalar tú íslendingar sum góðar vinir, og at teir eru góðir við føroyingar. Góði Signheðin, góði vin­ ur, eg fari við hesum at ynskja tær hjartaliga til lukku við 70 ára føðingar­ degnum og frá mær og mín­ um, øll góð ynskju fyri Monsu og teg, og at tit mugu fáa nógv góð ár sam­ an, og at Harrin signi fram­ tíð tykkara. Jákup Olsen Signheðin Olsen, Marknoyri, Vágur 70 ár