hósdagur 18. september 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 18. september 2008
13
Tá hetta verður skrivað,
sigur álmanakkin at dagur
in er 17. september 2008.
Liðin eru 62 ár síðani
teir hugvekandi dagarnar í
1946, tá ið føroyingar
høvdu samtykt at geva
løgtinginum og donsku
stórnini tað ráð at frema
loysing Føroya og Dan
markar millum. Júst á hes
um degi skrivaði formaður
Javnaðarfloksins P. M.
Dam eina grein, har hann
segði seg fúsan at fylga
ráðum føroyinganna.
Meir og meir bendir á, at
tað var eitt gott ráð, føroy
ingar góvu løgtingi og
donsku stjórnini. Tann
skipan, vit fingu í staðin
fyri, gevur ikki okkum sum
her búgva nóg góðar
møguleikar fyri at bjóða tí
uppvaksandi ættarliðinum
so góð kor, at tey velja at
seta búgv her hjá foreldr
um og skyldfólki.
Hetta er størsta mál, sum
stendur fyri framman hjá
teimum, sum skulu stýra í
hesum landi.
Eitt annað stórt mál er at
fullfíggja okkara sam
ferðslukervi við at binda
oyggjarnar sunnanfyri
saman við teimum norðaru
oyggunum. Her er tað Suð
urtunlarnir sum skulu til.
Hetta er eitt stórt tak bæði
tekniskt og fíggarligt.
Tekniskt ber tað til. Fígg
arliga orka vit eisini hetta.
Halda vit uppat at hava
bummgjald í verandi
undirsjóvartunlum, fer tá at
bera til at flyta arbeiðsmegi
og fæfeingi um alt landið,
og tað fer at vaksa um
møguleikarnar hjá virkjum
at standa seg í kappingini.
Hitt triðja stóra málið er
at einskilja ta almennu
jørðina í Føroyum. Í løtuni
er henda jørð ein kleppur
fyri tað almenna, men so
títt og knapt hon verður
einskild, kemur lív í. Við
trygd í henni fer at bera til
hjá eigarunum at reisa
kapital. Teir kunnu sjálvir
ráða fyri, á hvønn hátt
hesin kapitalur verður
nýttur. Teir sum duga hetta
best, fara at seta í gongd
virkir, sum kunnu geva
landi okkara nýtt lív og
uppvaksandi ættarliði
okkara nýggja vón.
Nú er upp á tal at teir
flokkar, sum sótu á tingi í
1946, skulu gera sam
gongu. Kunnu teir gera
nakað fyri at loysa hesi trý
vandamálini?
Ja, hví ikki tað?
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin sam
tyktu tá at leita til Føroya
fólk fyri at fáa ráð. Teir
hava tí moralska skyldu til
at fylgja tí ráði, fólkið gav.
Hóast Fólkaflokkurin ikki
greiddi atkvøðu fyri enda
ligu orðingini av lógini um
fólkaatkvøðu, vildi hann
eisini fáa fólksins ráð, og
er tí eisini moralskt for
pliktaður at fylgja hesum
ráðum. Tað kemur ikki at
standa á hjá hesum flokk
um at fáa fulla undirtøku í
tinginum fyri at seta hetta í
verk.
Sama er um ta útbygging
av samferðslukervi okkara,
sum ber við sær at sjálvt
Suðuroyggin kemur at vera
minni enn tima í bili frá
høvuðsstaðnum. Fyrsti
politikari, sum førdi hetta
alment fram, er ein av
fremstu monnunum í hesi
nýggju samgongu, og nógv
ir av teimum, sum halda
hesum landsstýri uppi, eru
mangan noyddir at sigla til
hesar núverandi útoyggjar.
Men hvat við einskiljing
av jørðini? Kann henda
samgongan gera nakað við
hetta málið, sum í meir enn
150 ár hevur ligið sum ein
marra yvir øllum føroysk
um politikki?
Her man lítið vera at
ivast í hvat ið Sambands
flokkinum og Fólkaflokk
inum viðvíkur. Teir eru
borgaraligir flokkar og
skilja hvønn týdning tað
hevur at fleiri sleppa at
vera við í kappingini við
tað at tey fáa fíggjarligar
møguleikar fyri at fáa sett
virki á stovn. Men hvat við
Javnaðarflokkinum?
Tað land, sum hevur
klárað seg allarbest undir
javnaðarleiðslu, er Singa
pore. Orsøkin er tann, at
javnaðarmenninir har siga,
at tað er umráðandi, at fólk
eiga nakað av landinum,
um tað so bert er ein eigara
íbúð. Fyri at halda landi
num uppi er neyðugt at tey
ungu vilja verja hús og
heim, fólk og fæ. Tað lættir
um í so máta, at tey eisini
verja sítt egna. Hesin hug
burður ger, at tey eisini
royna at gera gagnligt
arbeiði fyri fosturlandið á
annan hátt, t.d. við at fáa
virkir. Tað er hetta sum
hevur gjørt, at meðan
Singapore fyri 150 árum
síðani hevði sama fólkatal
sum Føroyar, so búgva nú
fleiri fólk har enn í
Danmørk.
Javnaðarflokkurin vil
eisini, at tað skal gangast
Føroyum væl, og tí eru góð
útlit fyri, at hann fer at
nýta fyrimyndina hjá floks
feløgum sínum í hesum
fjara landi.
Um so er, at nýggja
landsstýrið nýtir tað høvið,
sum tað hevur fyri at geva
landi okkara hesar nýggju
møguleikar, so kunnu vit
ikki annað enn fegnast um
at flokkarnir finna saman.
Kommunurnar áttu at
avtikið brúkaragjaldið
dagstovnunum. Hendan
skipan, ið helst hevur sín
uppruna í einum samfelag,
har tú kundi velja, um tú
vildi hava barnið á einum
stovni ella ikki, er ótíðar
hóskandi og grunda á, at
tað bar til at velja.
Tað munnu verða fáar
føroysku familjur, ið kunnu
velja ein dagstovn frá, og
spurningurin er eisini, um
tað er skilagott at gera tað.
Tað eru tveir høvuðs
tørvir talan er um:
1. Búskaparligi tørvurin
hjá samfelagnum og
familjuni
2. Tørvurin hjá barninum
og samfelagnum.
Búskapartørvurin hjá sam
felagnum er ein spurningur
um at fáa brúkt tað menn
iskjasliga tilfeingi sum er
til taks í samfelagnum,
soleiðis at virðir og tæn
astur verða skaptar. Familj
an hevur búskaparliga tørv
á inntøkum, at kunna
lívbjarga sær, og tískil
mugu tey arbeiða.
Stutt sagt: Samfelagið
hevur ikki ráð til at kvinn
urnar halda seg frá arbeiðs
marknaðinum og kostnað
arstøðið í samfelagnum
ger, at familjur mugu hava
tvær inntøkur fyri at kunna
hava líkinda livikor. Hetta
hevur sjálvsagt eisini
okkurt við trivnaðinum hjá
fólki at gera.
Eisini hevur barnið ein
tørv góðum umstøðum at
mennast í, serliga í hesum
“globala” samfelagnum.
Hetta kann knýtast at
einum samfelagsligum
tørvi, har samfelagið hevur
tørv á so vælvirkandi
samfelagsborgarum, sum
gjørligt. Tá slepst ikki
undan at vit hava tørv á
góðum dagstovnum har ið
“fokus” er sett á menn
ingina hjá hvørjum
einstaka barni.
Tí eiga kommunurnar at
avtaka brúkaragjaldið á
stovnunum og viðurkenna,
at eitt dagstovna pláss er
ein rættur, ið øll børn hava,
óansæð fíggjarlig viður
skiftið hjá foreldrunum.
Øll børn eiga rættin at fáa
eina javnbjóðis byrjan á
tilveruna. Hetta er
veruligur familjupolitikkur
– og er tað nakað ikki
nakað vit sakna her í
Føroyum?
Stór mál
Zakarias
Wang
Tíðin farin frá brúkaragjaldið fyri dagstovnapláss
Formaður í Føroya
Pedagogfelag
Jarvin
Feilberg
Hansen
Eftir at valhølið í
Hvannasundi lat aftur
fyri løtu síðani, eru
atkvøðurnar taldar
upp og uppgjørt er,
hvørt bygdarfólkið
ynskir eina samanlegg
ing við Klaksvíkar
kommunu ella ikki.
Fólksins hugsan var
púrasta greið – eitt nei
Fólkaatkvøða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hvannasund: 208 ímóti av
278. Greiðari kann tað ikki
sigast!
Tað verður eingin saman
legging millum Hvanna
sunds kommunu og Klaks
víkar kommunu á hesum
sinni.
Hetta vísti úrslitið av
fólkaatkvøðuni í Hvanna
sundi í gjár, har borgararnir
skuldu
taka
støðu
til
samanleggingina ella ikki.
Borgarstjórin í Hvanna
sunds kommunu, Júst Poul
sen sigur í stuttari við
merking við Sosialin, at
úrslitið er púra greitt.
Fólkið hevur talað. Meir
er ikki at siga um tað!, er
stutta viðmerking hansara.
75 - 25
Súsanna Christiansen, sum
er limur í valnevndini í
kommununi upplýsir, at íalt
vóru 278 av teimum 321
veljarunum á vali.
Og úrslitið er púra greitt:
208 atkvøður vóru ímóti
samanlegging og einans 68
fyri, og tvær blankar. Hetta
svarar aftur til, at sløk 75
prosent eru ímóti at leggja
saman við Klaksvík, meðan
góð 24 prosent er sinnað
fyri hesum.
Út frá hesum kann má tí
sigast,
at
arbeiðið
hjá
meirilutanum í Hvanna
sunds kommunu, saman
við býráðnum í Klaksvík,
ikki hevur havt stórvegis
ávirkan á bygdarfólkið.
Hóast bygdafólkið nú
hevur talað, fer bygdaráðið
kortini at hava eyka fund í
kvøld, har hetta úrslitið skal
viðgerast.
Pól Fuglø, næstformaður
í bygdaráðnum og ein av
forsprákarunum fyri eini
samanlegging sigur, at hann
sjálvandi góðtekur úrslitið
av fólkaatkvøðuni.
Sohvørt sum dagurin
nærkaðist skilti eg, at fólkið
ikki var sinnað fyri eini
samanlegging. Eg hevði
faktiskt væntað, at tað fór
at verða eitt nei, men eg
hevði
ikki
væntað,
at
munurin varð so stórur,
sigur hann.
Sjálvur heldur hann at
forarbeiðið hevur verið gott,
men at fólkið altso ikki
hevði somu hugsan sum
meirilutin í bygdaráðnum.
Tað haldi eg vera stórt
spell, sigur hann.
Eingin áhugi fyri samanlegging við Klaksvík
Fólkið í
Hvannasundi
segði greitt nei til
samanlegging við
Klaksvík
viðmerkingar