hósdagur 18. september 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 179 - 18. september 2008
tíðindi
– Nei, eg líði onga
neyð og eg havi held
ur ongar trupulleikar
av at vera einsamallur
her umborð á
Orion. Eg havi bæði
fartelefon, DVD og
nóg mikið av mati.
Hvat meir kann eg
krevja?!, sigur nógv
umrøddi russin
á Skála, Bogdan
Trendovatskiy
RussaRi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Skáli: - Eg elski fisk og
mær hevur altíð dámað sera
væl at fiska – serliga nú eg
havi fingið stundir til tað
her á Skála.
- Her er nokk at fáa, og
skal eg siga tær, at eftir bert
tveimum tímum havi eg
kunnað fingið 2-3 kilo av
seiði og skrubbum. Ein dag-
in fekk eg eisini eina stóra
brosmu her inni við skipið.
Kom, so skal eg vísa tær
hana!, sigur tann 52 ára
gamli russiski maskinmeist-
arin, sum upprunaliga er
ættaður úr Murmansk í
Norðurrusslandi.
Hann er kvikur yvir til
frystiboksina, sum er á
tremur við øllum tí mati-
num, sum hoyrir einum
húsarhaldi – og eisini einum
skipi – til. Her er so einki
tekin til armóð og neyðar-
støðu.
Í dag vanta tveir mánaðir
og fýra dagar í, til hann
hevur verið her í eitt ár. Og
líkt er til, at Bogdan
Trendovatskiy hevur havt
nóg mikið at gera, hevur
trivist her – og hevur ikki
minst hug at koma aftur
hendavegin
at
arbeiða
einaferð seinni.
Sum ein feria
Hóast Bogdan Trendovat-
skiy nú arbeiðir í Føroyum,
er hann ein maður sum hev-
ur ferðast víða um heimin
fyri at útinna handverk sítt,
soleiðis at hann kundi breyð-
føða sær sjálvum, konuni
og soni teirra.
- Eg havi faktiskt arbeitt
uttanlands síðani 1993, og
tað hevur mær dámað sera
væl. Tá eg so fekk møgu-
leikan at koma til Føroyar,
tók eg sjálvandi av, sigur
russin á Skála.
Sum
maskinmeistari
hevur yrkið ført hann til so
ymisk lond sum Egyptaland,
Italia og Frakland, og eisini
til lond í Miðeystri. Á heysti
í fjør skuldi hann fara til
eina uppgávu í Grikkalandi,
men
onkrar
forðingar
gjørdu, at hetta arbeiðið
kortini ikki gjørdist til veru-
leika. Tí kom hann henda-
vegin.
Eingin ivi er um, nær
hann kom til Føroyar, tí á
bryggjuni hevur hann mál-
að við gulari skrift hvaðani
hann kom og nær hann kom
til Føroyar – Murmansk,
22.11.2007.
Í sínum lívi hevur hann
millum annað starvast í
maskinrúmum umborð á
størri og smærri skipum,
eftir at hann fyri 25 árum
síðani var liðugur sum
meistari.
- At koma higar til Før-
oyar, tað er sum ein feria
fyri meg. Tað er munur á
hesum arbeiðinum, sum eg
nú havi, og so tí sum eg
havi gjørt á teimum stóru
høvunum, greiðir hann frá.
Og síðani leggur hann
álvarsamur aftrat:
- Sonur mín gongur í dag
á akademi fyri at gerast
skipari. Tað er gott at hann
ger tað, tí eg ynski so ikki
fyri hann, at sonur mín skal
enda í einum maskinrúmi.
Hann skal koma at standa
til róðurs á eini brúgv!
Máling og koplingar
Ein hósdag í november
mánaði í fjør kom Bogdan
Trendovatskiy til Føroyar í
tænastu hjá arbeiðsgevara
sínum, Sjúrði Gorm Peter-
sen.
Á Skála hevði reiðarin
tvey skip liggjandi við
bryggju, og tí var neyðugt
at hesi skuldu haldast við-
líka hvønn einasta dag,
soleiðis at virðini ikki fóru
fyri skeyti.
- Mítt arbeiði hevur verið
at hyggja eftir káplunum,
koplingum, starta generator-
in og tryggja mær, at alt í
maskinrúminum riggaði til
fulnar. Og so havi eg sjálv-
andi eisini málað rættiliga
nógv, greiðir hann frá.
Í gjár var rættiliga gott
veður inni á Skála og tá
málaði
hann
uttandura.
Men í dag – hósdag – hevði
Bogdan
Trendovatskiy
hoyrt, at veðrið fór at verða
merkt av regni og vindi. So
tí varð neyvan nakað av
uttandura virksemi í dag.
- Nei, um tað verður regn
í morgin, so fari eg at mála
umborð á Tróndi. Tað gamla
bildekkið treingir so sanni-
liga til eitt sindur av
máling!
Arbeiði, eti og sovi
Hesa vikuna hevur nógv
fokus verið á umstøðunum
hjá 52 ára gamla russanum.
Men sambært honum hevur
hann tað sera gott umborð.
- Ja, eg geri tað sama sum
so mong onnur – eg arbeiði,
eg eti og eg sovi. Hetta er
sum eitthvørt annað vanligt
arbeiði,
greiðir
Bogdan
Trendovatskiy frá, og letur
upp eitt etui fult av ballaðum
sigarettum.
Hann fer vanliga á føtur
um átta tíðina, fær sær ein
bita at eta og ger seg síðani
kláran til dagsins uppgávur.
Og – sum so mong onnur –
fer hann til verka tá klokkan
er farin at nærkast níggju.
Tað er nóg mikið at tríva
í, tá ein skal ansa eftir tveim-
um slíkum skipum, so áðr-
enn Bogdan veruliga veit
av tí, er klokkan farin av
middegi og urið í messuni
vísir 14:00.
Um hetta mundið er
– Kundi etið
fisk hvønn
einasta dag
Nógv er at gera hjá Bogdan Trendovatskiy umborð á Tróndi og Orion, sum liggja við bryggju á Skála. Grøna málingin kom
umborð fyrrapartin í gjár, og hann var ikki seinur eftir penslinum at mála tað sum hann skuldi, meðan tað viðraði
»Mister Petterson
(altso Sjúrður Gorm)
is a good man, slær
hann fleiri ferðir
fast. - But he has one
problem: He is too
busy. He works too
much«
»Eg geri tað sama
sum so mong onnur
– eg arbeiði, eg eti
og eg sovi. Hetta
er sum eitthvørt
annað vanligt
arbeiði«