Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2008 17 tíðindi svongdin eisini farin at gera um seg, og tá er ein góður biti ikki at forsmáa. Hann kann fáa sær sjálvveiddan seið, rundstykkir, wienar­ breyð, cornflakes, frans­ breyð við livurposteik, fríska frukt og mangt, mangt annað. Eftir at henda máltíðin er komin niður um, fer hann aftur til sítt dagliga arbeiði, og gevst nakrar tímar seinni. ­ Eg plagi at arbeiða til klokkan 6 ella 7. Eg gevist so ongatíð fyrrenn klokkan er farin at nærkast 6, sigur russin á Skála. Um kvøldið hyggur hann eftir DVD’um, lesur bløð ella rør út á inter­ netinum á farteldu sínari. Tá vit vitjaðu umborð á Orion seinnapartin í gjár var hann í ferð við at mála á dekkinum aftanfyri stýri­ húsið. Málingin var komin umborð fyrr um morgunin. Nú ráddi um at mála, meðan turt er. ­ Sunnudag arbeiði eg bert 2­3 tímar. Ein má jú minnast til at tað er ein halgidagur! Umborðgjørdar frikadellur Hóast Bogdan Trendovat­ skiy hevur verið umborð á bátunum í slakar 10 mán­ aðir, hevur hann ikki liðið nakra neyð. Tá Sosialurin vitjaði umborð seinnapartin í gjár, vardi ikki leingi fyrrenn hann beyð okkum innar í messuna til kaffi ella the. Í einum plastikkposa vóru hópin av theposum og í eini stórari krukku gott Nes­ cafe. At Bogdan Trendovatskiy dámar væl fisk og at fiska, fæst fullgott prógv fyri, tá hann byrjaði at borðreiða fyri okkum: 1­2­3 so stóðu tvey føt við steiktum skrubb­ um á borðinum, eitt ílat við umborðgjørdum fiskafrika­ dellum, nýggj súrepli, long­ life­mjólk og pulvurkaffi. ­ Bíða mær eitt bil, eg skal fara eftir onkrum góð­ um aftrat til tykkum, sigur hann og er skjótur inn í kabússuna umborð. Løtu seinni er hann aftur við einum posa, og úr hon­ um stoytir hann fýra rund­ stykki og eitt wienarbreyð, sum hóska seg væl afturvið einum kaffimunni. ­ Tit báðir kunnu eta rund­ stykkini, og so kann tann unga dáman fáa wiener­ breyðið, sigur hann við einum brosi. – Faktiskt, so hevur hon sama hárlit sum fyrrverandi kona mín! Skjótt er ein elektriskur ketil við heitum vatni komin á borðið, og so er bara at forsýna sær av øllum tí, sum vinarligi russin borð­ reiðir við. ­ Fáið tykkum nú endiliga av øllum sløgum!! Líkt er til, at meiri er til av øllum hesum, haðani hetta verður tikið. Frysti­ boksin er í øllum førum á tremur við øllum góðum – osti, smøri, høsnarungum, suppuurtum, pylsum, livur­ posteik og eini stórari brosmu, sum hann sjálvur hevur fiskað her á Skála. ­ Mær dámar so væl fisk, at eg kundi gott etið fisk hvønn einasta dag!, sigur Bogdan Trendovatskiy við einum brosi. Mister Petterson is a good man Líkt er til, at fíggjarligu viðurskiftini hjá Bogdan Trendovatskiy eru við at koma í rættlag. Hann hevur kortini onga neyð, og skilir væl at tað hevur tikið so langa tíð hjá reiðaranum, Sjúrði Gorm Petersen at skipa hetta. - Mister Petterson (altso Sjúrður Gorm) is a good man, slær hann fleiri ferðir fast. - But he has one problem: He is too busy. He works too much! Hóast hetta hevur hann verið sera væl viðfarin av Mister Petterson: Tá honum hevur tørvað okkurt, hevur hann bara ringt til Havnar við egnu fartelefon sínari, og sama dag ella dagin eftir er reiðarin sjálvur komin inn á Skála at fáa alt í rættlag. - Ja, hann kemur her, og so fara vit báðir niðan til PE (matvøruhandilin á Skála) og so keypi eg tað, sum eg havi brúk fyri. Og Mister Petterson betalir, greiðir Bogdan Trendovatskiy frá. Bogdan hevur bæði búð, sovið og arbeitt umborð á Tróndi og Orion, men hevur fría atgongd at fara í land at gera tey ørindini, hann hevur havt tørv á. Skipanin millum teir báðar hevur verið so, at eitt forskot er regluliga komið inn á konto hansara, og við VISA-korti sínum skuldi hann bert ganga ella tumla út til peningastovnin á Strondum fyri at taka peningin út. Bogdan Trendovatskiy er maskinmeistari og hevur arbeitt við mongum, fyri ikki at siga øllum sløgum av motorum. Hann er 52 ára gamal, var útbúgvin sum maskinmeistari í 1983, og eigur ein son sum hevði føðingardag í gjár. Hann er úr Murmansk, og var giftur inntil fyri fimm árum síðani, tá konan valdi at flyta frá honum og aftur til heimland sítt, Ukraina. – Hon treivst ikki í kuldanum í Murmansk, greiðir Bogdan Trendovatskiy frá. FAKTA - Et havi nóg mikið av øllum, sigur nógv umrøddi russin á Skála, Bogdan Trendovatskiy. – Mær dámar væl fisk og serliga væl at fiska! - Eg gleði meg at koma heim aftur til Murmansk – til íbúðina, nýggja Lada-bilin og vinirnar. Men eg havi hug at koma aftur til Føroyar, sigur Bogdan Trendovatskiy, sum her er avmyndaður umborð á Tróndi, ið liggur við bryggju á Skála