hósdagur 18. september 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 179 - 18. september 2008
tíðindi
ÚtbÚgving
Dorit Hansen
dorithansen4@gmail.com
Meðan landið lá í stjórnar
loysi orsakað av einari
stongdari hurð, savnaðust
fleiri enn 200 fólk í gjár á
ráðstevnu í Norðurlanda
húsinum, har ljós varð varp
að á tær stongdu dyr, sum
børn við breki renna seg í,
tá tey fara í skúla.
Hetta var tann fyrsta av
trimum ráðstevnum, sum
MBF skipar fyri í samband
við at farandi landsstýrið
ætlar at viðtaka ST sáttmál
an um vernd og rættindi
teirra brekaðu. Henda fyrsta
ráðstevnan setti sjóneykuna
á fólkaskúlan og útbúgv
ingarmøguleikarnar
hjá
fólki við breki at nema sær
eina útbúgving.
Og niðurstøðan var, at
langt er á mál og nógv kann
gerast fyri at bøta um út
búgvingarmøguleikarnar
hjá børnum og ungum við
breki.
Øll samd um
vánaligu støðuna
Ráðstevnan lýsti støðuna í
føroyska fólkaskúlanum frá
øllum sjónarhornum. Óli
Wolles, formaður í Javna
og pápi at dóttir við autismu,
greiddi frá, hvussu stórur
munur var á skúlamøgu
leikunum hjá soninum, sum
ikki bar brek, og dóttrini
við autismu. Niels Egelund,
professari í sernámsfrøði
lýsti avbjóðingarnar, sum
skúlin fyri øll hevur, Hans
Jón Thomsen, leiðari av
NSR tænastuni í Eysturoy
greiddi frá NSR tænastuni
og hvat hann metti var neyð
ugt fyri at tryggja øllum
nóg
góða
undirvísing,
Karin Hammer, skúlastjóri
í Kollfjarðar skúla setti orð
á ørkymlandi støðuna hjá
lærarum og skúlaleiðslum,
tí tey stríðast við eina treka,
illa mannaða og illa fíggjaða
skipan, og Heðin D. Poul
sen, løgfrøðingur, greiddi
frá ST sáttmálanum.
Hóast fyrilestrahaldarar
nir tí høvdu hvør sítt sjónar
horn, vóru tey øll samd um,
at støðan hjá børnum við
breki als ikki er nøktandi í
dag.
Tær vanligu royndirnar
hjá foreldrum at børnum
við breki eru, at tey fáa eing
in tilboð og onga ráðgeving.
Tey mugu sjálvi trilva seg
fram, og nógv missa móti
og flyta kommunu ella land,
staðfesti Óli Wolles, for
maður í Javna. Hann eftir
lýsti eini skúlaskipan, sum
veruliga tók støði í tørvinum
hjá barninum heldur enn
eina sum var mest ómaka
leys hjá myndugleikunum.
Truplari næmingar,
veikari lærarar
Hagtøl siga, at 650 milliónir
fólk í heiminum bera brek.
Tey avvarandi vera eisini
rakt, og tí kann man siga, at
á leið tvær milliónir ella ein
triðingur av øllum heimsins
borgarum eru raktir av
breki.
Sambært Niels Egelund,
professara, er talið av børn
um við serligum tørvi økt
tey seinastu árini, og størsti
parturin av hesari øking er
hend í bólkinum, børn við
atferðar, kontakt ella trivn
aðartrupulleikum. Í Dan
mark er hesin bólkur vaksin
við 300 prosentum síðani
1985.
Samstundis er talið av
lærarum við sernámsfrøði
læðka, tí útbúgvingin í ser
námi var tikin av skemanum
í donsku læraraskúlunum í
1985. Hetta var ein kata
strofa, staðfesti Niels Ege
lund.
Tíbetur er útbúgvingin
komin aftur, og í dag er í
Danmark krav, at øll lærara
lesandi hava eitt sindur um
sernámsfrøði, og so er eisini
møguleiki at lesa tað sum
linjugrein.
Støðan í Føroyum er
minst líka ring sum í Dan
mark, tí her hevur heldur
ikki borið til at lisið til ser
lærara í fleiri ár, og danski
batin er ikki komin til Før
oya. Her ber framvegis ikki
til at lesa sernámsfrøði sum
part av læraraútbúgvingini.
Tung og fátæk skipan
Karin Hammer, skúlastjóri
í Kollafjarðar skúla legði í
sínum fyrilestri dent á, at
hon ikki fanst at fólkunum,
sum arbeiddu í føroysku
skúla og sernámsskipanini.
Øll royna at gera sítt besta,
men skipanin er ikki nóg
góð, staðfesti hon.
Mannagongdirnar eru
stirvnar og drúgvar. Vit
kunnu bara søkja um stuð
ulstímar eina ferð um árið,
hetta er í februar mánað.
Tríggjar mánaðar seinni fáa
vit at vita, at vit fáa nakrar
fáar tímar, og so mugu vit
sum frægast royna at býta
hesar millum tey børn, sum
hava serligan tørv, greiddi
Karin Hammer frá.
Hon eftirlýsti ráðgeving
í,
hvussu
fáu
tímarnir
skuldu býtast til allan tørvin
skúlin hevði.
Vit fáa tildømis tredivu
tímar. Hvat skulu vit gera
við dreingin, sum hevur
tørv á fullum stuðli, hvussu
við barninum við ADHD,
og hvat við teimum sum
hava lesitrupulleikar? Um
Skúlin er ikki f
Lærarar eru ikki útbúnir til at taka sær av
børnum við serligum tørvi, og skúlin fær nógv
færri stuðulstímar, enn tørvur er á. Hetta kom
fram á áhugaverdari ráðstevnu hjá MBF um
javnstøðis rættindi í skúlanum
Deyvatulkur var við á ráðstevnuni, og Elin Winther Poulsen var orðstýrari. Á leið 230 luttakarar
vóru, og nógv høvdu viðmerkingar, tá møguleiki var fyri kjaki aftaná fyrilestrarnar
Óli Wolles, formaður í Javna og pápi at dóttir við autismu,
greiddi frá, hvussu tungt tað er hjá foreldrum at stríða seg til
nøkunlunda sømilig tilboð í føroysku fólkaskúlaskipanini
Janus Jensen, fulltrúði í Mentamálaráðnu
Hammer, skúlastjóri í Kollafjarðar skúla