Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2008 19 tíðindi Mentamálaráðið ikki metir, at hesi skulu hava serliga hjálp, so mugu tey leggja upp fyri tí í vanligu lærara­ játtanini, staðfesti skúla­ stjórin. ­ Sum er standa lærarar við einum óbehagiligum og órýmiligum kravi at velja millum serliga tørvin og fjøldina, segði hon. ST krevur javnrættindi ST sáttmálin um vernd og rættindi teirra brekaðu er samtyktur í Danmark og fleiri øðrum londum, og í Føroyum er hann umsettur og farin til hoyringar hjá avvarðandi pørtum. Sáttmálin staðfestir, at fólk við breki hava javnstøð­ isrættindi til útbúgving, og útgreinar, hvussu hetta skal tryggjast. Heðin D. Poulsen, løg­ frøðingur, greiddi frá nýggja sáttmálanum og vísti á, at talan er um ein javnstøðuspurning. Frammanundan ár teirra brekaðu í 1981 tosaði man um serrættindi og serskúlar, men síðani tá er ein hug­ burðsbroyting farin fram. Og nýggi ST sáttmálin staðfestir, at øll børn hava somu rættindi til útbúgving. Forðingin er ikki brekið hjá tí einstaka barninum, men umstøðurnar í skúlunum. Men hóast ST sáttmálin staðfestir, at útbúgving er ein rættur fyri øll, eisini tey, sum bera brek, so skulu hesi rættindi í síðsta enda tryggjast við heimligari lóggávu. Løgmaður, Jóannes Eid­ esgaard, sum setti ráðstevn­ una, staðfesti, at eisini eftir, at sáttmálin er staðfestur, verður brúk fyri feløgum sum MBF at leggja trýst á politikarar. fyri øll Lærarar eftirlýsa námsfrøði Bæði formaðurin í Lærarafelagnum og rektarin á Føroya Læraraskúla eru samdir við niðurstøðuni á ráðstevnuni, at lærarar ikki verða nóg væl skúlaðir til at taka sær av børnum við serligum tørvum ÚtbÚgving Dorit Hansen Á ráðstevnuni hjá Meginfelag teirra Brekaðu varð nógv tosað um førleikarnar og møguleikarnar hjá lærarum at taka sær av næmingum við serligum tørvi. Fleiri eftir­ lýstu serlæraraútbúgvini og betri førleikar inn sernám til allar lærarar. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, er samdur við atfinningunum. ­ Sernámsfrøði og inkluderandi námsfrøði er eitt for­ sømt øki. Eg fekk mína útbúgving í 1998, og tá lærdu vit einki um sernámsfrøði, og tíverri er støðan ikki nógv broytt í dag, sigur Magnus Tausen í viðmerking við Sosialin. Hann vísir á, at av tí at lærarar ikki vóru førir fyri at lofta vaksandi talinum av næmingum við serligum tørvi, so enda fleiri óneyðugt í serundirvísing og serflokkum. ­ Tað er tvingandi neyðugt, at vit eftirútbúgva lærarar í námsfrøði. Seinastu árini hava vit hugsa mest um fak­ liga eftirútbúgving, men vit hava brúk fyri at varpa meira ljós á námsfrøðina, staðfestir formaðurin í Lærara­ felagnum. Rektarin á Føroya Læraraskúla, Jóannes Hansen, er samdur. ­ Fólkaskúlalógin, sum kom í gildi í 1998, staðfestir at føroyski fólkaskúlin er fyri øll, men tað er í roynd og veru ongantíð lagt upp fyri hesum í læraraútbúgvingini, sigur Jóannnes Hansen. Arbeiðsbólkur arbeiðir í løtuni við at orða eina nýggja læraraútbúgving, og rektarin sigur, at sernámsfrøði verður ein partur av hesari útbúgving, men hann kann ikki koma nærri inn á, hvussu hetta verður skipað. Inkluderandi skúlin Óli Wolles, formaður í Javna, lýsti munin millum inte­ grerandi skúlan og inkluderandi skúlan soleiðis: Við integrering hoyrir barnið til ein serflokk í einum vanlig­ um skúla og sleppur at luttaka í einum vanligum klassa við hvørt, tá tað passar í ætlanirnar hjá tí vanliga klass­ anum. Við inkludering hoyrir barnið til ein vanligan flokk, men kann fara avsíðis viðhvørt, tá barnið hevur tørv á tí. ST sáttmálin staðfestir, at øll børn, eisini tey sum bera brek, hava rætt til eina breiða (inkluderandi), dygdargóða og ókeypis útbúgving. Miðnám og víðari útbúgving ST sáttmálin staðfestir eisini, at fólk við breki hava somu rættindi sum onnur til víðari útbúgving. Í Føroyum eru ikki nógvir møguleikar fyri tey, sum ikki eru før fyri at taka eina vanliga miðnámsútbúgving. Rásin í Runavík er eitt skúlatilboð til ung, men tað er líka nógv eitt heim og plássið er sera avmarkað. Ísland varð á ráðstevnuni fleiri ferðir tikið sum dømi, tí í Íslandi hava ung við menningartarnið møguleika at taka eina miðnámsútbúgving, sum gevur teimum atgongd til íslendska universitetið, har tey hava upprætt­ að eina pedagogútbúgving fyri fólk við breki. Lærara-hjálparar í fólkaskúlan Niels Egelund greiddi frá, at í Danmark eru skúlar byrj­ aðir at seta sokallaðir mentorar í starv, sum skulu hjálpa og stuðla næmingum, sum hava trupult við at fáa skúla­ dagin at hanga saman. Hetta loysti seg fyri skúlarnar, tí teir fáa fígging eftir, hvussu nógvir næmingar fáa prógv. Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at hetta ljóðar sum ein spennandi loysn. ­ Vit mangla hendur til praktiska arbeiði, og um vit kundu fáa ung fólk inn sum hjálparar høvdu vit kanska eisini sæð ein øktan áhuga fyri læraraútbúgvingini, sigur hann. Men kravið er, at hetta verður eykahjálp, sum verður løgd afturat tí vanligu læraranormeringini. um, Hans Jón Thomsen frá NSR tænastuni í Eysturoynni og Karin høvdu hvør sín fyrilestur og luttóku í kjaki aftaná Niels Egelund, professari í sernámsfrøði, staðfesti at bólkurin av børnum við atferðar-, kontakt- og trivnaðartrupulleikum var voksin 300 prosent síðani 1985. Samstundis lærdi lærarar minni um sernámsfrøði MBF hevur summardáina sum logo, og eins og summardáar eru ymiskar, eru menniskju eisini ymisk. ST sáttmálin um vernd og rættindi teirra brekaðu staðfestir, at nøktandi útbúgving er ein rættur hjá øllum, ikki bara hjá teimum, sum duga at strekkja seg longst móti sólini