hósdagur 18. september 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 179 - 18. september 2008
Tónleikur
SAMRØÐA
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Boys in a Band hava fingið
nýggjan bassleikara eftir at tann
fyrri, Símun Skorastein, gavst í
bólkinum í august mánaða.
Nýggi bassleikarin eitur Sakaris
Joensen og hevur spælt í væl
umtóktum bólkum so sum Lama
Sea, Guðrið Hansdóttir og The
Story Ends. Harumframt er hann
partur av elektronisku verkætl
anini High Hat, ið hann hevur
saman við Janus Rasmussen úr
Bloodgroup. Og so ger hann
eisini egnan elektroniskan tón
leik undir ógvuliga jarðbundna
navninum Sakaris.
Sakaris er sonur Martin
Joensen og hevur eisini frá degi
til dags givið sær tíð til at spæla
saman við pápanum á ymsum
konsertum. Eitt nú á ársins G!
Mini og ólavsøkukonsert. Nú er
hann so nýggjasti limurin í Boys
in a Band og spældi seinasta
leygardag sína fyrstu konsert við
bólkinum í Reinsarínum.
Hví hava Boys in a Band fingið
nýggjan bassleikara, og hví
hava tit valt júst Sakaris?
PZ: Símun hevði ikki hug meira,
so hann segði upp. Vit respektera
allir avgerðina hjá honum.
Sakaris hava vit møtt og tosa ofta
við, tá vit hava verið í býnum.
SJ: Eg havi eisini verið til
nógvar konsertir hjá Boys in a
Band, tí at mær dámar væl tón
leikin. Og eg haldi, at vit bara
kennast púra nátturligt ígjøgnum
tónleikaranetverkið her. Haldi
faktiskt, at allir føroyskir tónleik
arar kenna hvønn annan.
PZ: Tá Símun segði upp, hugs
aðu vit allir beinanvegin um
Sakaris. Hann var tann mest
ideelli, og tá vit spurdu hann, var
hann ógvuliga optimistiskur. Vit
hava síðani vant tríggjar ferðir vit
honum, og hava verið fullkomi
liga blástir umkoll, ja faktiskt
bara flent, tí hann passar so
perfekt inn og dugir allar
sangirnar beinanvegin.
SJ: Eg hevði lurtað nógv eftir
fløguni frammanundan, so eg
dugdi faktiskt teir flestu sangir
nar, áðrenn vit vandu fyrstu ferð.
Men also... hetta er jú ikki
jazzur, talan er um, so tað gekk
skjótt at læra at spæla tónleikin
hjá teimum.
PZ: hjá okkum!
SJ: Á ja. Hjá okkum.
Hvussu er tað at koma uppí ein
bólk sum Boys in a Band, og
hvussu ávirkar tað hini
tónleikaprojektini, ið ein hevur
koyrandi?
SJ: Eg skuldi faktiskt til Odense
tann 1. september at lesa
multimediadesign. Eg var eitt
sindur fastur her og visti ikki,
hvat eg vildi, so eg valdi bara
tað, sjálvt um eg ikki visti so
nógv um tað. Nakrar fáar dagar
áðrenn eg skuldi fara avstað,
ringdi Pætur og spurdi, um eg
hevði hug at koma í bólkin hjá
teimum. Tað leiddi meg til ein
nokso intensan krossveg, men eg
fann skjótt útav, at eg vildi royna
meg við Boys in a Band. Eg var
alt ov hálvhjartaður viðvíkjandi
at fara til Odense, men við Boys
in a Band fekk eg møguleika fyri
at gera tað, ið eg ordiliga vil og
tími. Eg var longu farin úr bólkin
um hjá Guðrið, tí eg skuldi niður
at lesa, og visti ikki heilt, hvussu
tað bleiv við The Story Ends.
Men so havi havi eisini onnur
síðuting so sum High Hat, ið eg
ætli at blíva við at hava koyrandi.
Er tíð og pláss til, at mann sum
limur í bólkinum kann gera
onnur ting eisini?
PZ: Vit eru ikki so heilagir, men
hava altíð sæð bólkin hjá okkum
sum eitt projekt. Og hevur mann
yvirskot, skal mann sjálvandi
gera onnur ting eisini. Vit byrj
aðu Boys in a Band soleiðis og
fara altíð bara at taka tað, sum
tað kemur. Tað hevur stóran týdn
ing fyri okkum, at mann hevur
entusiasmuna við sær, og at
mann er við, tí at mann tímir, og
ikki tí at mann er noyddur. Og so
skal mann helst eisini hava
humor og kunna taka tingini við
einum smíli. Bara mann er tann,
sum mann er. Og tað er Sakaris,
umframt at hann passar ordiliga
væl inn í bólkin.
Hvussu stuttligt er tað at vera
við í Boys in a Band?
SJ: Eg eri blivin móttikin við
totalt opnum ørmum. Longu nú
kenni eg meg ordiliga væl
tilpass, tá vit venja. Og tað gjørdi
eg eisini leygarkvøldið, tá eg
spældi mína fyrstu konsert við
Móttikin við opnum ørmum
Eftir eina eydnuríka tíð við nógvum framførslum, góðum ummælum og einari væl móttiknari
fløgu, hava Boys in a Band nú fingið nýggjan bassleikara. Sunneva H. Eysturstein tosar her við
Pætur Zachariasson, oddamann í bólkinum, og nýggja limin, Sakaris Joensen, um hvussu tað er
at vera við í Boys in a Band og um ætlanirnar, ið liggja fyri framman
Pætur Zachariasson,
oddamaðurin í
bólkinum, og nýggja
limurin, Sakaris
Joensen