hósdagur 18. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 18. september 2008
21
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
bólkinum. Eg dyrkaði orkuna,
sum var á pallunum. At teir
hugdu meg beint í eyguni og
vístu mær 100 prosent álit. Eisini
bara hvussu spontant alt er á
pallinum. Tað er eitt serligt slag
av lívi í; alt kann henda. Áðrenn
tú veist av, hevur Pætur blakað
mikrofon stativið frá sær og
prædikar sum eitt ørt runt á
pallinum. Ella er Heini knapliga
lopin av pallinum og er farin at
dansa runt við gittarinum millum
fólkini. Teir duga óvanliga væl at
skapa kontakt við bæði hvønn
annan og við fólkini, ið eru til
staðar.
PZ: Tað má vera nakað torført
at koma uppí ein bólk. Eg havi
ikki roynt tað sjálvur, men eg
ímyndi mær, at tað er umleið líka
sum at koma í eitt forhold knap
liga. Men eg haldi, at eg tosi fyri
okkum allar, tá eg sigi, at Sakaris
passar perfekt inn í heildina.
SJ: Eg eri í hvussu er ógvuliga
hugtikin av álitinum, sum teir
hava víst mær, og sum allir vísa
hvørjum øðrum. Har er eingin
óvissa, men allir arbeiða saman í
fullum áliti. Tað havi eg ikki
roynt fyrr. Ikki so ógvusliga í
øllum førum.
PZ: Hetta er eisini nakað, ið vit
hava arbeitt miðvíst eftir, síðani
vit byrjaðu sum bólkur. Tú mást
nevniliga hava álit á tínar bólka
limir, og tú mást sjálvur tora at
geva teimum ábyrgd. Tað tekur tíð
at uppbyggja hetta álitið, men er
alneyðugt, um tú skalt kunna
framføra væl og kenna teg trygg
an við at standa á pallinum. Vit
merktu beinanvegin leygarkvøld
ið, tá vit framførdu fyrstu ferð við
Sakaris, at vit kunnu líta á hann.
Hvussu fer limaskifið at ávirka
image'ið hjá Boys in a Band?
SJ: Eg síggi hetta bara sum
nakað heilt annað. Tað hevði ikki
borið til hjá mær at gingi í
nøkrum fótasporum, tí tað hevði
ikki blivið tað sama óansæð.
PZ: Ja, vit ganga høgt uppí, at
mann skal vera náttúrligur og
vera tann, sum mann er. Ting
broytast alla tíðina, og tað ger
tónleikur eisini. Poengið við at
vera ein bólkur, er, at mann er
saman um tað, er saman um at
útviklast frá fløgu til fløgu. Og
so kann tað faktiskt vera líka
mikið, hvør manningin er.
Hvat er málið hjá tykkum?
PZ: Vit vilja sleppa at liva av
hesum. Vit tíma ikki nakað
annað. Slett ikki
multimediadesign og sovorit.
SJ: Ja, eg var gott nokk á einari
søkkandi skútu á veg til Odense!
Men tað er eitt sindur ringt at
siga heilt ítøkiligt, hvat mann vil.
Men jú, sjálvandi vil mann fyrst
og fremst liva av tí.
PZ: Fríggjadagin fara vit til
Íslands at gera okkara fyrsta
videolag, sum verður til lagið
»Beyond Communication«. Og
so skulu vit eisini spæla live í
Rás 2 har.
SJ: Hetta er mín fyrsti túrur til
Íslands! Tað er í hvussu er eitt
ordiliga gott við at vera sloppin
uppí.
PZ: Ja, vit ferðast nógv, men
tað er eisini partvís tað, sum
rokkstjørnu lívið snýr seg um; at
mann turnerar og spælir nógv og
slítir seg sjálvan upp. Vit fara til
Íslands aftur longu í oktober at
spæla fýra konsertir á Iceland
Airwaces. Í januar/februar skulu
vit turnera í Danmark og Ong
landi, tá fløgan hjá okkum, Black
Diamond Train, verður útgivin í
restini av Europa. Vit eru í for
handlingum um ein plátusáttmála
í løtuni, men eg kann ikki avdúka
enn, hvørjum tað er við.
Hvat verður tað næsta,
umframt teir tveir Íslands
túrarnar?
PZ: Vit fara millum annað í
gongd við at gera nýtt tilfar. Tað
er ræðuliga spennandi, tí tað nú
verður gjørt við nýggjari
samanseting av bólkinum. Nú
eru tað hesir fimm, sum skulu
skapa ljóðið hjá Boys in a Band,
og tað ber slett ikki til at ímynda
sær, hvussu tað fer at vera.
Faktiskt eri eg nógv spentari
uppá hetta enn at gera videolag
og spæla á Iceland Airwaves og
sovorit. Sum sangskrivari og
performari er tað altíð feitast at
sleppa at skapa nakað og hugsa
»Shit hetta er feitt«. Gott nokk
kemur fløgan út umaftur nú, so
vit skulu til at spæla alt frá Black
Diamond Train umaftur næsta ár.
Men tað verður eisini feitt, tí tað
verður fyri áhoyrarum, sum
ongantíð hava hoyrt tey løgini
fyrr. Men eitt, sum er ordiliga
deiligt, er, at vit ikki noyðast at
venja tey gomlu løgini aftur og
aftur, tí at Sakaris dugdi tey bein
anvegin. So vit kunnu faktiskt
fara beint til at gera nýtt tilfar.
SJ: Eg eri ræðuliga spentur at
sleppa at skapa tónleik saman
við Boys in a Band. Mær dámar
so væl tónleikin hjá teimum, at
tað er ordiliga feitt at skula byrja
at gera hann saman við teimum.
Eg eri spentur at vita, hvat fer at
spyrjast burturúr. Havi planir um
at lokka teir yvir í at gera
elektro, men tað gongur eitt
sindur seint við tí.
PZ: Inntil víðari eru vit komnir
til eina semju um eitt ella annað
slag av kountryelektro.
SJ: Ja, tað nærkast.
PZ: Men seriøst haldi eg, at tað
kann gera tað sama, hvønn stíl
ein skapar. So leingi tú heldur
konseptið reint, kanst tú saktans
broyta ljóð frá fløgu til fløgu.
Black Diamond Train hevur eitt
ljóð, og tann næsta kemur at hava
eitt annað. Tað er eisini tað, sum
eg haldi ger bólkin góðan; at vit
kunnu skapa nýtt uttan at renna
okkum fastar í eitt. Tað ger tíðina
fyri framman eyka spennandi, tí
vit vita ikki enn, hvar tað fer at
leiða okkum.
SJ: Samdur.
Í løtuni er ein mynda
kapping á myspace
síðuni hjá Boys in a
Band. Tú skalt leggja
eina mynd, sum tú sjálv/
ur hevur tikið av bólk
inum út á tín profil og
tagga Boys in a Band á
henni. Tann, sum
vinnur, fær eitt signerað
eintak av Black
Diamond Train, eina
plakat av bólkinum og
heiðurin av at fáa sína
mynd brúkta sum profil
mynd á profilinum hjá
Boys in a Band.
myspace.com/
boysinaband