Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 179 - 18. september 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Karim Zaza var dagsins maður, men sum heild spældi danska meistaraliðið ein fínan dyst, tá teir í gjárkvøldið fingu javnleik á útivølli móti Celtic Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo FCK og Brøndby hava bæði roynt seg, og tað hevði AaB eisini gjørt á einum sinni áður. Men javnleikurin í gjár­ kvøldið á útivølli móti Celtic var fyrsta ferðin, at eitt danskt felag hevur vunnið sær stig á útivølli í bólkaspælinum í Champions League. Og sum heild var úrslitið so hampuliga rættvíst. Celtic átti heilt greitt størsta møguleikan í dystinum, men Barry Robson megnaði ikki at umseta brotsspark til mál. Eisini hevði Karim Zaza nakrar aðrar framúr bjargingar, men danska liðið beit so sanniliga eisini frá sær. Og talan var um fleiri kontramøguleikar, sum áttu at givið úrtøku, um neyvleikin var bara eitt vet størri. Men tað endaði málleyst, og tað kundu fyrst og fremst gestirnir vera sera væl nøgdir. Heimaáskoðararnir góvu sína ónøgd til kennar mótvegis Gordon Strachan og hansara monnum. Og fyri Chelsea gjørdist úrslitið ikki betri av, at talan eisini gjørdist um málleysan javn­ leik á Old Trafford millum Manchester United og Villarreal. Roknað verður við, at tað fyrst og fremst verða Villarreal og Celtic, sum skulu stríðast um at koma víðari saman við favorittunum úr Manchester United. Talan var um klokku­ klárt mistak, tá Michael Beauchamp varð rikin av vøllinum á Celtic Park í gjár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Italski Matteo Trefoloni kom í ikki serliga gott ljós, tá hann tíggju minuttir fyri leiklok rak Michael Beau­ champ av vøllinum. Ikki tí, talan var um reytt kort, tá beinin vórðu tikin undan Georgios Samaras. Trupulleikin hjá dómaran­ um var bara, at tað var Michael Jakobsen, sum framdi brotið á fótbóltsregl­ urnar. Beauchamp var stadd­ ur beint við frísparksstøð­ una, og so fór dómarin skeivur, tá reyða kortið varð givið. Og tað gjørdi so ikki til ella frá, at Beauchamp áhaldandi royndi at siga, at hann ikki hevði gjørt nakað sum helst. ­ Sjálvandi ætla vit at mótmæla hesum. Tað var jú skeivi maður, sum varð rikin av vøllinum. Og eitt er púra víst. Michael Beau­ champ skal ikki hava leik­ bann fyri nakað, sum hann ikki hevur gjørt. Hvat so hendir við Michael Jakob­ sen veit eg ikki. Og teir klóku menninir, sum eg havi tosað við um hetta, duga heldur ikki at svara mær, segði ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jakobsen, við sporten.dk. Michael Beauchamp stendur púra ovfarin, meðan italski Matteo Trefoloni við reyða kortinum sigur, at dysturin er av fyri hansara viðkomandi Mynd: Polfoto/AP Fyrsta danska stigið veruleiki Karim Zaza helt eftir dystin, at hesin mátti teljast millum teir tríggjar bestu, sum hann hevur spælt. Her verjir hann fyri roynd frá Samaras Mynd: Polfoto/AP Bólkur E Manchester United-Villarreal 0-0 Celtic-AaB 0-0 Bólkur F Steaua Bucharest-Bayern München 0-1 Lyon-Fiorentina 2-2 Bólkur G Porto-Fenerbache 3-1 Dynamo Kiev-Arsenal 1-1 Bólkur H Real Madrid-BATE Borisov 2-0 Juventus-Zenit St. Petersburg 1-0 Úrslit, Champions Legue Skeivi maðurin noyddist út