hósdagur 18. september 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 179 - 18. september 2008 ]
Aftur á vøllinum
Tað var kanska ikki tað heilt nógva, sum áskoðararnir hjá Manchester
United høvdu at fegnast um í málleysa javnleikinum móti Villarreal í
gjárkvøldið. Men løtan var kensluborin, tá Cristiano Ronaldo varð skiftur
inn fyri Ji-Sung Park. Ronaldo, sum er stórfavorittur at verða kosin
heimsins besti spælari, var í alt summar partur av yvirskriftum, tí hann
segðist vera ávegis til Real Madrid. Tann handilin varð tó av ongum, og
sjálvur hevur spælarin verið uttanfyri eftir skurðviðgerð í øklinum. Men í
gjárkvøldið fekk hann so fyrstu minuttirnar hetta kappingarárið.
Telva í Vestmanna
Um vikuskiftið verður fyrsta umfarið av Grandp-Prix
kappingini í talvi. Telvað verður í Vestmanna skúla, og verða
fyrstu borðini telvað longu í kvøld, hóskvøldið. Hildið
verður so fram fríggja-, leygar- og sunnudagin.
Umhugsunartíðin hjá einstøku telvarunum er 90 minuttir +
30 sekund fyri hvønn leikin. Kontantar virðislønir verða
lætnar trimum teimum fremstu telvarunum.
Flogbóltslandslið til Svøríkis
Í gjár og í dag fóru føroysku U17-landsliðið hjá gentum og dreingjum til Svøríki, har tey skulu taka lut í kappingini
um at gerast norðurlendskur meistari. Kappingin verður í ár hildin í Falkøbing í Svøríki. Kappingin byrjar fríggja-
dagin, og umframt Føroyar taka Danmark, Noreg, Finnland og Ísland eisini lut í kappingini
Formula-liðið
Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu
seg best í 22. umfarinum av Formula-deildini
liðið
Andras Gango (ÍF)
Brian Andresen (B68)
Símun Louis Jacobsen, (Víkingur)
Clayton Soares (B71)
Róaldur Jacobsen (B36)
Alex José dos Santos (B36)
Ndende Adama Gueye (B68)
Leif Niclasen (EB/Str.)
Arnbjørn Danielsen (B68)
Bartal Eliasen (ÍF)
Atli Gregersen (Víkingur)
U17 dreingir
Gunnar í Dali, TB
Brandur Heinason, SÍ
Sonni Zachariassen, SÍ
Bogi Midjord, Fleyr
Bjarki Enni, Fleyr
Gudfinnur Thorsteinsson, Fleyr
Rói Hentze, Fleyr
Jan Ó. Ellingsgaard, ÍF
Uni R. Petersen, ÍF
Bjarni Larsen, ÍF
Venjarar: Jan Hentze og Rúna Hentze.
U17 gentur
Eyð G. Magnussen, Fleyr
Manja V. Holm, TB
Anja Danielsen, Fleyr
Sonja Thomassen, KÍF
Heidi Christiansen, SÍ
Brynhild Dam, Fleyr
Eina Kalsø, Mjølnir
Sofía Purkhús, Mjølnir
Anna Sára Johansen, Fleyr
Jastrid Sivertsen, Mjølnir
Venjarar: Hans Mikkelsen og Rosa Jacobsen.