hósdagur 18. september 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 179 - 18. september 2008
Ernst Sondum var sonur
Minu og Andreas Jensen,
sum vóru umrødd í seinasta
parti. Hann tók realprógv í
1917 og fór til Vágs at
arbeiða á Gørðunum. Ungur
fór hann víðari til Danmark
ar at arbeiða hjá ØK. Hann
ynskti at sleppa til Asia at
arbeiða innan ØK. Hann
var tá blivin nýrasjúkur og
slapp tí ongan veg.
Síðan fór hann til Oslo.
Har var hann í 12 ár og
arbeiddi á blaðnum Tidens
Tegn. Hetta blað gjørdist
seinni til Verdens Gang,
sum í dag er eitt tað størsta
blað í Noregi. Ernst var
ítróttarmaður, spældi fót
bólt í HB, tá ið hann var
heima. Í Noregi var hann
eisini við á fótbóltsliði,
men hann íðkaði nógv
vetrarítrótt – skreiddi bæði
á skíum og á skoytum.
Hann vann fleiri silvurbikar
í kappingum har í felagnum,
hann var í.
24. apríl 1931 hittust seks
mans í Nordahl Brunsgate
22 í Oslo við endamálinum
at stovna Norsk Færøysk
lag at menna mentanarsam
starvið millum Føroyar og
Noreg. Fimm av hesum
vóru norðmenn og ein var
føroyingur – Ernst Sondum.
Felagið var eisini stuðlað
av øðrum. Ein var Eivind
Isholm, sonur Kristin í
Geil. Teir báðir fluttu heim
aftur til Føroya. Ernst sum
fyrsti blaðstjóri á Dag
blaðnum og Eivind Isholm
á Tingakrossi.
Kona Ernst, Anna, var
fødd í 1904 á Tvøroyri. For
eldur hennara vóru Dánjal
Johan Mortensen, ættaður
úr Froðba, og Johanna
Poulsen úr Skopun. Hann
var skipsførari og hon var
lærari. Um hann er skrivað
í Føroya Siglingarsøgu og
um hana í Lærarabókini.
Tey bæði giftust í 1927
og búðu saman í Oslo í 6 ár.
Tey fingu tveir synir, Terja
og Tryggva í 1930 og í
1931. Terji var føddur tol
laksmessudag á hospitali
num í Havn, men doyði
viku gamal. Anna var kom
in heim úr Oslo í november
við Lyru at síggja mammu
sína, sum lá fyri deyðanum.
Ferðin við Lyru var ring, og
alt gekk illa í hond. Hesin
lítli Terji varð grivin úti á
kirkjugarðinum hjá abba
sínum og fastrini Elsu.
Anna fór túrin einsamøll
aftur til Oslo.
Ernst og Terji doyðu báðir
náttina til 29. des. Báðir
vóru jarðaðir nýggjársdag
við 6ára millumbili.
Ernst og Anna fluttu heim
í 1935 við Tryggva, sum tá
var 3 ára gamal.
Tíðin í Føroyum sleit
Ernst upp. Hann var álvars
liga nýrasjúkur og doyði av
hesi sjúku í desember 1936,
bara 36 ára gamal. Dótturin
Ingrið veit úr gomlum brøv
um, at norski arbeiðsgevari
hansara Rolf Thommesen
bjóðaði honum starv aftur á
Tidens Tegn, og at hann um
hugsaði at fara, tí alt bleiv
stravnari, enn hann roknaði
við. Hann skrivar í brævi
til bróðurin Janus sum eina
umbering fyri, at málið ikki
var nóg gott í blaðnum, at
hann hevði verið úr Før
oyum tá í 17 ár, at hann ikki
hevði havt høvi til at læra
føroyskt nóg væl, og at
hann mátti bæði skriva blað
ið, seta við hond til prent
ingar og lesa rættlestur. Við
teirri útgerð, sum tá var,
hevur
hetta
verið
sera
strævið.
Áhugavert er at brøðurnir
Janus og Ernst báðir, annar
í Keypmannahavn og hin í
Oslo, gera vart við seg í
feløgum
at
kunna
um
Føroyar.
Anna búði í Havn eitt
gott ár eftir, at Ernst var
deyður. Síðini flutti hon til
Viðareiðis, har hon lærdi at
veva hjá Helfred Heinesen,
ættað av Velbastað. Síðan
flutti hon til Tvøroyrar, har
hon saman við børnunum
Tryggva og Ingrið búði hjá
pápa sínum. Aftaná fluttu
tey tey til Skopunar í 1943.
Tey flutti til Havnar at
búgva í 1944. Anna keypti
tá barnaheimið hjá Ernst,
árið eftir at mamma hansara
doyði. Tey fyrstu árini hýsti
hon navigatørum, seinni
fekk Anna sær kiosk í
húsunum.
Húsini í Niels Finsensgøtu
19 vórðu tikin niður í 1975
eins og onnur hús í granna
lagnum, tá ið Steinatún var
gjørt.
Nýskapandi innan
blaðskriving
Arnbjørn Dalsgarð skrivar í
síni bók Føroysk Blaðsøga,
at Ernst hevði eitt frískligt
skrivingarlag, og hetta sást
eisini aftur í nýggju ávísuni,
sum fyrstu tíðina legði dent
á tíðindapartin.
Í
Dagblaðnum
vórðu
minningarorð skrivað um
Ernst Sondum av Petur
Háberg, Thorstein Petersen
og Jóannes Patursson. Ser
liga skal trívast í tað, sum
Petur
Háberg
skrivaði.
Hann var tá bert 22 ára
gamal og arbeiddi saman
við Ernst. Petur skrivaði
millum annað:
“Ernst Sondum kom ikki
at virka leingi í sínum
heimlandi. Sum so mangur
maður í hansara starvi varð
hann stundum misskiltur, tá
hann legði fingurin á veik
støð í samfelagnum, kanska
serliga tí, at honum dámdi
best at seta sína hugsan
beint fram. Ynskti ikki at
nýta tey óneyðugu um
sveipandi óneyðugu orð,
sum aðrir hava fyri, og tí
kundi kanska eitt og annað
fella monnum bondskligt.
Men um nakar av tí
hugsar, at tann maður, sum
skrivaði, hevði eitt bondskt
ella hart lyndi, so kann eg,
sum í meira enn ár havi
arbeitt saman við Sondum,
av sonnum siga, at tað var
beint mótsett. Hann var ein
maður at arbeiða undir sum
fáir, altíð vinarligur og
týdligur, og tað var ein
stuttleiki at spenna seg út
fyri hann, tí hann sýndi, at
hann var takksamur fyri
tað. Eg veit, at eg fari ikki
skeivur, tá ið eg sigi, at
einhvør, sum hevði nakað
við hann at gera ella kom
eitt sindur í samband við
hann, kom at halda av Ernst
Sondum, og eg veit, at tað
er mangur, sum kennir tað
sárt at hoyra um hansara
burturferð.
Ernst
Sondum
gekk
leingi sjúkur, men hann
sýndi eitt ídni, sum leingi
skal verða leitað eftir. Hann
arbeiddi hóast hann ikki
orkaði.
Hann
stríddist,
hóast hann kendi, hvussu
hann viknaði, ja, hann
arbeiddi
inntil
hansara
likam fall saman.”
Thorstein Petersen skriv
aði millum annað, at Ernst í
sínum
starvi
í
Noregi
mangan veitti landsmonnum
eina hjálpandi hond og
eisini í Noregi virkaði hann
fyri
sínum
heimlandi.
Nakað tað sama skrivar
Jóannes Patursson. Evind
Isholm hevði eisini minn
ingarorð í Tingakrossi.
Kelda:
Ingrið Sondum
Ernst Sondum:
Fyrsti blaðstjórin á Dagblaðnum
Í 1935 verður Vinnuflokkurin stovnaður sum mótvekt til Javnaðarflokkin. Eins og hesin flokkur
skuldi Vinnuflokkurin fáa eitt blað. Hetta gjørdist Dagblaðið. Boð varð sent til Noregs eftir Ernst
Sondum at gerast blaðstjóri. Men hann fekk bert stutta tíð í starvinum. Heilsan var ikki góð.
Hann var brekaður av sjúku og doyði bert 36 ára gamal í 1936
Næstu ferð:
Komandi partur verður
um abba og ommu
Ernst, Onnu Elisabeth
og Andreas í Dali
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
TERJI SONDUM
F. 23.12. 1930
D. 29.12.1930
ERNST SONDUM
F. 11.10 1900
D. 29.12.1936
ANNA SONDUM
F. MORTENSEN
F. 5.7. 1904
D. 2.4. 1986
GUD ER KÆRLEIKI
Anna og Ernst avmyndað á Norges Varemesse í 1926
Á norska blaðnum Tidens Tegn. Ernst er nr. 2 frá vinstru
Hans í Funningsstovu, til vinstru, arbeiddi á Marknoyri og
Ernst Sondum. á Gørðunum, báðar kendar fyritøkur í Vági.
Tað var vanligt hjá reiðarum úti á bygd at fáa sær dugnaligar
realskúlanæmingar at arbeiða hjá sær
Anna Sondum