hósdagur 18. september 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 179 - 18. september 2008
Har stendur ein standmynd
uttan fyri Vesturkirkjuna í
Tórshavn, ið mær altíð
hevur dámt væl, síðani
tann dagin hon kom upp at
standa. Men onkursvegna
hevur mær altíð dámt hana
við einum beiskum smakki
í munninum. Í dag veit eg
hvørjum hesin smakkurin
kemst av. Ikki tí at eg eri
farin niður í detaljurnar við
henni, men tí at eg havi
roynt at síggja heildina í tí
stóru kompositiónini.
Eg havi hildið mær aftur
nú í eitt heilt lív við at siga
mína erligu meining um
andan í samfelagnum her
heima hjá okkum, ið eg
altíð havi ynskt mær var
nakað betur. Verii og verri
er hesin andin vorðin við
tíðini. Men nú er tíð hjá
mær at siga hana. Og um
eg ikki kann siga hana,
uttan nakað sum helst
víðari, so skal eg nokk við
gleði gjalda einhvønn
kostnað, ið kann verða
sendur mær higar frá
býttum feiklingum.
Hví er ongin annar Janus
komin, síðani at Janus
mátti fara víðari? Hví er
ongin snøggari komin
síðani Heðin legði árarnar
inn? Hví er onki gamalt
træ komið, síðani at Willi
am tók sær ein steðg frá at
telgja? Og hví skal ein
matstovueigari, sum annars
er fittur, sleppa at nýta
hettar træðið til hvat sum
helst í friði og náðum?
Eg kenni nógvar góðar
og djarvar menn í okkara
samfelag. Men eg harmist
um, at teir ikki bíta betur
frá sær, tá freklingurin
trumfar sín vilja ígjøggn
um uttan nakað sum helst
víðari. Eg kenni nógvar
sera gløggar menn, men
tað sita ikki á hægstu
postinum, eins og teir áttu
at siti á.
Eg vildi ynskt, at teir
gjørdu alt, ið teir vóru
menntir, ið eg gott veit at
teir kunna verða menntir,
seta teir sær tað fyri, og
minna seg sálvan á, at sumt
her á fold er vert ein skarp
an gang. Tað einasta, sum
ein góður stríðsmaður á
hesi fold bara skal minnast
til í hesari tíðini, er at fara
í kríggj uttan at gera nakr
an fólksligan skaða, men at
nýta einfalt gott skil og
trygg vís argumentir. So
lati svørini liggja hesaferð.
Hasir pengarnir úr Dan
mark hava aldrin smakkað
okkum serliga væl. Tað
vita vit øll væl innast inni.
Og at nøkur halda, at vit
noyðast at blíva við at taka
ímóti teimum kann verða
tí, at tey fáa nakað burturúr
teimum, sum tann lítli
maðurin á gøtuni tíverri
aldrin fær nóg stóran ein
part av.
Eg eri so troyttur av at
hoyra so væl, og at síggja
so væl, at kenna á mær so
væl, og ikki at loyva mær
at siga nøkur orð um tað,
uttan at fáa eina keðiliga
kenslu í magan. Tað er við
at oyðileggja meg. Men eg
blívi við, eg havi ein vilja,
ið ikki kann boyggjast, og
eina visión av teimum
størru.
Eg eri ikki ein, sum sig
ur nakað fyri at oyðileggja
nakað sum helst. Og eg
gevi sjálvdan rós til stutt
leikar. Eg taki til orðanna
tá eg veruliga kenni meg
noyddan til tess, tí at onki
annað ber til hjá einum
manni sum mær, uttan
okkurt skilaleyst kann
standast av tí, sum t.d.
fólkaskaði.
Tað er als ikki stuttligt at
hava tað soleiðis. Men tað
er enn minni stuttligt at
skula blíva við at hava tað
soleiðis, tí at tey gløggu er
vorðin so mikið bangin
fyri teimum freku, at tey
ikki tora at geva teimum
ein lúsing við góðari mein
ing aftanfyri longur. Hvat
við at smekka nevan í
borðið, og tað við góðari
megi, so at vit sum ikki
eiga so nógv, og ikki hava
uppiborðið at hava tað
keðiligt, fáa, um ikki alt,
so nakað av tí sum vit hava
uppiborðið? Og hvat so,
um tey sum hava uppboið
ið at hava tað meira keði
ligt, fáa tað meira keðiligt.
Hvør veit um tá fleiri fara
at tíma at ganga sær ein túr
úti á gøtunum, og har fáa
sær eitt gott kjak í lag,
ístaðinfyri at noyðast at
fara á alnótar kjaktorgið
fyri og at finna tað, og tað
við einum eykknevni?
Eg tað vorðið forboðið í
okkara samfelag at seta tey
býttu og freku upp á pláss.
Er tað vorðið forboðið at
hava eina sjálvstøðuga
meining, grundað á eins
egna lív og royndir, uttan
at skula noyðast at verða
útihýstur og manipuleraður
av talvborðinum.
Hesi børnini hjá okkum,
sum eiga alt tey nakrantíð
hava peikað á, hava tey nú
fingið so nógv gott burtur
úr tí? Skula vit gera tey so
heilagi, at ein maður sum
eg skal verða bangin fyri at
taka tey í hondina, og kína
teimum eftir kinninum og
siga pent góðandagin.
Eitt er at straffa tann, ið
gongur og ger fortreð til
stuttleikar, ella fyri at
sleppa av við eitt ella ann
að. Ein slíkan mann eri eg
fullvæl við uppá fær ein
straff, sum vil nakað. Men
tað skal verða ein straffur,
sum vil nakað gott. Nevni
ligani tað, at viðkomandi
lærir av sínum mistaki og
kemur víðari, og kann fáa
frið til at sleppa at verða til
nakra nyttu, uttan at skula
fáa nakað at vita alla
tíðina.
Hví er hendan tíðin hjá
okkum vorðin so strang og
íblástrarleys, at tað mangan
verður flennt eftir teimum,
ið offra seg fyri málningar
nar, tónarnar, og sjónleikin
við meira. Hví eru summi
so frek at flenna eftir hes
um somu, tá tey í tíðarbil
um onki fáa gjørt uttan at
ganga og drekka og annað,
og spilla talentini, tí at ov
fá duga at lurta eftir teim
um, og síggja hvat tað er,
sum tey veruliga duga.
Tey gera eitt týdningar
mikið arbeiði. Tað veit eg,
tí at annars hevði eg nokk
skula skift arbeiði umgang
andi. Men eg arbeiði ikki
fyri pengarnar, ella fyri
tann sum eigur allar
pengarnar. Eg arbeiði bara
fyri tað, sum eg haldi
verða allar týdningarmikl
ast. Eg havi goldið nógv
higartil, fyri at sleppa at
halda fast í tí, sum eg enn
geri og arbeiði við. Men eg
havi gjørt tað, við tí í huga,
at ongin skulda taka nakr
an sum helst skaða av tí.
Tað ljóðar kanska einfalt
og býtt at siga soleiðis hjá
mær, men er søgan nú so
stutt. Tað havi eg hóðast alt
roynt. Um tað er miseydn
að nakrar ferðirnar, so vildi
eg ynskt at tit dugdu at fyri
geva mær, ístaðin fyri at
finna upp á óneyðugan
slatur, ið er keðiligur fyri
bæði meg og teg. Tað kann
ongin brúka til nakað. Tað
eru tey av tykkum, ið altíð
fara niður í detaljurnar fyri
at finna okkurt at spenna
bein við, ístaðin fyri at
trakka útfrá og síggja, hvat
tað er, ið eg royni at stríð
ast fyri. Tí at eg stríðist
alla tíðina, sjálvt í hvørjari
einastu kaffipausu, og
mangan uttan eitt einasta
orð, men bert við hugsan.
Hví skal eg síggja eina
sum Kristinu leggja frá
sær, og ein sum Heina øsa
seg, tí at hann kennir seg
verða viðfarnan uttan nóg
mikla virðing? Hattar eru
ikki fólk, sum leggja frá
sær fyri stuttleikar, ella
fara heim við gron fyri
stuttleikar. Men bæði
brenna 100% fyri einari
góðari sak, tað skal tað
aldrin verða nakar ivi frá
mær sáddur um. Tað havi
eg langt síðani funnið útav,
tí at eg bæði síggi og hoyri,
at tey meina tað, og at tey
trúgva upp á nakað.
Nú er tað so væl dámt
her heima eftirhondini, at
alt sum er ósjónligt, uttan
tað sum er í tilbiðingarhús
unum, ikki er til, og um tað
er til, so má tað verða av tí
ónda. Men tað kemur
vreiði í meg, tá eg hoyri
onkran flenna eftir tí, sum
fortelur um tey, sum dugdu
gand her í farnum tíðum.
Og tað kemur vreiði í meg,
tá eg síggi og hoyri, at fólk
ikki liva upp til tann
mannin, ið kendi seg
noyddan at fara út um allar
geilar við svørinum, tí at
hann veruliga trúði og
bardist fyri einum hægri
endamáli, ið hann visti var
skilagott at innføra. Hvat
við at royna at liva upp til
hann so tað baskar og
ekkóar eftirí, áðrenn tit
skunda tykkum at reisa
eina standmynd fyri at
heiðra hann? Man hann
verða so glaður, har
hansara sál sveimar í dag.
Eg hoyri væl og síggi alt.
Tað kann eg lova tykkum
fyri. Og eg skal nokk lata
verða við at taka nakran
sum helst til gísla ella gera
nakað ringt fyri tað. Men
tað kann verða at onkur
farin sál hevur teska nøkur
orð til mín. Og tað kann
verða at tað er gjørt við
virðing og einari góðari
vreiði.
Fyri tað um ein kroppur
verður lagdur í jørðina, so
noyðist tað ikki altíð at
týða at menni er burtur fyri
evigt. Men tá eitt menni
hevur lært av sínum mistøk
um, so teskar tað ikki góð
ráð til nakran, ið kann
finna uppá at gera nakað
sum helst bítt, ella fortreð
við tí sum sagt verður. Tey
fáa aldrin møguleikan at
hoyra hettar menni teska, tí
at tey fara ikki at duga at
gera gott við tí, sum teska
verður um.
Hasin maðurin sunnan
fyri, ið kendi seg noyddan
at biða land sítt gráta.
Hann var slett ikki so
býttur. Landið legðist í ein
reinsandi grát og fólkasálin
lyfti seg og var bjartari.
Hvat við at gráta í 5 dagar,
arbeiða uttan eina krónu í
aðrar 5 dagar, royna at
duga betur at arbeiða betur
saman við betri virðing
fyri hvørjum øðrum, fyri
síðani at feira eina ektaða
og sterka fragd restina av
ævini, sum komandi
børnini eisini kunna fáa
stóru gleði av. Hvat tosi eg
um er? Jú, hattar tjóðveldi,
ið Kristina lærdi meg nak
að um. Hvør veit, um nak
ar tá tímur at stovna eitt
felag við navni guðloysi,
sum tað er brúk fyri í dag.
Jú, tað kann eg gott siga
tykkum. Um tað so skal
kosta mær at tit halda meg
verða svakan. At her verð
ur dúgligani teska til mín,
her sum eg eri nú, millum
tey sálarsjúku, sum ein
sálarsjúkur. Og tit skula
verða vælkomin at koma at
vitja meg, tí at eg eri ikki
bangin fyri einum einasta
einum av tykkum longur,
og eg ætli mær aldrin at
grípa til nøkur vápn, uttan
so at eg geri tað við orð
um, vilja og treiskni, og
intensari hugsan, og kan
ska einum geyli. Men
kemur nakar út higar at
tilbiða meg, ella at gera
okkurt mótsatt, so skula
tey fáa av at vita frá mær.
So nú kunna tit lurta ella
lata verða. Men tað sum eg
eri farin at síggja fyri mær.
Afturvendir føroyingar, rík,
ið geva teimum, ið hava
minni, og ein luft, ið
smakkar betri enn nakað
annað tit nakrantíð fyrr
hava smakka, ja, er tað ikki
vert eina orkan av orðum,
ið førur nakrar grundleggj
andi broytingar við sær, og
lyftur Tjóðina uppá tað
støði, ið hon einaferð var á
fyri fleiri hundrað árum
síðani. Tað ætli eg mær at
berjast fyri, og tað uttan
nakað sum helst svørð,
annað enn tað, ið er komi
til sjóndar í sinninum á
mær.
Fari nú úr hasum keði
ligu bilinum, spyrji mannin
á gøtuni um tíð ikki er
komin til eina langa góða
samtalu, og latið nú verða
við at verða so bangin fyri
alla somlu tíðina.
Tað er gott at verða
bangin, tá tað sunt fri ein
at verða bangin. Men at
renna undan grundleggj
andi trupuleikum alt sítt
lív, tað er nakað sum tit
skula verða nógv meira
bangin fyri.
Eg ynski tykkum øllum
væl. Tað er heilt vist. Men
eg helt at tíðin var komin
til ein uppsang, og eg havi
enn fleiri, fleiri í mær,
síggi eg ikki fólk ganga og
tosa saman á okkara gøtum
aftur innan eina viku, og
fólk sum taka ein kjans og
geva teimum frekastu ein
harðan lúsing við góðari
meining aftanfyri.
Hettar skrivaði eg fyri
tjóðina, og eg krevji ikki
eina tí einastu krónu fyri
tað. Kom nú Føroyar. Tosi
hart við tey freku, og tey
sum bara hugsa um peng
arnar og onki annað, og
lyfti hesa tjóðina uppá eitt
endaleyst flog, so at pláss
aftur verður fyri øllum. Tí
at tað var tað í gomlum
døgum, í hvussu nógv
betur enn tað er í dag. Eg
hevði nógv heldur vilja bú
úti á Fugloynni hjá nøkrum
av mínum forfedrum, sum
stríddust fyri at liva og
búgva har, fyri 200 árum
síðani, enn at verið her í
Havnini í dag. Eg var har
fyri stuttum, og eg hitti ein
eldri sera fittan mann, og
ein yngri sera frekan
mann. Men hvørgin rørdi
meg, og báðir rættu mær
hondina, tá eg bað um
góðandag.
Er hettar landið ikki vert
eitt smekk í borðið, ein
næstan eina orkan av tosið,
so at vit kunna smakka ein
søta tøgn aftaná, næstan
eins og vit børnini gjørdu
dagin aftaná eina aðra
orkan í 1988. Okkurt var
brotnað, men merkiliga
lítil fólkaskaði, sum eg
havi hoyrt, tíbetur. Eg haldi
at tað hevði verið uppá sítt
pláss, at smekka nevan
ógvusliga niður í borðið
nakað oftari í hesum
landinum. Nógv oftari. Eg
eri troyttur av at tey býttu
og freku altíð skula vinna.
Nú skal eg ikki nevna
nakran ávísan flokk, men
tit vita væl, hugsa tit tykk
um um, hvønn flokk eg
ikki kann fortorga. Men
hesin flokkurin hevur fyngi
góðan arbeiðsfrið fyri mær,
sjálvt um eg onkra øðisløtu
havi hugsa um at gjørt
bæði eitt og annað við
hann. Tað gleðina skula
teir ikki fáa, at eg skal
oyðileggja meg og mínar
framtíðar møguleika, fyri
at seta teir upp á eitt nógv
betur pláss.
Eg átti ein abba í Klaks
vík, sum var stórur og sera
sterkur, ættaður frá Kirkju
í Hattarvík, og ein úr Vági
har Suðuri, ið var nakað
veikur tíverri, men gløgg
ur, og nú eri eg nakað so
troyttur av at liggja her í
Havn og skula royna at fáa
báðar extremarnar, hettar í
tvífaldur týdningi, at passa
saman. Men er trúgvi uppá
at tað skal nokk eydnast
mær fyri ella seinni. Tað
sum eg vil, tað vil eg
100%, og eg steðgi ikki
fyrr enn eg eri komin á
mál. Einasti regulin er, at
ongin annar skal taka
skaða av mær, meðan er
renni móti málinum. Tað er
sjálvdan komið fyri, uttan
at onkur sum innast inni er
bangin fyri einum manni
sum mær, hevur spent bein
fyri mær. Men eg eri so
treiskur at eg havi reist
meg hvørja einastu ferð.
Eg gevi ikki upp fyrr enn
eg liggi deyður. Eitt
ógvusligt orð, ið eg als ikki
eri bangin fyri meira. Eg
havi nógvar góðar kreftir í
mær, og vinir sum bíða
eftir mær bæði her og der.
Kom nú. Kom nú. Vilji.
Vilji. Føroyar, Føroyar. Um
vit rópa hettar landsnavn
hjá okkum øll í senn og
nógv ofta, hvør veit um
hendan tjóðin hjá okkum
ikki fer strúkandi uppeftir
á flog, og verðin endiligani
sleppur at njóta tað orgi
nalu útgávuna. Tað høvdu
tey flestu har úti verið
hjartans glað fyri at
sloppið.
Fyri pápa mín Mortan,
og mína egnu tjóð.
viðmerkingar
Uttan fyri Vesturkirkjuna
28 ár
Rasmus
Rasmussen