fríggjadagur 19. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 180 - 21. september 2008
Nú knapt tveir
mánaðir eru
eftir til bý- og
bygdaráðsvalini
í landinum er
greitt, at tað verður
stór útskifting í
býráðunum í Havn og
í Klaksvík. Serliga er
tað løgtingsarbeiðið,
sum heldur fleiri frá
at stilla uppaftur
Býráðsval
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Nú tað stundar til at bý- og
bygdaráðini aftur skulu velj-
ast, er tað vorðið greitt, at í
teimum
báðum
størstu
kommununum í landinum,
Tórshavnar Kommunu og
Klaksvíkar Kommunu, verð-
ur talan um eina størri út-
skifting av býráðslimunum.
Í hesum báðum komm-
ununum, umframt í Fugla-
firði, Gøtu, Tvøroyri og
Vági, verður stillað upp
politiskt, og fleiri av fólk-
unum í báðum kommun-
umnum eru eisini vald inn
á løgtingið. Og serliga hetta
seinna hevur sína ávirkan.
Helvt um helvt
í Klaksvík
Til býráðsvalið í Klaksvík
eru støðan millum tey, sum
Sosialurin hevur tosað við,
helvt um helvt viðvíkjandi
enduruppstilling.
Rani Nolsøe, sum hevur
sitið í Klaksvíkar Býráð tvær
setur fyri Tjóðveldi, hevur
gjørt av ikki at stilla uppaftur
til býráðið. Hann ætlaði
upprunaliga bert at sita tvær
setur, og tað hevur hann gjørt
av at halda seg til. Hann fer
nú at arbeiða víðari við
øðrum verkætlanum.
Kristian Eli Zachariasen,
sum hevur sitið í býráðnum
fyri Sjálvstýrisflokkin, hev-
ur somuleiðis gjørt av ikki
at stilla uppaftur, men hevur
onga viðmerking til hví
hann hevur valt at taka seg
úr býráðsarbeiðinum.
Jákup Mikkelsen, sum
hevur umboða Fólkaflokkin
í Klaksvíkar býráð, hevur
somuleiðis gjørt av ikki at
stilla uppaftur til býráðið,
og er tað tí at hann nú er
valdur inn í Løgtingið, og
hevur gjørt av at taka sær
av tí arbeiðinum burturav,
og lata aðrar kreftir koma
til í Klaksvík.
Hans Arni Bertelsen hev-
ur seinastu setuna umboðað
Sambandsflokkin í býráð-
num í Klaksvík, og hann
hevur ikki tikið endaliga
støðu, og umhugsar støðuna
enn, men hellir til at lata
seg stilla uppaftur til enn
eina setu.
Gunvá við Keldu hevði
upprunaliga gjørt av ikki at
stilla uppaftur, men hevur
nú gjørt av at stilla upp til
býráðið aftur, og um møgu-
ligt taka eina setu afturat.
Orsøkina sigur hon vera at
nøkur ting hava broytt seg
nú í seinastuni, og at hon tí
hevur valt at stilla uppaftur.
Hon hevur umboðað Fólka-
flokkin seinastu setuna.
Eyðgunn
Samuelsen,
sum nú situr í Løgtinginum
fyri Javnaðarflokkin, hevur
enn ikki tiki støðu til, hvørt
hon stillar upp til býráðið
aftur, og umhugsar støðuna
til næsta uppstillingarfund,
sum eftir ætlan verður
mánadagin. Javnarðarflokk-
urin situr í løtuni í sam-
gongusamráðingum, og er
ikki óhugsandi at hetta
eisini hevur ávirkan á,
hvørja støðu hon tekur.
Thorleif Sigurðsson, sáli,
fór í hesi setuni, og verður
hann tískil ikki við á lista-
num heldur.
Tískil er greitt, at stór
útskifting verður í Klaks-
víkar Býráði hesuferð.
Tríggir profilar
fara í Havn
Enn er ov tíðliga at siga við
vissu, hvørji stilla upp aftur
til býráðsvalini, men til
Tórshavnar Býráð er greitt,
at tríggir av profilunum
ikki stilla uppaftur.
Bjarti Mohr, sum hevur
verið formaður í Havnar
Framburðsfelag, sum er
valfelagið hjá Fólkaflokk-
inum í Havn, kunngjørdi
fyri kortum, at hann ikki
stillar uppaftur, og at hann
tekur seg aftur sum formann
í Havnar Framburðsfelag.
Nýggja
forkvinnan
í
Havnar
Framburðsfelag
eitur nú Annika Olsen, men
hon varð í januar vald inn í
Løgtingið, og hevur líka
síðan verið í farloyvi frá
Tórshavnar Býráð, og hon
stillar ikki uppaftur til
býráðið.
Katrin Dahl Jacobsen,
sum hevur umboðað Javn-
aðarflokkin í Tórshavnar
Býráð,
varð
somuleiðis
vald inn á Løgtingið, og
hon stillar heldur ikki upp-
aftur til býráðsvalið, sum
verður um knappar tveir
mánaðir.
Tískil er greitt, at løg-
tingið nú er farið við tveim-
um av profilunum í Tórs-
havnar Býráði, umframt at
Bjarti Mohr hevur gjørt av
at taka seg aftur av øðrum
orsøkum.
Hvat
viðvíkur
hinum
býráðslimunum í Tórshavnar
Býráði, er enn ikki greitt,
hvørt tey stilla uppaftur, av tí
at uppstillingarfundirnir ikki
eru endaliga avgreiddir enn.
Tó verður endaliga stað-
fest, hvørji stilla upp til
býráðsvalini tann 21. oktob-
er kl. 18, tá valevnislistarnir,
sambært kommunuvallóg-
ini, skulu verða kommununi
í hendi.
Halda seg aftur
Nú
uppstillingarfundirnir
eru, og valfeløgini av øllum
alvi royna at fáa mannað
valevnislistarnar, er greitt,
at fólk hava hug at halda
seg frá at stilla upp til
býráðsvalið í Tórshavn.
Anfinn Brekkstein, sum
er næstformaður í Føroya
Væl, ið er valfelag Sam-
bandsfloksins
í
Suður-
streymoy, sannar, at fleiri
hava hug at halda seg aftur
til hetta valið.
- Fólk eru sera varin við
at lata seg stilla upp. Valini
eru blivin kostnaðarmikil
nú, og tá bæði fólkatingsval
og løgtingsval hava verið
innan seinasta árið, eru
flokkarnir
sera
sperdir
fíggjarliga, og tað er tískil
avmarkað,
hvat
fyri
fíggarligan
stuðul,
tey
kunnu veita valevnunum.
Vanliga siga fólk ikki ja
beinanvegin, men hesuferð
tykjast tey vera eyka varin,
sigur Anfinn Brekkstein,
næstformaður
í
Føroya
Væl.
Stór útskifting í
Klaksvík og Havn
Flogfar neyðlendi í Kastrup
Ein møguligur feilur í næsahjólinum noyddi eitt Boeing-flogfar at neyðlenda
í Kastrup í morgun. Lendingin gekk væl eftir at flogfarið hevði flogið í kring
yvir flogvøllinum í Billund fyri at brúka brennievni, so flogfarið ikki skuldi
verða so tungt, tá tað lendi. Flogfarið hevur allan morgun flogið í kring yvir
Billund fyri at brúka brenievni, men fekk so boð um at flúgva til
Keypmannahavn. Ein røð av brandbilum og sjúkrabilum stóðu til reiðar, um
nakað skuldi barst á. Flogfarið – eitt Boeing 737 – kemur frá flogfelagnum
Jettime. Tað vóru 145 ferðafólk og manning umborð, harav 22 børn, upplýsir
forstjórin í Jettime, Klaus Ren. Flogvápnið sendi eitt F-16 flogfar í luftina
fyri at kanna Boeing flogfarið meðan tað enn var í luftini. Men einki var at
síggja, og flogfarið lendi síðani trygt í Kastrup.