fríggjadagur 19. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
-
Lagt til røttis:
Rigmor Dam
Myndir: Sunva
Eysturoy Lassen,
Polfoto
Á skrivstovuni hjá Taks á Óðins-
hædd kom ein nýggj sending av
brøvum heim í morgun. Stakkar av
tjúkkum brøvum og smáum
pakkum liggja allastaðni: á
skriviborðum, á gólvinum og í
rullivognum. Hetta eru ikki vanlig
brøv, men tjúkkir brævbjálvar við
gávum ella vørum, sum tollararnir
skulu avgreiða, áðrenn teir verða
latnir móttakarunum.
Við hvørt skrivaraborð sita
starvsfólk og lata brøvini upp, kaga
niðurí, og skriva niður á oyðubløð,
sum verða send móttakarum kring
alt landið.
Sneyta í brøvini
Eina løtu kennist tað sum eru vit
stødd handan jarntjaldið. Tí hvat
billa tey sær í roynd og veru inn at
sneyta í privatu brøvunum hjá
okkum føroyingum? Og hvussu er
statt við tagnarskylduni hjá hesum
skrivstovufólkunum, sum kenna
hvønn ein dildo, sum føroyingar
bíleggja sær? Hví skal hetta
irriterandi grøna klistrimerkið latið
upp av tollvaldinum sita á
brøvunum?
Vit hava biðið deildarleiðaran á
Taks í Tórshavn, Hermann í
Stórustovu, forklára okkum um
hendan dulda heimin, sum vit finna
millum sendara og móttakara.
Hermann leggur fyri við at
staðfesta, at tollarar hava ikki bara
tagnarskyldu, men herda
tagnarskyldu, eins og bankafólk og
læknar.
– Fólk kunna líta 100 prosent á
okkum og púra trygt bíleggja hvat
sum helst, bara tað ikki er ólógligt,
sigur Hermann í Stórustovu, sum
sigur seg ongantíð hava fingið
klagur um, at starvsfólk hava brotið
tagnarskylduna.
– Vit síggja so nógv, at vit síggja
onki! Fólk bíleggja alt millum
himmal og jørð, og tað er ikki tí, at
vit halda tað vera so stuttligt at fáa
innlit í privatlívið hjá fólki, sigur
Hermann í Stórustovu, sum eisini
kennir ein útveg fyri allar partar:
Móttakarin skal biðja sendaran
hefta fakturuna uttan á brævið so
verður onki latið upp!
Men hví lata tit brøvini upp?
– Lógin áleggur okkum at tolla allar
vørur oman fyri eitt ávíst virði. Men
á nógvum brøvum og smápakkum
við vørum, sum fólk hava bílagt, er
ongin faktura á. Var hon á, varð
sendingin avgreidd beinanvegin
uttan at verða latin upp. Men tá
hon ikki situr uttaná, leita vit eftir
henni inni í pakkanum, so send-
ingin kann verða avgreidd skjótast
gjørligt. Tá kunnu vit eisini stað-
festa, um talan er um tollfríar vørur.
Um postverkið í staðin skal senda
fráboðan út til móttakarin um, at
fakturan manglar ella liggur innií,
seinkar tað avgreiðsluni óneyðuga
nógv, eisini fyri móttakaran, greiðir
Hermann í Stórustovu frá.
Hann sigur víðari, at munur er á
brøvum/smápakkum og pakkum. Á
pakkum er altíð eitt adressukort og
al oftast ein faktura, og tí er ikki
neyðugt at lata teir upp.
Men í sambandi við brøv og
smápakkar, ið ofta eru vørur, sum
privatfólk hava bílagt, skal
tollvaldið meta um, hvørt inni-
haldið kanska skal tollast, ella um
talan kanska er um ólógligar vørur.
– Liggur rætt útfyltur fylgiseðil
uttaná, verður brævið ikki latið upp,
men tollavgreitt sambært
upplýsingunum á fylgiseðlinum. Tí
skulu fólk heita á tey, sum tey
bíleggja frá, til dømis á internet-
inum, um at hefta fakturuna uttan á
brævið. So verður ein fráboðan
send móttakaranum, sum so kann
heinta vøruna og rinda tollin her
hjá Taks, sigur Hermann í
Stórustovu.
Visa-kortið á internetinum
Fólk, sum keypa vørur umvegis
internetið, rinda ofta fyri vøruna
beinanvegin við Visakorti. Tá liggur
heldur ikki faktura uttan á bræv-
inum, tí hon verður send við
telduposti. Tá hendir ofta tað, at
tey skulu renna frá Pontus til
Pilatus fyri at fáa vøruna útflýg-
gjaða.
– Eisini í hesum førinum er
orsøkin, at ongin faktura liggur við.
Men vøran skal tollast, og tí hava
vit brúk fyri fakturuni, sum upplýsir,
hvat vøran kostaði. Tí verða fólk
send heim eftir fakturuni, sigur
Hermann í Stórustovu. Vilja fólk tá
hava vøruna útflýggjaða beinan-
vegin, skulu tey rinda eitt eykagjald
upp á 150 krónur til postverkið fyri
skjóttolling.
– Annars mugu tey bíða til dagin
eftir, tá tey fáa eina fráboðan
sendandi frá postverkinum, sigur
Hermann í Stórustovu, sum
viðgongur, at hetta er rættiliga
tvørligt.
– Men ætlanin er at fremja
umfatandi broytingar í sambandi
við tolling av innflutningi til
privatkundar.
– Broytingar, sum fara at lætta
munandi um hjá brúkarunum,
sigur tollarin at enda.
Summi ræðast tollararnar so illa, at tey aftra seg við at bíleggja
persónligar vørur, so sum sexleikur ella undirklæðir, úr útlandinum.
Men Taks bedýrar fyri Rákinum, at frá teimum lekur onki út.
– Fólk kunnu vera púra trygg. Vit hava víðkaða tagnarskyldu, og
vit síggja so nógv, at vit síggja onki, vissar Hermann í Stórustovu,
deildarleiðari hjá Taks.
Tollarar við
tagnarskyldu
Hvussu eitur ein dildo hjá nýggja Toll og Skatt?
– Ein tilTAKSlimur ...
Fyri starvsfólkini hjá
Taks eru sexleikur
somikið vanligar, at
tey geva sær als ikki
far um tær.
Hvat man vera í hesum
pakkanum?