Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Væntaða skrædlið í fiskivinnuni er nú byrjað. Grundi til hetta eru sambært vinnuni høgir oljuprísir og at ov lítið verður fiskað. Røddir vóru í vár frammi, sum søgdu at skrædlið fór at koma longu í summar, men tað er ikki fyrr enn nú, at fyrstu skipini fara undir hamaran Fiskivinna Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár kom fram at seks skip hjá samtakinum Maru Sea­ food skulu undir hamaran. Við Rás2 í gjár segði Jóhan Páll Joensen, stjóri, at hann ikki hevði góðar vónir til at bjarga skipunum, har eitt av pørunum longu er lagt. Skipini, ið skulu undir ham­ aran eru: Safir, Smaragd, Navarin, Borgarin, Fjals­ hamar og Nónhamar, ið eru trý pør av partrolarum. Jóhan Páll Joensen greiðir eisini frá, at orsøkin til at skipini fara undir ham­ aran er, at felagið seinastu tíðina hevur havt tað torført við at gjalda hvørjum sítt, og hóast nógv er roynt fyri at bjarga skipunum, fara tey nú undir hamaran, og framtíðin er óviss hjá teim­ um umleið 50 fólkunum, ið eru tengd at skipunum. Orsøkirnar til, at skipini hava havt torført við at gjalda hvørjum sítt, eru sambært stjóranum, at skip­ ini hava verið til umvælingar og tí hava ligið nógv still. Samstundis sum høgu oljuprísirnir og vantandi fiskiveiða hava gjørt sín stóra part. ­ Tað eru størstu orsøkir­ nar, men hækkandi rentan ger eisini sín part, og eg vænti ikki, at vit klára at bjarga skipunum, greiðir Jóhan Páll Joensen frá. Skipini eru lýst at skula á tvingsilssølu tann 12. novembur 2008. Hini skipini Samtakið Maru Seafood hevur ikki bert partrolarar. Stállínuskipini, Fugltúgvan og Grani, hoyra eisini til samtakið og spurningurin er, hvussu tey nú fara at klára seg, tá fyrsti parturin av felagnum fer á tvingsils­ sølu. ­ Fugltúgvan og Grani fara aftur til fiskiskap um umleið eina viku. Tey eru til klassingar og Grani hevur annars verið í sving alt árið. Fugltúgvan hevur ligið ein part av árinum, tí teir hava manglað fólk. Men av tí, at talan er um ymisk virkir, kemur hendan tvingsilssøla ikki at ávirka línuskipini, sigur Jóhan Páll Joensen. Hann leggur afturat, at skipini ikki koyra væl, men at tey enn hóra undan, á sama hátt sum hini stállínu­ skipini. Virkini Tað hevur verið soleiðis at partrolararnir, sum nú fara á tvingsilssølu, altíð hava avreitt til Kósavirkið í Klaksvík, men nú skipini fara undir hamaran, er iva­ samt um hetta fer at halda fram. ­ Tað veldst um útfallið av søluni. Verða skipini ver­ andi í Klaksvík, kann hugs­ ast, at skipini fara at halda fram at avreiða til Kósina, men verða tey seld úr býnum er ivasamt hvussu tað verður við Kósini, for­ telur stjórin í Maru Sea­ food. Hann greiðir eisini frá, at Kósavirkið hevur koyrt so nøkurlunda gjøgnum árið, og at tað hevur verið arbeiði hvønn dag. Fyrr hava virkið og skip onkuntíð hjálp hvørjum øðrum, tá tað gongur illa hjá øðrum partinum, men soleiðis er ikki í hesum føri. ­ Vit hava altíð goldið marknaðarprís, tí tað eru ymiskir partaeigarar í ymisku feløgunum, og tað ikki ber til, at onkrir parta­ eigarar gjalda til aðrar parta­ eigarar, men tað sigur seg sjálvt, at nú vit missa hend­ an armin av virkseminum, kemur tað sjálvandi at ganga útyvir hinar armarnar, sigur stjórin. Maru Seafood eigur eisini virkini Eystís og Norðís, men Eystís hevur onki virksemi havt seinastu fýra mánaðirnar. ­ Á Norðís á Eiði arbeiða tey hvønn dag, og virkið kundi koyrt væl, um tað var nokk av fiski, men soleiðis er ikki altíð, greiðir Jóhan Páll Joensen frá. Maru Seafood hevði í fjør eitt hall áljóðandi 11 milliónir krónur, og harav áttu partrolararnir størsta partin av hallinum. Sam­ stundis sum aðrir partar av virkseminum hava havt yvirskot. Fer alt virksemi hjá Maru Seafood av knór­ anum ávirkar hetta upp til 250 fólk. Føroya Banki Jóhan Páll Joensen var til fyri einum árið síðani nevnd­ arformaður í Føroya Banka. Men sigur, at vánaliga gongdin hjá Maru Seafood ikki var høvuðsorsøkin til, at hann fór. ­ Í 2006 boðaði eg frá, at eg ikki vildi halda fram sum nevndarformaður, men var biðin at taka eitt ár aft­ urat. Tað gjørdi eg so, men í 2007 fór eg frá. Tí vil eg ikki siga, at Maru Seafood var orsøkin til, at eg fór frá, men útlitini hjá Maru gjørdi avgerðina lættari, sigur fyrr­ verandi nevndarformaðurin, sum tá hevði verið í nevnd­ ini í 15 ár. Smaragd er eitt av teimum seks skipunum hjá Maru Seafood, sum 12. novembur er lýst at fara á tvingsilssølu Seks skip undir hamaran Pávin verjir undangongumann Benediktus 16. verjir nú gerðirnar hjá pávanum undir seinna Heimsbardaga. Pius 12. sum var pávin undir seinna Heimsbardaga, er av jødiskum bólkum ofta undirlagdur at venda blinda eygað, til gerðirnar hjá Nasitýsklandi mótvegis jødunum. Nú verjir pávin sín undangongumann. Pávin sigur millum annað, at Pius altíð gjørdi sítt ítasta at verja jødarnar, men undir givnu fortreytunum, varð nógv gjørt fyri at halda tað loyniligt. Pius var pávi frá 1939 til 1958. Á minnismerkinum í Jerúsalem um jødatýningina verður Pius 12. sagdur at vera ein av teimum, ið ikki tók støðu. Nr. 180 - 19. september 2008