Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

. Nógvar milliónir árliga • Tollinntøkurnar til landskassan frá innflutningi av vørum til privatfólk og smærri vinnurekandi var í oktober í fjør 4,7 mió. kr. • Tollurin er umleið 25 prosent. • Summar vørur eru tollfríar, til dømis bøkur. BaNNaðar vørur • Ein partur av uppgávunum hjá tollarunum er at forða innflutningi av vørum, sum eru ólógligar at innflyta. Hetta kann til dømis verða rúsevni, rúsdrekka ella heilivágur, sum krevur resept frá lækna. Viðhvørt verða sendingar skannaðar ella hashhundurin verður boðsendur. YLaKK ... • Einaferð hevði onkur bílagt eina krukku við hundraðtals av livandi veggjasmyrlum (fårekylling) at fóðra okkurt skriðdjór við. Teir fóru um alla deildina, og tað gekk long tíð, áðrenn starvsfólkini fóru út í køkin aftur, tí har trivust teir so væl. Eina aðru ferð kom eitt øgiligt ýl frá einari skrivstovukvinnu, tá hon fann ein pakka við livandi ormum. Hetta var eisini fóður til okkurt skriðdjór. Gávur uNdaNtiKNar Í lógini stendur, at gávupakkar, hvørs tollur lítið og einki hevur at týða, eru undantiknir toll og avgjald. Tollur og avgjald skal ikki gjaldast fyri vørur og gávupakkar, sum verða send frá einum privatpersóni uttan fyri Føroyar til ein privatpersón í Føroyum. Hetta eru sendingar, ið: • bert eru av og á, t.d. føðingardagsgáva, jólagáva o.t. • bert fevna um vørur, ið eru ætlaðar til móttakaran sjálvan ella familju hansara at nýta, og sum ikki hava vinnuligt endamál. • Gávurnar mugu ikki kosta meira enn 700 krónur fyri hvørja gávu. Hermann í Stórustovu, stjóri, kundi hugsað sær, at fólk bóðu avsendaran um at seta fakturaina uttan á sendingina, tí so var ikki neyðugt at lúra í bíløgdu vørurnar hjá føroyingum.