Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 180 - 19. september 2008 Ragnar aftur í kvøld Í kvøld klokkan 19.00 verður Talent 2008 víst á DR1. Ungi havnardrongur Ragnar Finnson luttekur aftur í kvøld, tá dómararnir skulu sálda meira enn helvtina av teimum, ið sluppu víðari úr upptøkuroyndunum í Talent. Spennandi verður um Ragnar nú megnar at koma í semifinalurnar, ið verða sendar frá næstu viku. Enn veit ongin hvønn sang Ragnar framførir í kvøld, men hann fer helst at syngja og leika á gittara einaferð enn. Skúvoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Festið hjá Harry Jensen í Skúvoy er níggju merkur, og so eigur hann eisini nak­ að av ognarjørð. Men Harry er ikki einasti stóri bóndi í oynni. Eitt annað festið er eisini, sum er rímiliga stórt og telir átta merkur. Har­ aftrat er aðrir menn, sum eiga jørð og seyð í oynni. Skúvoy ber einar 1000­ 1100 seyðir í gomlu vetrar­ skipanini, men um heystið, tá lombini eru við, er talið sjálvandi nógv størri. Kjøt selir væl ­ Eg havi einar 220 seyðir umframt sjey kálvar til slát­ urs. Hetta er fyrsta árið, eg havi kálvar, men næsta ár hava vit 10. Ungneytini eru umleið hálvt annað ára gomul, tá tey verða dripin, sigur Harry Jensen. Tað gongur væl at selja føroyskt kjøt, bæði seyða­ og neytakjøt, og bóndin í Skúvoy heldur, at føroy­ ingum dámar væl ungneyta­ kjøt, sum hann tekur til. ­ Tað fæst so lítið av før­ oyskum kjøti til keyps, og tí verður alt umbiðið so hvørt. Beiggi mín, sum eg tók festið eftir, hevði eisini kálv­ ar til sláturs, og tá ungneytini vórðu dripin, varð alt umbiðið so hvørt, sigur hann. Bróðurin slepti Harry sigur, at teir hava eitt stórt og gott flettingarrúm í fjósinum, sum bæði kann brúkast til slátur av seyði og neytum. ­ Vit gera betringar so hvørt, sum møguleikar eru til tess, og málið hjá okkum er at fáa sláturrúmið góð­ kent sum frálíður Mjólk av út Tað fall Harry Jen­sen­, bón­da í Skúvoy, fyri bróstið, tá apo­ teksverkið vildi hava han­n­ at hein­ta koppin­garevn­i móti garn­asótt á Tjaldurs Apoteki. Nú vildu tey ikki sen­da heilivágin­ við postin­um lon­gur, og tað hevði merkt, at bón­din­ n­oyddist at liggja n­átt í Havn­ fyri at fáa hen­dur á hesum. Men­ partarn­ir fun­n­u ein­a góða flutn­in­gsloysn­ Skúvoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri at tryggja, at allur seyður í Føroyum verður koppsettur móti garnasótt, hevur apoteksverkið á hvørjum ári sent út kopp­ ingarevni til ymisku hagapartarnar kring landið. Harry Jensen, bóndi í Skúvoy, sigur, at so vítt, sum hann veit, er hetta einasti heilivágur til seyð, sum kemur av sær sjálvum á hvørjum heysti. ­ Okkum nýtist ikki at bíleggja koppingarevni móti garnasótt, tí hetta er ein føst og afturvendandi bílegging um heystarnar fyri at halda sóttini burtur. Onnur heyst hevur tað verið soleiðis, at apotekið hevur sent koppingarevnið móti garnasótt út á bygdirnar í postsekki, men í heyst er mannagongdin broytt. ­ Í ár fingu vit at vita, at koppingarevnið skal avheintast á Tjaldurs Apoteki eitt mikukvøld millum klokkan 18 og 20. Orsøkin er, sigur apoteksverkið, at kopping­ arevnið, sum í hesum førinum kemur úr Íslandi, bert heldur sær í stutta tíð. Tí kann apotekið ikki taka ábyrgdina av, at koppingarevnið kanska er oyðilagt, tá tað skal brúkast. Góð loysn Harry sigur, at hann togaðist eina stund við apotekið um hesa broyttu mannagongd. ­ Skuldi eg sjálvur til Havnar eftir koppingar­ evninum, sum skuldi avheintast millum kl. 18 og 20, hevði eg verið noyddur at ligið nátt í Havn, og tá hevði koppingarevnið ikki verið nýggjari enn tað sama, tá tað kom til Skúvoyar. Bóndin í Skúvoy sigur, at tey á Tjaldurs Apoteki vóru góð og forstáilig at tosa við, og tá samanum kom funnu tey eina heilt aðra loysn – nevniliga, at senda kopp­ ingarevnið til Skúvoyar við tyrlu. ­ Í byrjanini var eg eitt sindur irriteraður, men vit fingu loyst hetta mál um flutningin á ein skilagóðan hátt og í góðum samstarvi. Kanska kunnu aðrir bøndur á útoyggj fáa somu loysn við apoteksverkið um flutning av koppingarevni, sum vit hava fingið, sigur Harry Jensen. Sum bóndin í Skúvoy hevur skilt, er varhugi um, at allir bøndir kanska ikki goyma heilivágin líka væl, og verður hann ikki goymdur eftir forskriftunum, er lítil meining í at koppseta. ­ Fyri at apoteksverkið kann hava reinan rygg, sum hann tekur til, vilja tey hava brúkararnar sjálvar at koma eftir heilivág­ inum, og tað skilji eg væl, sigur hann. Matur og heilivágur Harry Jensen sigur, at tað eru bara sleppingarlombini ella gimburlombini, sum verða koppsett móti garnasótt, og hetta verður bara gjørt einaferð. ­ Koppsetingin varar so fyri lívið, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at garnasótt er sjúka, sum mennist yvir longri tíð, og tí verða eitt nú brundar ikki sproytaðir. ­ Teir verða nevniliga dripnir, áðrenn vandi er fyri, at teir gerast sjúkir. Tað er ærs­ seyðurin, sum í fyrsta lagi fær heilivágin. Hornaseyðurin er tann, sum fyrst og fremst verður etin, sigur Harry Jensen. Bóndin í Skúvoy heldur tað vera gott, at hornaseyður ikki verður koppsettur, tí sum hann tekur til, so fær seyður longu eina rúgvu av heilivági frammanundan. Skúvoyingar fáa koppingar- evni við tyrlu Tað eru eftirhon­din­i n­ógv ár, síðan­ bøn­dur á útoyggj mistu møguleikan­ at framleiða mjólk in­n­ á megin­lan­dið. Við vælskipaðum flutn­in­gi í mjólkabili fóru tey gomlu mjólkablikkin­i í søgun­a og harvið eisin­i mjólkaframleiðslan­ á útoyggj. Men­ aftrat seyðin­um, fóru bøn­dur í staðin­ at fáa sær un­gn­eyt til sláturs, og soleiðis hevur Harry Jen­sen­, bón­di, eisin­i gjørt á garði sín­um í Skúvoy