fríggjadagur 19. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
&%
Sosialurin september 2008
Rákið
Blondur
Listarligar blondur í alskyns
útgávum seta sín serliga dám á
klædnapløggini í vetur.
Elskuligar, cool’ar, sexutar og
femininar blondur.
Nýggj snið
Tað er næstan meira formur
enn tilskeran yvir nýggju
sniðunum, sum vísa eina heilt
øðrvísi fyllu enn vanligt. Hjá
Balenciaga eru jakkar og frakkar
við rundum herðum og
mjadnum í lakk og tjúkkum
teknotilfari. Hjá Louis Vuitton
liggja jakkarnir við
asymetriskum velum heilt tætt
at kroppinum og
niðurdeilarnir
hava vatnrættar
banar, átøkir
arkitektoniskum
tekningum.
Pastellir
Mótaheimurin
er í løtuni á
tremur við
vøkrum og
avslappaðum
pastellum so
sum gulum,
mintgrønum,
ísbláum, fersken, lavendel og
støvutum ljósareyðum.
Myrkur
romantikkur
Romantikkurin er dapur í heyst.
Á mótaframsýningunum hava
at kalla allir týdningarmiklir
sniðgevarar víst blondur,
broderie anglaise, tyll og fjaðrar
í tungum litum og nógv í
svørtum eisini.
Strammir kjólar
Stóru móta-sniðgevararnir eru á
einum máli: kjólarnir skulu sita
stramt!
Kjólarnir kunnu vera langir
ella stuttir, hava langar ella
stuttar ermar,
hava rullukraga
ella vera
asymmetriskir og
vísa eina øksl…
Men tað
týdningarmiklasta
er, at teir sita
stramt.
Art nouveau
Fleiri sniðgevarar leggja dent á
nouveau-listina, og hetta sæst
aftur í mótanum í heyst – bæði
tá ið um ræður gull og kopar,
men eisini í mun til fín
blómumynstur.
Couture-detaljur
Stórur dentur verður lagdur á
yvirflaturnar, sum eru couture-
líknandi og full av nýskapandi
detaljum.
Burberry Prorsum hava
paillettir úr ruskinni, hondskorin
ruskinnsbløð og hondmálaðar
fjaðrar á frakkum, kjólum og
turrikløðum. Fendi hava
útskorin bløð í
silki, sum eru sett
á alt frá
leðurjakkum til
pelsar og
veitsluskjólar, og
Stella McCartney
hevur nýtt tunnar
ketur til at geva
silvurkjólum ein
dám av brokadu.
The
Blues
It-liturin yvir øllum
verður blátt. Líka
úr babybláum til
dustað gráblátt og petroleums-
blátt til intenst blátt litin og
marinublátt.
Sigarettbuksur
Eftir at víðar buksur hava verið
frammi í summar, koma smølu
sigarettbuksurnar aftur í heyst.
Allir sniðgevararnir hava havt
sigarettbuksur í nógvum litum,
longdum og tilfari sum leður, ull
og bumull, tá ið hesir skuldu
geva teirra ískoyti til mótan í
heyst.
Pelsar
Aftur í hesari sesongini er
pelsurin in – hesaferð í fleiri
litum og við fleiri detaljum enn
áður. Hjá Marni og Louis
Vuitton er eitt breitt úrval
av breitschwantz og
revum í vøkrum litum so
sum karry, okker, ljósa-
grønt, grátt og blátt.
Gucci, Fendi og Burberry
Prorsum gera pelsar í
natúrligum litum.
rák í heyst
Lagt til
rættis: Annika
Hedegaard
Isfeldt
Myndir: Polfoto
SeymiStovan
Stoksoyrav. 39 · Klaksvík · tlf. 457162 · seymistovan@yahoo.dk
Við nál og tráð gerast
myndirnar livandi
Hjá okkum fært tú broderí-sett við øllum, sum skal til; nál,
tráður, stoff, mynstur og mynd. Tú skalt bert finna rætta
motivið og so fara í gongd. Við broderingini fært tú eitt
hugnaligt handarbeiði og eitt vakurt úrslit.
Eisini hava vit alt tilhoyr sum t.d. saksar, rammur, nálir o.a.
Ein heimur
av broderíum