fríggjadagur 19. september 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 180 - 19. september 2008
toyggj er søga
Bjargingarætlan kann skapa
Bjargingarætlanin, sum amerikansku myndugleikarnir fyrireika, kann verða við til at
markera eitt vendipunkt í altjóða fíggjarkreppuni. Tað heldur toppanalytikarin hjá Nordea
Bank, Anders Matzen. Ætlanin tók skap seint í gjárkvøldið og hevur síðani ført til
framgongd á partabrævamarknaðunum. – Hendan ætlanin kann púra vist verða við til at
skapa rógv á fíggjarmarknaðunum og harvið forða fyri, at tamarhaldið á kreppuni verður
mist, sigur Anders Matzen við politiken.dk. Tá stjórnin yvirtekur neyðstødd aktivir,
leysgevur tað bankunum at gera nýggjar handlar. Misálitið á bankarnar eigur at hvørva, tá
vánaligu aktivini verða beind burtur. Ætlanin viðførir kortini eina risastóra rokning til
amerikanska skattaborgaran. Nordea sammetir við eina fyrri líknandi bjargingarætlan, sum
í vavi svaraði til 9% av amerikanska BTÚ. Tá yvirtók stjórnin aktivir fyri 520 milliardir
dollarar við einum endaligum tapi upp á 125 milliardir dollarar.
Hugsingur er ikki um at framleiða
mjólk í Skúvoy, men seyður og
ungneyt til sláturs eru grundarlagið
undir landbúnaðinum. - Í ár havi eg
sjey ungneyt til sláturs, og komandi
ár havi eg tíggju, sigur Harry Jensen,
bóndi í Skúvoy
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað eru nú eini trý ár, síð
an Harry endaliga tók yvir
festið hjá bróðuri sínum,
Arna Jensen, sum annars er
útbúgvin lærari. Arni og
familjan fluttu av oynni og
búsettu seg í Leirvík.
Eg sigldi í Grønlandi
um tað mundið, tá eg byrj
aði at hjálpa beiggja mínum,
og seinni tók eg so yvir
festið hjá Arna, sigur hann.
Eingin mjólk
Í Skúvoy er einki mjólkneyt
eftir, og seinastu kýrnar í
oynni mjólkaðu til hús
brúks.
Við gomlu mjólkablikk
unum fóru eisini mjólk
neytini.
Sum tíðin leið, bar slett
ikki til at hava mjólkneyt í
oynni. Í fyrsta lagi er tað
rættiliga bundisligt at skula
mjólka morgun og kvøld,
og sum tíðin leið komu
krøv um, at mjólkarbilur
skuldi
heinta
mjólkina.
Bóndir sluppu ikki at stoyta
mjólkadunkarnar í mjólka
bilin, og við hesi broyting
bara ikki til longur at hava
mjólkneyt og selja mjólk úr
oynni.
Harry Jensen sigur, at tað
soleiðis eru mong ár síðan,
at skúvoyingar kundu selja
mjólk inn á meginlandið,
og hann heldur ikki, at
nøkur mjólkakvota er eftir í
oynni í dag.