fríggjadagur 19. september 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 180 - 19. september 2008
Føroysk list í Forum
Fimm føroysk listafólk umboða Føroyar á
listastevnuni Art Copenhagen í Forum um
vikuskifti
List
Dagarnar 19-21. september er Art Gallerie Listagluggin
við á eini listastevnuni, Art Copenhagen - nordens
kunstmesse 2008 í Keypmannahavn.
Málaðir til høvið
Talan er um størstu, norðurlendska listastevnuna, ið
verður hildin í Forum, á hvørjum ári. Við á messuni
verða 78 gallarí úr øllum norðanlondum, og hetta er
fyrstu ferð, at Føroyar verða umboðaðar við einum
gallarí, ið serstakt vísir fram føroyska list.
Listagluggin fer at vísa fram nýggj verk hjá Edvard
Fuglø, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Torbjørn
Olsen, Eyðun av Reyni og Kára Svensson.
Mortan Carlsen, sum rekur Art Gallerie Listagluggin
greiðir frá, at málningarnir, sum tey fimm listafólkini
fara at vísa fram í Forum, eru heilt nýggir og málaðir
til júst hetta høvi
Í samband við luttøkuna er gjørd ein heimasíða,
www.listagluggin.com . Í fyrstu atløgu ber til at síggja
øll listaverkini, ið verða við á messuni umframt aðrar
myndir. Seinni verða eisini listaverk hjá øðrum føroysk-
um listafólkum at síggja á heimasíðuni.
Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Art Copen-
hagen, www.artcopenhagen.dk
-ave-
Edward
Fuglø,
Boatsman,
red, 2008
Torbjørn
Olsen,
Modellin í
atelierinum,
2008
Ongar hetjur og
ongir djevlar, bara
menniskju, eru í
nýggja leikinum
”Nordost” á Tjóð
pallinum, har 129
ósek fólk lata lív í
gíslatøku, sum byggir
á veruleikan
sjónLeikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Í kvøld hevur tjóðpallurin
frumsýning av leikinum
Nordost. Leikurin snýr seg
um
hendingina,
tá
ið
Dubrowka
leikhúsið
í
Moskva varð hersett í 2002
av tjetjenskum uppreistrar-
fólki.
850 fólk vóru tikin gíslar
í hersetingini, sum vardi 57
tímar, áðrenn russiskar ser-
deildir leiddu gass inn í
bygningin. Í minsta lagi
129 av gíslunum doyðu.
Tríggjar kvinnur,
tríggjar lagnur
Leikurin Nordost sigur søg-
una hjá trimum av teimum
kvinnunum, sum kundu
havt verið í Dubrowka leik-
húsinum ræðutímarnar.
Tsura, tann svarta einkjan
úr Tjetjenia, hevur mist alt
og øll í ræðuleikunum í Tje-
tjenia og er til reiðar at
sprongja seg í luftina fyri
sakina. Men undir harð-
rendu maskuni, goymir ivin
og veikleikin seg.
Lettiski læknin Tamara er
einkja eftir russiska her-
mannin Nikolaj, sum tók
lívið av sær aftaná at hava
verið í Tjetjenia og barst.
Hennara bersøgna lyndi og
kaldi effektivitetur kemur
henni til góðar, tá ið hon
stendur uttanfyri leikhúsið
og finnur út av dóttirin er
innanfyri.
Bókhaldarin Olga verður
saman við manninum og
dóttrini
tikin
gísli
í
Dubrowka
leikhúsinum.
Hennara róliga og friðaliga
verð syndrast, tá ið tje-
tjensku
uppreistrarfólkini
tysja inn í leikhúsið, men í
mótganginum kemur henn-
ara rættvísi og dirvið til
sjóndar.
Her eru ongar hetjur og
ongir djevlar. Leikurin sig-
ur søguna um tær tríggjar
kvinnurnar, og hvat ið hev-
ur sett tær í ta støðu, tær
eru. Allar tríggjar fangaðar
og í dýrastu neyð.
Menniskja hinumegin
Í viðmerking til leikin vísir
Hans Andrias Sølvará, søgu-
frøðingur á, at yvirorðnað
er ”Nordost” ikki um hend-
ingina í Moskva, men held-
ur eitt dømi um søgu, sum
skal lýsa yvirgang. Á tann
hátt vísir leikurin, hvussu
hesar tríggjar kvinnurnar
verða brúktar í einum
politiskum spæli. Hvørgin
av pørtunum hevur áhuga í
at loysa trupulleikarnar,
men vilja heldur brúka støð-
una politiskt, sum bara ger
støðuna enn verri. Meðan
tær tríggjar í allari neyðini
og desperatiónini megna at
spegla seg í mótpartinum
og síggja menniskjað hinu-
megin, so spælir valdið
sjónleik.
Hóast tað illa ber til at
ímynda sær støðuna, kvinn-
urnar eru fangaðar í, hava
tær tríggjar Gunnvá Zacha-
riassen, Súsanna Tórgarð
og Birita Mohr ikki havt
trupult við at seta seg inn í
leikirnar.
Júst tí leikurin vísir,
hvussu yvirgangur, hatur
og harðskapur rakar heilt
vanlig menniskju, hevur tað
verið lætt at kenna seg aftur
í teimum trimum kvinnun-
um. Tí sum leikararnir vísa
á: Í síðsta enda eru vit
menniskju jú rættiliga eins.
Og netupp tí er tað eisini
viðkomandi at spæla ein
slíkan leik her heima, hóast
hendingin
kann
tykjast
fremmand og ’langt burt-
uri’, sum ein av persónunum
í leikinum tekur til.
FAKTA
Leikarar:
Tsura
Gunnvá
Zachariassen
Tamara
Súsanna
Tórgarð
Olga
Birita Mohr
Leikstjóri Ria Tórgarð
Leikurin Nordost hevur
frumsýning í kvøld
klokkan 20.00 á
Meiarínum í Havn.
Menniskjað hinu-
megin hatrið
Frá leikinum ”Nordost” um
gíslatøkuna á Dubrowka
leikhúsinum, sum er at síggja á
Tjóðpallinum