Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. september 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 &' Sosialurin september 2008 Rákið Reykjavík er perfekta ferðamálið hjá vinkonum, sum vilja kobla av við welness, shopping, upplivingum og góðum mati Ísland, sum hevur verið tiltikið dýrt, er í dag eitt ódýrt ferðamál við óavmarkaðum møguleikum. Íslendska krónan er metlág, so vit føroyingar hava stóran fyrimun, tá vit shoppa runt í rúgvuni av tilboðum í Reykjavík. Slagorðið hjá Reykjavík er “pure energy”, og hetta livir býurin sanniliga upp til, bæði so og so. Meðan vælvera, rørsla, frískleiki og heilsa fylla nógv í býarmyndini sum heild, serliga um dagin, er eisini talan um “pure energy”, tá ið náttin kemur, og rútmurnar frá dj- showum og live-tónleiki halda pulsinum á býi og fólki uppi. Vit á Rákinum vórðu bodnar til Reykjavíkar av Atlantic Airways, sum flýgur hagar hvønn fríggjadag og mánadag í vetrarhálvuni. Og vit kunnu sanna, at Reykjavík er vinkonubýurin fram um aðrar. Reykjavík bjóðar eitt sindur av hvørjum: Djúphugsið prát á caféini hjá bókahandlinum Mál og Menning, afturvið einum nýbryggjaðum koppi av dygdarkaffi úr einari fátækari bygd í Amazon, ella shop, pop, Ikea og Kringluna, sum er tann heilt stóra orgastiska sølumiðstøðin, bert fimm minuttir við hýruvogni úr miðbýnum. Men mitt ímillum finna tit fansy funkishús, Bláa lónið, fusiónsmat, design og fiskarættir, sum bera boð um ein bý, sum í roynd og veru hevur uppiborið meira enn eitt vikuskifti. Tí er eisini týðandi at leggja sær ferðina eitt sindur til rættis undan fráferð, til dømis um tit ætla tykkum at verða masseraðar ella til vakurleikarøkt. Gisting Gistingarmøguleikarnir í Reykjavík passa til ein og hvønn tørv og pengapung. Vit búðu á Hotel SAS 1919 mitt í býnum. Hetta er eitt deiligt fýrastjørnu hotel við góðari tænastu og frálíkum morgunmati. Kømrini eru modernað og vælút- gjørd við øllum tí vanliga, so sum minibarr, baðikari, fønara og pengaboks. Sum vit nevna eina aðrastaðni í greinini, er tað eisini á Hotel SAS 1919 at vit finna eina av nýggjastu matstovunum í býnum, Sushi og Grill. Atlantic Airways lýsir í hesum døgum við gisting í íbúðum, ið verða nevndar “Room With a View”. Hetta eru modernaðar íbúðir, sum liggja mitt á høvuðs- handilsgøtuni. Úr íbúðunum er gott útsýni yvir býin, men til ber eisini at sita og eygleiða tysjandi fólka- lívið niðri á gøtuni. Íbúðirnar hóska sera væl til bólkar av fólkum, tí tær eru bæði rúmligar og útgjørdar við fleiri kømrum, góðum seingjum, toppmodernaðum køki og baði- verilsi við jacuzzi. Íbúðirnar verða vaskaðar hvønn dag, og handkløð og annað er við í prísinum. Annars eru allir hent-leikar í hesum íbúð- um, sum tað ber til at lesa meira um á: www.roomwithaview.is. Retro og metro í Ein dagur í paradís Fullkomna vælveru finna tit í Laugar Spa, sum er nýggjasta og størsta heilsu- og svimjimiðstøð Reykjavíkar. Í Spa’num ber til at droyma seg burtur í angandi hitarúmum, svalligum hyljum og heitum pottum, ella at lata seg tøla av lekjandi miniralum í gosbaðnum. Hjúklið um tykkum sjálvar, so leingi tit orka. Kemur svongdin á tykkum, bjóðar hugnaliga matstovan litríkan og heilsugóðan mat, vín og frískar drykkir úr frukt og grønmeti. Í Laugar Spa fæst eisini massaga, andlitsviðger og hárfríðkan – men bíðitíðin er tvær vikur, so tit mugu bíleggja pláss áðrenn. Heilsu- miðstøðin hevur eisini eina risastóra venjingarmiðstøð og fleiri svimjihyljar, bæði innandura og úti í vakra Laugardalinum. www.laugarspa.is Lýsingartilfar