fríggjadagur 19. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 180 - 21. september 2008
tíðindi
Mánadagin byrjar
Útvarp Føroya vetr
arskránna, og sum
eina roynd byrjar
»Góðan morgun
Føroyar« at senda
klokkan seks á
morgni – nú eisini við
kvinnuligum verti
ÚTVARP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Størsta broytingin í sendi
flatuni hjá Útvarpi Føroya
verður, at nú kunnu tey
morgunfrísku fáa annað
enn tónleik at hoyra í
útvarpslurtinum.
Stórar bygnaðarbroyting
ar hava verið í Kringvarp
inum sum heild, og hóast
nýggi
programmleiðarin
ikki formliga hevur tikið
við starvinum enn – tað ger
hann 1. oktober – so hevur
Herluf Sørensen kortini sett
síni fingramerki á vetrar
skránna.
Tað verða onkrar broyt
ingar í skránni. Tann størsta
er helst, at vit byrja at senda
»Góðan morgun Føroyar«
klokkan seks á morgni.
Hetta verður gjørt sum ein
roynd, og her verður serliga
hugsað um tey mongu, sum
koyra bil tíðliga á morgni,
sigur Herluf Sørensen, sett
ur
programmleiðari
hjá
Kringvarpinum.
Morgunsendingin fer at
leggja seg eftir at fylgja við
ferðsluni og siga frá veðr
inum. Og so verður eisini
kvinnuligur vertur í send
ingini.
Vit meta, at um helming
urin av lurtarunum eru
konufólk, og tí er tað ógvu
liga viðkomandi, at tað er
kvinnuligur vertur í send
ingini. Tí tað er nú einaferð
soleiðis, at konufólk duga
betur at gera sendingar til
konufólk,
sigur
Herluf
Sørensen.
Vár Berghamar verður
nýggja kvinnuliga røddin,
og so verður ein gamal
kenningur eisini knýttur at
morgunsendingini, nevni
liga Jákup Magnussen.
Fyrsta tíman – millum
seks og sjey – verður bert
hin eini verturin, men so
verður full maning frá sjey
og fram til sendingin endar
klokkan tíggju.
Reyður tráður
Jákup Magnussen verður
eisini at hoyra í einari fast
ari sending millum fimm
og seks seinnapartar.
Hetta er ein nýggj send
ing, sum fær heitið »Gesta
stovan«, har Jákup Magnus
sen fer at tosa við ymisk
fólk um ymsar lutir. Talan
verður um eina »Nón«líkn
andi sending, sigur Herluf
Sørensen.
Sum nakað nýtt verður
seinnaparturin millum trý
og fimm meiri »streymlinj
aður« enn hann hevur
verið.
Talan verður um somu
sending allan vegin gjøg
num vikuna. Tað verða
sostatt ikki ymsar sendingar
við ymsum heitum hesa
tíðina seinnapart. Tað verða
fólkini av »Bylgjuni«, sum
fara at standa fyri hesum
sendingunum saman við
Elin í Stórustovu, sum eis
ini kemur inn í hetta toymið,
sigur Herluf Sørensen.
Hetta verður so ein reyður
tráður gjøgnum seinnaparts
sendingarnar, men við tað
at Elin í Stórustovu verður
partur av vertunum, verða
tær ungdómssendingarnar,
sum hon vanliga stendur
fyri, ikki at hoyra.
Men tað ætla vit at rætta
upp aftur eftir nýggjár, tí
talan er um eina fyribils
skrá hesar tríggjar mánaðir
nar, sum eftir eru av árinum.
Og teir fara vit so at brúka
til at leggja skránna til rætt
is fyri restina av vetrinum,
og tá verður kanska okkurt
nýtt og spennandi á tapetin
um, sigur Herluf Sørensen.
Bert smávegis
broytingar
Tá tað kemur til sjónvarpið,
verður ikki talan um tær
stóru broytingarnar.
Sjónvarpið er nógv
tyngri at arbeiða við. Har
mást tú taka hædd fyri kul
issum og øðrum, sum tú
heilt
sleppur
undan
í
útvarpinum, sigur Herluf
Sørensen.
So á tí økinum fara teir at
halda fast um tað, sum plag
ar at vera. Men tó verður
talan um eina broyting.
Mentanartíðindi hava
higartil mest sum bert verið
fyri elitumentanina. Tað
ætla vit at broyta soleiðis,
at fríggjakvøldið eftir Dag
og Viku vendir sær til ein
breiðari hyggjaraskara, fer
at fáa ein nýggjan vert og
eitt nýtt navn, sigur Herluf
Sørensen.
Og í sambandi við mentan
fer útvarpið eisini at leggja
størri dent á, at loyva
tónleikinum framat.
Vit ætla at røkja tón
leikaáhugan betri soleiðis,
at fleiri stílartir sleppa fram
at. Men hetta verður so lagt
eftir
primetime,
altso
seinni út á kvøldið, sigur
Herluf Sørensen.
Eitt annað, sum komandi
programmleiðarn
fer
at
leggja dent á, er at skilja
ímillum útvarp og sjónvarp
soleiðis,
at
ikki
báðir
miðlarnir seta fokus á somu
tíðindi.
Tað eru jú summi tíð
indi, sum egna seg betur til
sjónvarp og onnur, sum
egna seg betur til útvarp.
So vit fara í heila tikið at
leggja dent á, at fáa tann
ágóðan burtur úr, sum
stendst av, at miðlarnir eru
lagdir saman, sigur Herluf
Sørensen, sum altso tekur
við sum programmleiðari í
Kringvarpinum 1. oktober.
ÚF víðkar senditíðina
Rósa og Annika til reiðar
Tær báðar løgtingskvinnurnar í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru til reiðar at
fara í landsstýrið í eini møguligari nýggjari ABCsamgongu. Eg eri til reiðar at fara í
landsstýrið, um áheitanin kemur, og málsøkið er tað rætta. Men tað er umráðandi, at
fólkini, sum verða vald í landsstýrið, hava kvalifikatiónir á økinum, og enn vita vit ikki,
hvørji málsøki, vit fáa í eini møguligari samgongu. Tí er alt framvegis opið, sigur
Annika Olsen. Løgtingskvinnan fyri Sambandsflokkin, Rósa Samuelsen, sigur, at hon er
klár at fara í landsstýrið, um hon fær áheitan, men hon leggur eisini dent á, at tað veldst
um, hvat málsøkið verður.
Manningin á »Góðan morgun
Føroyar«. Frá vinstru Øssur Egholm,
Kári Sólstein, Vár Berghamar Jacobsen,
Jákup Magnussen og Kári Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang