fríggjadagur 19. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
)
Hár, ið hjálpir
Locks of Love er ein
vælgerandi felagskapur,
sum hevur til endamáls at
geva sjúkum børnum í USA
og Kanada ókeypis hár.
Lokkarnir, sum tú sendir,
Locks of Love, verða latnir
børnum, sum koma úr
familjum, sum ikki sjálvar
hava ráð at keypa parykkar
og hár. Børn, sum hava mist
hárið, verða ofta happað og
halda seg burtur frá øðrum
børnum. Við nýggja
hárinum kunnu tey kenna
seg sum onnur børn aftur.
Á heimasíðuni www.
locksoflove.org stendur alt
um, hvussu tú kanst vera
við til at hjálpa børnum,
bara við at lata eitt petti av
tínum hári. Locks of Love er
óheft av øllum politiskum,
átrúnaðarligum og
fíggjarligum
bondum.
Humoristiskt handarbeiði
til rebelskar húsmøður
At brodera er tað heilt
stóra hjá ungum kvinnum í
grannalondunum. Men
myndirnar skulu lagast til
nútíðina, og framyvir
verður tað soleiðis ikki eitt
ommusligt ”Gud signi
heimið” ella ”Home sweet
home”, sum hongur
omanfyri hurðini í
forstovuni. Nei, í dag skriva
tey “Homo sweet Homo”
ella “I used to be indecisive
(óavgjørd), now I’m not
sure” . Mynstur og tilfar
fæst á www.fuldesign.se,
har tey eisini hava eina
rúgvu av øðrum mynstrum,
klár at taka niður av
netinum.
Maria Johansson er eisini
í tí humoristiska horninum,
tá ið hon heklar
grýtulappar, har tað
stendur til dømis “Fuck the
diet” ella “Øh ... bestill pizza”.
Keyp teir á www.cosas.se.
Ein hvirla
kom framvið ...
Fyri einari lítlari løtu síðan
kom ein hvirla bóltandi
framvið glugganum her í erva
í Miðlahúsinum. Í
føvninginum bar hon
summarið; Og eg takki fyri
smáu og dýrabaru løturnar,
sum ríka lívið: góðveður-
sdagarnar í haganum, angan
av nýslignum grasi, á uttan-
dura café ljósu næturnar í
góðum vertskapi og børnini,
sum spæla úti til á midnátt.
Ja, føroyska summarið er
nakað heilt serligt. Kanska
áttu vit at lagt okkum eftir at
hátíðarhildið summarið
heima, og heldur farið
uttanlands vetrarhálvuna, tá
brimið dálkar rútarnar og
myrkrið fjalir støv og skitt á
skápshurðunum?
Fært tú útilongsul, kanst tú
droyma teg burtur saman við
okkum í Rákinum hesaferð. Tí
vit hava bæði verið í Tailandi
og í Reykjavík – tvey
vælegnað ferðamál í
vetrarhálvuni.
Í Tailandi fært tú hita,
spennandi upplivingar og
eksotiskan mat, meðan
Reykjavík er perfekta staðið til
ein herligan vinkonutúr. Ikki
minst nú íslendska krónan er
so lág, at íborna kvinnuliga
shopping-genið fær tørv sín
nøktaðan.
Sosialurin
Postboks 76
Fo-110 Tórshavn
REDAKTØRUR
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
BLAÐFÓLK
Inna Törnroos
Anna V. Ellingsgaard
Dorit Hansen
Rigmor Dam
Bjørk Olsen
Annika H. Isfeldt
LÝSINGAR
Gudny Langaard
gudny@sosialurin.fo
MYNDIR
Álvur Haraldsen
Sunva Eysturoy Lassen
Permumynd:
Asta-clothes
www.astaclothes.is
Rákið
Rein og vøkur
við miniralum
Smyrsl úr natúrligum miniralum er gott nýtt fyri
hana, sum elskar at smyrja sær, men sum eisini
ynskir sær eitt natúrligt og heilsugott alternativ til
kemisku vørurnar.
Nature’s Minerals™ frá The Body Shop© hevur
natúrlig miniral, varliga útvald, so tey lúka krøvini
til vakra, heilsugóða og natúrliga útsjónd.
Smyrslið hóskar væl til viðbrekna húð og
inniheldur hvørki olju, parfumu ella eftirgjørd
útílatingarevni.
Í hesum døgum kemur nýggja smyrslið
Nature’s Minerals™ frá The Body Shop©. Í røðini
eru seks ymiskir litir av løttum puturfoundation
við sólfaktor 25, fýra lekrir litir av kinnareyðum,
seks vakrir putureygnaskuggar við perlumóðir, og
serligar bustir til smyrslið.
Miniralskt smyrsl:
• er sera drúgt
• hóskar væl til fólk, sum
hava ovurviðkvæmi
• er uttan parfumu,
alkahol ella útílatingarevni
• heldur sær væl, til dømis
í regni og tá tú sveittar
• ger so húðin hvørki
kennist vát ella feittut
Kreativa tú..
Keyp ein langan bana av ljósareyðum tyll og drag eitt
elastikk ígjøgnum sum líning. Prinsessurnar jubla!
Lagt til rættis: Rigmor Dam, Inna Tørnroos & Sunva Eysturoy Lassen
Royal á
Landavegnum
klipti halan.